Innrita

Ársfrágreiðing 2011

X

Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55

Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:

Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582

Leiðsla:

Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari

Førleikastovan:
​​

Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        
Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo

Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.

Ársfrágreiðing 2011

Ársfrágreiðing 2011

Vegnað skúlatýrið skal eg bjóða tykkum vælkomin !

Tíðin gongur skjótt, nú er heystið  er komið og  eisini tíðin at halda hendan felags foreldrafundin.

Skúlastýrið hevur sum mál, at vit skulu hava ein skúla, sum er mennandi og kveikjandi hjá okkara børnum at verða í. Hetta hava vit arbeitt við síðan vit byrjaðu. Vit kundu ynskt, at vit vóru komin nærri málinum, men tað eru glottar at hóma, og arbeiða vit víðari við hesum. Kanningar vísa, hvussu stóran týdning hølisviðurskifti og øki kring skúlan hava fyri innlæringina hjá einstaka barninum, og er hetta eisini sera umráðandi fyri trivnaðin bæði hjá børnum og lærarum.

Tað var upplyftandi at síggja, at skúlin á Tvøroyri var málaður, tá ið børnini fóru aftur í skúla eftir summarfrítíðina.

Skúlagarðsbólkurin skipaði 17.sep. fyri garðsdegi. Økið, sum bleiv ruddað hesaferð, var undir gamlaskúla og skúlagarðurin. Foreldur og børn fóru til verka við spaðum, kustum, trillibørum, máling og penslum. Ótrúliga nógv kom burturúr og stuttligt at síggja, hvussu stóran mun hetta gjørdi. Hetta var fyrst og fremst gjørt fyri at fríðka økið rundan um skúlan, men eru slíkir dagar eisini mennandi fyri samstarvið ímillum heim og skúla. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak, so tit, sum ikki vóru við hesaferð, fáa møguleikan næstu ferð. Takk til foreldur og børn, sum settu tíð av til hetta og til teknisku deild hjá býráðnum  fyri vælvild og hjálp. 

Vit hava eisini ætlanarnir um smærri broytingar í skúlagarðinum her í Trongisvágs skúla. Sum er nú, verður skúlagarðurin brúktur til fleiri endamál, og  má hetta havast í huga, um broytingar skulu fremjast. Tað, sum vit hava tosað um við mynduleikarnar og lærarar, er at gera eina broyting, sum øll kunnu liva við. Vit hugsa her um t.d. skilaveggir, sum eru kunnu flytast, lesikrókar og borð. Sum er, er tað bert eitt tómt rúm,  og ynskja vit, at tað verður meira barnavinarligt, og eitt skúlagarðsumhvørvi, sum nýmótans skúlaskapur krevur.   Vónandi kann hetta verða gjørt um ikki alt ov langa tíð.                                                                                                                                                   

Skúlin hevur fingi 6 samvirknar talvur, hetta er til stóra gleði  fyri lærarar og næmingar. Hesar gera undirvísingina meira fjølbroytta og lætta, og er nakað, sum verður kravt  í hesi tøknitíð, vit livað í.

Sum vit øll vita, hava vit havt trupulleikar av inniluft og soppi í  Tvøroyrar skúla.  Hetta er nakað, sum skúlastýrið tekur í fullum álvara, og er nógv orka løgd í hetta mál. Gamli skúli trongir til stórar umvælingar, og vóna vit, at hetta kann verða gjørt í nærmastu framtíð.  Nevnast skal, at tað eru gjørdar umvælingar, sum bøta um trupulleikan, og eisini hava vit fingið vegleiðing um, hvussu reingerðin skal fara fram.  Kanningar verða nú regluliga gjørdar, og eru úrslitini nøktandi. Seinasta kanning var í maj mánaði, og verða kanningar aftur gjørdar nú í heyst. Hesar royndir gera tekniska deild og trygdarumboðini hjá skúlanum í felag.

Wc-viðurskiftini í skúlanum eru ikki tíðarhókandi, og var ein neyðloysn gjørd fyri at bøta um hesi. Vit hava enn einaferð mint mynduleikarnar á hetta og vóna, at hetta verður gjørt skjótast.

Skúlastýrið hevur havt fundir við býráðið, og eru hetta fundir, sum gera samarbeiðið okkara millum meira jaligt, og avtalaður er ein fundur aftur nú í okt. Vit vita, at fíggjarorkan ikki er av teim bestu, men vóna, at skúlin og bygningarnir verða settir frammaliga í raðfestingunum hjá býráðnum.

Skúlin hevur sett eina sms-skipan í verk, og er hetta eitt gott amboð, tá kunnast skal um ymiskt, og serliga tá boð skulu gevast í skundi.

Skúlastýrið hevur heitt á leiðsluna, um at heimasíðan hjá skúlanum verður dagførd, og  eisini verður ein meiri virkin partur av samskiftinum.

MMR skipaði fyri kunningarfundum um broytingar í fólkaskúlanum. Hetta vóru fundir, vit høvdu saman við hinum skúlatýrunum í Suðuroynni.  Tað eru ætlanir um at leggja eitt nú skúlar saman, hvussu verður við hesum er ivasamt. Skúlin hevur sent MMR bræv um hetta.

Eisini vóru vit á fundi, sum SSP skipaði fyri í Vági.  Óli Rubeksen greiddi saman við Karin Mariu Thorsteinsson frá um, hvussu umráðandi tað er, at skúli og heim hava eitt gott samskifti. Greitt var eisini frá einum spælið, “Samspælið”, sum kann verða eitt gott amboð at brúka t.d á foreldrafundum til at menna foreldranetverkið.

17. sept. vóru umboð fyri skúlatýrið á ráðstevnu í Havn. Hetta var ein ráðstevna um nýggju námsætlanina til fólkaskúlan. Sagt varð, at nýggja námsætlanin var eitt satt ódnartak, og er hon eitt sera gott og tíðarhóskandi amboð til lærarar og næmingar at brúka. Námsætlanin varð tikin í brúk, tá ið skúlin byrjaði aftur eftir summarsteðgin . Kunning um hesa ætlan verður á komandi foreldrafundunum, og eisini fáa heimi skriv um hetta frá MMR.

Forkvinnan í felagnum  “ Heim og skúli “, Mai Laksafoss, hevði sera áhugavert innlegg á ráðstevnuni. Hon tosaði um, hvat vit sum foreldur vænta okkum av skúlanum, og hvat skúlin væntar av okkum foreldrum. Vit eru ymisk, hava ymsar áskoðanir og ymiskar reglur og seta ymisk krøv. Hvat kunnu vit gera fyri at betra samstarvið, og hvussu kunnu vit í felag menna foreldrafundirnar ?  Samskifti er lykilin til hetta.   Sagt var frá skúla, har broytingar vóru framdar á foreldrafundunum. Í staðin fyri at flokkslærarin einsmallur gjørdi skránna fyri fundin, vóru tað nú í felag foreldraumboðini og flokslærarin, sum avtalaðu, hvat skuldi vera á skránni, soleiðis komu øll til orðanna.  Viðmælt varð at brúka áðurnevnda “Samspæl” á foreldrafundum.

Endamálið við skúlagongdini er, at børnini skulu læra fyri lívið, og tí mugu vit hava eitt felags mál, og verður hetta best, um samskiftið ímillum heim og skúla er í lagi.

Læring og uppaling eru felags ábyrgd hjá foreldrum og skúla.

Vit í skúlastýrinum loyva okkum at koma við einari inniligari áheitan til øll okkum foreldur. Lat okkum øll, vanda okkum um orðini, tá ið vit umtala skúla og lærarar heima. Tað er ikki í lagi, at vit, ímeðan børn okkara eru tilstaðar, umtala skúla og lærarar nei-liga. Lat okkum heldur fáa loyst ósemjur og trupulleikar á rætta stað. Flestu trupulleikar kunnu loysast, um bert vit samskifta um hetta. Samskifti er lykilin !

Vit sum skúlastýrið umboða tykkum foreldur, og er tað nakað, sum tit hava uppá hjartað, kunnu tit altíð venda tykkum til skúlastýrið. Øll mál, sum koma inn, verða viðgjørd í trúnaði.

Anita Vibergsdóttir, forkvinna