Innrita

Ársfrágreiðing 2012

X

Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55

Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:

Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582

Leiðsla:

Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari

Førleikastovan:
​​

Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        
Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo

Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.

Ársfrágreiðing 2012

Ársfrágreiðing 2012

Skjótt gongur tíðin, og er hettar tann síðsti fundurin,  sum núverandi skúlastýrið skipar fyri.

Tá vit byrjaðu okkara arbeiði í skúlastýrinum fyri skjótt fýra árum síðan, løgdu vit eina arbeiðsætlan. Vit ynskja, at børn okkara fáa eina góða, kveikjandi og læruríka skúlatíð. At børn okkara ganga í einum skúla, sum bæði foreldur , næmingar og lærarar eru glað fyri, at skúlin og umhvørvið kring skúlan eru góð og trygg. Hettar er eins neyðugt, sum at vit hava vælútbúnar lærarar og viðkomandi og dagført undirvísingartilfar. Harafturat ynskja vit ein skúla, har trivnaðurin er í hásæti.

Hvat er so komið burturúr hesi fýra árini ?

 Tað vóru nógv viðurskifti á skránni, tá skúlastýrið fór til verka, men tað sum vit valdu at leggja dentin á, vóru hølisviðurskiftini í skúlunum og serliga í Tvøroyrar skúla og so skúlagarðarnir. Vit høvdu sjálvandi ynskt, at vit høvdu fingið ein nýggjan skúla, men sum tykkum øllum kunnugt, vóru fíggjarligu karmarnir í kommununi ikki til tað.

Eitt tað fyrsta, sum vit fingu í lag, var ein kanning av inniluft og soppi í skúlunum. Royndir vóru og verða regluliga tiknar.Tað eru gjørdar ábøtur, har tað var neyðugt, og  eisini er eykað reingerð sett íverk. Trygdarumboðini í skúlanum hava eftirlit við hesum.

Tað eru keypt innbúgv, borð og stólar til 7 av skúlastovunum í Tvøroyrar skúla, og er ætlanin, at nakrar skúlastovur afturat fáa nýtt innbúgv í nærmastu framtíð.

Nýggjar samvirknar talvur eru keyptar til allar flokkar, og eru hesar  til stóra gleði og hjálp, bæði hjá næmingum og lærarum.

Eisini hevur skúlin eina heimasíðu, sum hevur verið virkin í nøkur ár. Hettar krevur nútíðar samfelagið. Seinasta árið hava flokkarnir fingið hvør sína síðu, og er hetta eitt hent amboð ímillum heim og skúla. Vit vildu tó ynskt og arbeiða fram ímóti, at heimasíðan verður enn betri, men her er væntandi tíð og fígging, sum manglar.

Tað er bøtt uppá  wc viðurskiftini í Tvøroyrar skúla, men hettar, sum er gjørt, er ikki nøktandi, og verður tað at kalla ein neyðloysn, til vit fáa nýggj og nútíðarhóskandi wc til næmingarnar.

Skúlagarðarnir og umhvørvið kring skúlan vóru raðfestir ovarliga á listanum hjá okkum.

Vit hava arbeitt fram ímóti at fáa skúlagarðar, sum eru áhugaverdir fyri næmingarnar, og sum geva øllum børnunum avbjóðingar av ymiskum slag – skúlagarðar sum eru mennandi og kveikjandi fyri tann einstaka næmingin og ikki bert fyri tey, sum tíma at fáast við bóltspøl.

Vit hava ein virknan skúlagarðsbólk, sum hevur stórar ætlanir til at betra um møguleikarnar hjá børnunum at vera úti í skúlatíðini. Hesin bólkur er mannaður við  foreldurum at næmingum úr báðum deildum skúlans, umboð úr skúlastýrinum  og lærarum.

Skúlagarðsbólkurin hevur skipað fyri arbeiðsdøgum, har foreldur hava gjørt eitt stórt arbeiði. Valt var at byrja í skúlanum á Tvøroyri. Har bleiv ruddað, plantað og hugnað um við borðum og nøkrum leikum til børnini. Serliga glað eru børnini fyri Super Novuna, sum var sett upp í gamla skúlagarði. Tað var stuttligt at síggja stóra áhugan ímillum børnini, tá hon varð tikin í brúk.

Skúlagarður til børnini í Trongisvágs skúla, ella heldur manglandi skúlagarður, hava vit brúkt nógva tíð uppá. Sjálvandi skulu smáu skúlabørnini hava ein  garð at vera í úti. Tað er als ikki nøktandi, at skúlahøllin og eitt parkeringspláss eru einsta tilboð til okkara yngstu næmingar. Gjørd er ein ætlan til skúlagarð her inni, men tíverri gongur ikki altíð, sum ætlað.  Vit fingu lovað frá býráðnum, at nú skuldi gongd koma á hetta mál, og okkum kunnugt er tað samtykt í býráðnum at innhegnað økið, sum er oman fyri skúlan í Trongisvági, soleiðis at økið vestanfyri sparkivøllin, kundi gerast til ein tryggan og spennandi skúlagarð. Ein ætlan fyriliggur um tað. Hetta krevur lítið av peningi og kann gerast í stigum, men enn er onki hegn uppkomið, og tískil er málið nærum uppsteðgað. Hetta er sera harmiligt, tá hugsað verður um, at foreldur og lærarar ókeypis og fyri lítlan pening kundu skapt eitt spennandi og mennandi umhvørvi til tey smærru skúlabørnini herinni. Sum støðan er beint nú, meta vit, at bólturin liggur hjá býráðnum. Vit hava gjørt okkara og gera ikki meir, fyrr enn kommunan heldur tær avtalur, gjørdar eru.

Samstarvið ímillum skúlastýrið og býráðið var heldur trekt, tá vit byrjaðu fyri fýra árum síðani. Hetta er bøtt munandi. Vit hava nógv samskifti og hava regluligar fundir. Fundirnir,  vit hava havt saman, hava verið við til at beina misskiljingar av vegnum, og eisini eru ymiskar mannagongdir broyttar. Tó skal sigast, at tað harmar okkum, at mál, sum eru viðtikin, ikki verða  avgreidd, og halda vit, at tað tekur alt ov langa tíð, til málini verða avgreidd.  Eisini er tað ynski frá leiðsluni, at skúlin fær ávísa upphædd at ráða yvir, so ikki alt, sum skal gerast, skal umvegis nevndir og deildir í býráðnum og kundi tískil verið skjótari avgreitt.

Skúlastýrið hevur skipað fyri ymsum fumdarvirksemi. Millum annað hevur skúlastýrið saman við hinum skúlastýrum í oynni skipað fyri fundi í Hovi, har umboð fyri MMR løgdu fram nýggju námsætlanirnar og greiddu frá nýggja próvtalsstiganum. 

Eisini er vanligt, at vit hava ein felags skúlatýrisfund fyri alla oynna, og hesaferð var fundurin á Tvøroyri.

Arbeiði hjá SSP í skúlanum riggar væl, og fær SSP bólkurin í Suðuroy bestu skoðsmál frá samskiparanum, Óla Rubekssen.  SSP skipar vanliga fyri foreldrafundum í teimum eldru flokkunum, men í ár er skúlin hjá okkum  við  eini royndarætlan, har SSP eisini er við á foreldrafundum í smábarnadeildini. Hesir fundir, sum vóru við byrjan av skúlaárinum, hava fingið góða móttøku, og eru teir við til at menna foreldranetverkið.  Hetta er eitt hent amboð, sum styrkir sambandið ímillum foreldur, heim og skúla og kann skapa betri trivnað í flokkunum.

Tá núverðandi skúlastýrið tók við var tað við Martini Eidesgaard, sála, sum skúlastjóra. Skúlin hevur í summar fingið nýggja leiðslu, og er Johan Joensen skúlastjóri, Finn Thomsen varaskúlastjóri og Heri Thorsteinsson deildarleiðari. Hetta eru kend andlit í okkara skúla. Vit ynskja teimum blíðan byr og  takka vit fyri gott samstarv.

Tað hava verið til fleiri merkisdagar í skúlanum seinasta árið, og skipaði býráðið fyri samkomu 28. Juni í ár .

Karl Johannesen er givin eftir 31 ár sum lærari í skúlanum, og vilja vit takka honum fyri drúgva og góða tænastu.

Sólrun Luid hevði 40 ára starvsdag, og enn hava vit Sólrun í starvi, og takka vit eisini henni fyri drúgva og góða tænastu.

Jóna Sørensen er somuleiðis givin eftir 30 ár sum skúlasjúkrasystir.

Skúlin í Trongisvági fyllir 30 ár 6. Novembur í ár, og verður háttíðarhald  tann dagin fyri næmingum, lærarum og avvarðandi myndugleikum skúlans.