Boð og tíðindi


Skrivað ónsdagin 21. oktober 2020 (AE)

Myndatøka og næmingaráðið

Sum kunnugt er myndatøka í morgin, tórsdagin 22. oktober. Næmingarnir hava fingið brævbjálva við upplýsingum við heim. Myndatøkan er klokkan 11.45, og tað er týdningarmikið, at allir næmingar eru í skúla ásettu tíðina!

10. flokkur hevur valt umboð í næmingaráðið. Fleiri næmingar stillaðu upp til ráðið, og endin varð, at Bjarta og Andreas eru vald. Naina er varaumboð. Til lukku, tykur trý! Fyrsti næmingaráðsfundur er í morgin :-)


Skrivað sunnudagin 18. oktober 2020 (AE)

Vónandi hava tykur havt eina góða heystferiu! Okur byrja aftur í skúla mánadagin 19. oktober :-)

MYNDATØKA verður tórsdagin 22. oktober 


Skrivað ónsdagin 7. oktober 2020 (AE)

Hesa vikuna hava okur vitjað flestu bygdir í Suðuroynni, og nú verður farið undir arbeiðið at gera dokumentarinnsløg. Okur arbeiða í morgin og fríggjadagin. Øll møta báðar dagar klokkan 08.00. Arbeiðið er í bólkum, so tað er týdningarmikið, at tykur boða frá, um tykur ikki kunnu møta. 

Síggjast í morgin klokkan 08.00 :-) 


Rundtúrur í Suðuroynni 

Okur ætla at vitja so nógvar bygdir/býur í Suðuroynni, sum til ber mána-, týs- og ónsdag, og tórsdag og fríggjadag fara okur at arbeiða við tilfarinum, okur hava savnað saman og tikið upp fyrra part av vikuni. 

Mánadag: Fámjin, Sandvík og Hvalba

Týsdag: Sumbiar- og Vágs kommunur

Ónsdag: Porkeri og Hov (Tvøroyri)

Tórsdag og fríggjadag: Arbeiða við dokumentsrfilmi (mgl. Tvøroyri víðari)

Okur møta hvønn dag klokkan 8 og enda umleið 12.30 (uttan ónsdag, tá sjóvinna fer í køkina eftir døgurðasteðgin)


GG! Filmsskeiðið í morgin er avlýst vegna broytta ferðaætlan hjá Smyrli!!! Vanlig undirvísing (tó er filmsbreytin avlýst av somu orsøk). AE


Skrivað ónsdagin 29. september 2020 (AE)

Filmsskeið og evnisvika

Í morgin, ónsdagin 30. september 2020 luttekur 10. flokkur á filmsskeiði (undantikin eru tey, ið fara við sjóvinnubreytini at vitja Delta). Skeiðið byrjar í 5. tíma og verður hildið á eftirskúlanum. Týdningarmikið, at tykur møta, tí tykur skulu brúka førleikarnar til evnisvikuna, ið verður skotin í gongd longu tórsmorgunin. 

Tórsmorgun møta øll klokkan 08.00 til fyrireiking av evnisvikuni. Hendan dagin verða tykur deild í bólkar og fáa kunning um evnisvikuna. Síðan skulu tykur í bólkum fyrireika og fáa avtalur í lag til evnisvikuna. Hetta arbeiðið er í 4 tímar. Føroyskt er sum ætlað á tímatalvuni í 5. og 6. tíma. 

Fríggjadagin 2. oktober er adventurebreyt!

Evnisvikan sjálv byrjar 5. oktober. Øll møta klokkan 08.00 allar dagar! Skúladagurin er til kl. 12.30 (undantikin er ónsdagurin fyri tey, ið hava sjóvinnu eftir middag). 


Skrivað ónsdagin 23. september 2020 (AE)

Okur fara í morgin (í 3. tíma) at fyrireika evnisviku, ið verður vikuna áðrenn heystferiuna. Tískil møta øll í 3. tíma (ikki bara tey, ið annars hava danskt).


Skrivað týsdagin 22. september 2020 (AE)

Ítróttardagurin á Miðnámsskúlanum, ið skuldi vera fríggjadagin 25. september, er útsettur. Tykur frætta, tá dagurin kemur aftur á skrá!


Skrivað tórsdagin 17. september 2020 (AE)

Minnist til at velja næmingaráðsumboð! Sendið mær tykra atkvøður sum privatboð skjótast gjørligt!


Skrivað fríggjadagin 5. september 2020 (AE)

Fríggjadagin 25. september 2020 skipar Miðnámsskúlin fyri ítróttardegi, og tey bjóða - sum vant - 10. flokkunum í oynni við. Hendan dagin er ongin adventure-breytTykur fáa nærri kunning heilt skjótt. 


Skrivað fríggjadagin 5. september 2020 (AE)

Kunning: Tímatalvan og foreldrafundur

Frá mánadegnum 7. september er vanliga tímatalvan galdandi, og allar breytir fara í gongd. Næmingarnir hava fingið tímatalvuna, og hon verður dagførd her á síðuni. 

Ætlanin var at hava kunnandi foreldrafundin longu fyrstu vikuna, tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, men - tykum kunnugt - er so mangt, sum er avlýst og útsett í hesum døgum, men nú er so aftur møguligt hjá okum at bjóða tykum foreldrum inn í skúlan. Tó verður hetta við tí avmarking, at hvør næmingur kann umboðast av einum foreldri/avvarðandi.

Kunnandi foreldrafundurin verður ónsdagin 9. september klokkan 17.00 í floksstovuni. Floksstovan er ovast í uttara enda (har, sum teldustovan var). Á skránni er kunning um 10. flokk og um ymsu lærugreinarnar. 


Skrivað mánadagin 31. august 2020 (AE)

"Korona-skemaið" er framvegis galdandi. Fyribils hesa vikuna afturat. 


Skrivað sunnudagin 23. august 2020 (AE)

Mánadagin 24. august 2020 sær tímatalvan soleiðis út:

Kl. 08.00 - 09.30: Føroyskt
Kl. 09.50 - 11.20: Støddfrøði
Kl. 11.45 - 12.30: Enskt
Kl. 12.30 - 13.15: Danskt
Kl. 13.25 - xx.xx: eSport


Grein á heimasíðuni hjá Tvøroyrar skúla um fyrsta skúladag hjá 10. flokki:

https://tvoroyrarskuli.fo/savn/fyrsti-skuladagur-hja-10-flokki


Skrivað týsdagin 18. august 2020 (AE)

  

VÆLKOMIN Í 10. flokk :-) 

Okur hittast fyrstu ferð ónsdagin 19. august 2020, kl. 11.00. 

10. flokkur er eitt øðrvísi ár, tí hóast skúlin er hin sami hjá flestu tykra, er skipanin ein onnur. 

Allar lærugreinar eru vallærugreinar; bara tykur hava á leið 28 tímar, er tað tykra ábyrgd at velja tær lærugreinar og breytir, ið tykum tørvar ella hava hava hug til. 

Tykur mynda skúladagin og skúlaárið saman við lærarunum og skúlanum. 

Okur hava eina tímatalvu, sum er galdandi flestu vikur. Tó eru summir dagar og vikur, har annað er á skránni. Summi tiltøk eru afturvendandi, summi verða fyrireikað so hvørt, sum onkur fær eitt gott hugskot. 

Hendan fyrsta vikan verður stutt. Skráin er hendan:

Ónsdagur 19. august 2020

  • Kl. 11.00: Okur hittast í teldustovuni (sum nú verður tykra stova)
  • Vælkomin, hvør er hvør og stutt kunning
  • Kl. 12.00: Næmingarnir á eftirskúlanum koma at vitja


Tórsdagur 20. august 2020, kl. 08.00

  • ​Allir næmingar í 10. flokki møta til felags innleiðsludag


Fríggjadagur 21. august 2020, kl. 08.00

  • ADVENTUREBREYTIN er tíverri avlýst vegna korona-tilmælini!


Okur gleða okum til hetta komandi skúlaárið :-) 



Fríggjadagin 25. september 2020 skipar Miðnámsskúlin fyri ítróttardegi, og tey bjóða - sum vant - 10. flokkunum í oynni við. Hendan dagin er ongin adventure-breytTykur fáa nærri kunning heilt skjótt. 


Skrivað fríggjadagin 5. september 2020 (AE)

Skrivað leygardagin 29.aug. (Jón)

GG!

Broyting verður í tímatalvuni mánadagin 31.aug., so tit hava støddfrøði kl.8.00 og føroyskt kl. 9.50.



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet