Boð og tíðindi

Veðurvánirnar síggja ikki alt ov gott út fyri í morgin. Tí vilja vit heita á tykkum um at fylgja við inni á heimasíðuni.
 Verður skúlagongdin avlýst, verður tað gjørt áðrenn kl. 7.00 út:


Lagt út mánadagin 25. mai 2020 (AE)

Tykur hava fingið boð um, hvussu tímatalvan sær út til og við ónsdagin. Tórsdagurin verður brúktur at enda alis- og evnafrøði. Tað vil siga, at hetta eru seinastu alis- og evnafrøðitímarnir! Eg havi enn ikki fingið nøkur boð úr Vági um Adventurebreytina. 

Mánadagur:
Kl. 08.00: Støddfrøði
Kl. 10.00 (uml.): eSport

Týsdagur:
Kl. 08.00: Føroyskt
Kl. 10.00: Køksbreyt

Ónsdagur:
Kl. 08.00: Evnafrøði
Kl. 10.00: Enskt

Tórsdagur:
Kl. 08.00 til umleið klokkan 10.00: Alis- og evnafrøði verður "endað"!


Týdningarmikið er, at tykur møta til teir tímar, tykur hava!


TRYGDARSKEIÐ í komandi viku!

Í komandi viku verður trygdarskeið, so tá eru flestu tykra í Klaksvík. Okur, ið eftir eru, taka onkrar løtur til fyrireiking av síðsta skúladegi. 



Lagt út 14.05.2020 (AE)

Nú sleppa okur aftur í skúla :-) 

Mánadagin fara okur aftur í skúla! Her er tímatalvan í komandi viku. Sum tykur síggja, eru bert tríggir skúladagar í komandi viku, tí heilidagur er tórsdagin og skúlans frídagur fríggjadagin. Arbeitt verður í løtuni við at fáa undirvísara til eSport. Eydnast tað ikki, sleppa tykur kortini til teldurnar; nú hava tykur bíðað nóg leingi!

Okur fara nú undir at skipa restina av skúlaárinum, ið sjálvandi verður eitt sindur stuttligari nú, tykur endiliga sleppa at síggjast aftur í skúlanum! Hava tykur onkur hugskot, sendið mær tey endiliga, so hyggja okur uppá, hvat okur kunnu :-) Hvør veit, kanska tykur fáa okkurt slag av "síðsta skúladegi" kortini :-) 

Trygdarskeiðið er - sum áður fráboðað - í viku 23!

Onkrar broytingar verða so í fyrr fráboðaðu skránni restina av hesum skúlaárinum. Tykur fáa endalig boð um tað fyrst í komandi viku!

(Viðmerking: Síðsta korterið ella har á leið av 2. blokki ónsdag verður brúktur til danskt!)

Klokkutíðir

Mánadagur 18.05.2020

Týsdagur 19.05.2020

Ónsdagur 20.05.2020

08.00-09.30StøddfrøðiFøroysktAlis- og evnafr.
10.00-11.30eSportKøksbreytEnskt / Danskt
12.00-13.30eSportKøksbreyt

eSport


Lagt út 5. mai 2020 (AE)

Trygdarskeiðið á skránni í viku 23 (2.-5. juni 2020)! Nærri kunning á Teams í dag kl. 12.15!


Minnist til at kunna tykkum um skúlagongdina á vikuætlanini!

Lagt út 30. apríl (AE)

Nýggja tímatalvan (fram til 15. mai 2020) sær soleiðis út:


Lagt út 28. apríl (AE)

Í morgin vilja okur (leiðslan og lærararnir) hoyra tykra meining! Hvussu skipa okur næstu tíðina? Hvussu fáa okur tað besta burtur úr hesi síðstu tíðini í 10. flokki? Hetta bleiv ikki, sum okur høvdu væntað, tíverri - og okur vildu nógv heldur undirvíst og møtt tykum í skúlanum, men tað sleppa okur ikki sjálvi at avgera!

So í morgin klokkan 10.15 á Teams vilja okur hoyra, hvat tykur næmingar halda, so okur sleppa undan at gita, hvat tykur vilja :-) Øll hugskot eru vælkomin; tað kann væl vera, at okkurt, sum tykur koma við, saktans ber til, men at okur bara ikki hava hugsað so langt... enn :-) 

Síggjast á Teams í morgin!


Lagt út 17. apríl (AE)

Sum tykur vita, fara okur komandi tvær vikurnar undir at skriva og seta saman eitt blað. Vanligu lærugreinirnar eru ikki á tímatalvuni hesar báðar vikurnar, men okur eru "til arbeiðis" frá 10.15 til 13.45 hvønn dag (mána- til tórsdag). Fríggjadag hava tykur frí! 

Hvønn dag eru tykur klár við telduna kl. 10.15 og klokkan 12.15, um ikki annað er fráboðað frammanundan. Tímaprotokoll verður skrivað. Er næmingur ikki førur fyri at arbeiða ein dag vegna sjúku ella annað, vilja okur eins og áður hava boð frá foreldrunum um hetta. 

Skráin er hendan:


MánadagurTýsdagurÓnsdagurTórsdagur
10.15 - 11.45AnnikaAlexandraAnnikaAnnika
11.45 - 12.15SteðgurSteðgurSteðgurSteðgur
12.15 - 13.45DáviðAnnikaDáviðAlexandra

Lagt út 16. apríl (AE)

Komandi tvær vikurnar fara okur at arbeiða við eini blaðútgávu. Næmingarnir hava fingið kunning um hetta. Tímatalva/tíðarætlan verður løgd út her í seinasta lagi í morgin, fríggjadag. 


Lagt út 16. apríl (AE)

Um onkur hevur tørv á vegleiðing í samband við skúla og/ella annað eftir loknan 10. flokk, lat meg frætta!


Lagt út 8. apríl (AE)

Góðan morgun tykur øll Sum tykur kanska hava fingið við, nú tíðindafundur hevur verið í morgun, so verður vanlig skúlagongd ikki aftur komandi vikurnar. Tey smæstu hava møguleika at koma í skúla (1.-3. flokk), men næmingar í 4. til 10. flokk arbeiða framvegis heimanifrá. Okur lærarar fara í komandi viku saman at skipa undirvísingina, so hon verður í eitt sindur fastari rammum enn farnu tríggjar vikurnar, so tykur frætta nærri. Eitt, ið ávirkar tykum nógv, er, at tað verða ongar próvtøkur í summar fyri 9. og 10. flokkarnar. Tað eru ársmetini (tey, tykur fáa í mai-juni), ið verða flutt yvir til at galda sum próvtøkumet.

Eg skilji væl, um onkur er troyttur av #samanhvørsær og #haldiðfrástøðu; tað eri eg eisini viðhvørt. Eg hevði nú glett meg til at sloppið ein túr til Edinburgh og til ferð og festivalar í summar, men tær ætlanirnar eru settar á pausu. Tað verður aftur eitt summar komandi ár (eg veit - tað hjálpir ikki nógv beint nú, men tað passar!), og jú betur, hetta spælir av, jú skjótari fáa okur vanliga gerandisdagin aftur. Sum sagt varð á tíðindafundinum, so eiga tey ungu - tykur ungu - stóran part av æruni av, at okur í Føroyum hava klárað okum so væl!

Seinnapartin (kl. 14.00) í dag fer Jenis av Rana at hava tíðindafund, har hann fer at tosa meira um, hvussu skúlar, barnagarðar o.a. fara at virka eftir páskir, so kanska okur vita okkurt afturat tá, men óansæð - tykur hoyra aftur skjótast gjørligt.


Vónandi fáa tykur øll einar góðar páskir





Lagt út 30/3 (AE)

Online "floksfundur" verður tórsdagin klokkan 12.00! Eg sendi tykum eitt leinki við telduposti. Okur "síggjast" :-) GG! Broyting í tíðspunktinum!!!


Lagt út 29/3 (AE)

Gott kvøld, vónandi gekk tykum væl til royndirnar :-)

Sum tykur uttan iva hava frætt, er skúlin í øllum førum stongdur til eftir páskafrítíðina. Sum boðini eru nú, fara okur í skúla aftur 3. páskadag, týsdagin 14. apríl (tykur frætta, um hetta verður broytt).

Tykur fáa hesa komandi vikuna okkurt at gera í høvuðslærugreinunum (fø, da, en, st) umframt alis- og evnafrøði.

TEAMS: Tá tykur fara á http://innrita.skulin.fo og rita tykum inn har, eiga tykur at síggja eitt ikon við heitinum TEAMS. Tá tykur trýsta á tað, síggja tykur, hvørjum TEAMS tykur eru í. Okra flokkur eitur 10 A 2020, og Dávið hevur eisini upprættað eitt til alis- og evnafrøði (har bert tey, ið hava ta lærugreinina, eru innlimað). 

FØROYSKT: Sí vikuætlan: TEAMS: 10 A 2020. Tykur finna tekstin (og hvat tykur skulu gera) við at trýsta á "Opgaver".

Danskt: (verður dagført á TEAMS 30/3)

Enskt: Uppgávuna til ónsdagin finna tykur á TEAMS - 10 A 2020. Tykur finna tekstin og uppgávurnar við at trýsta á "Opgaver".

Støddfrøði: (dagført á middegi 30/3)

Boð frá Jón:

Hesa vikuna skulu tykur endurlesa s.18-32 í Skygni 10:

  • Skipað talpør og funksjónir
  • Linjurættar ritmyndir
  •  Beint lutfall
  • Talstrekki
  • Samansettar ritmyndir
  • Linjustykki og rásir

Minnist til, tað er ikki nóg mikið bert at lesa, tykur skulu gera uppgávurnar so hvørt eisini. Umráðandi er, at tykur lesa grønu kassarnar væl og eftirfylgjandi gera uppgávurnar.

Tykur kunnu fáa hjálp her, tað er á donskum, men tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki.

https://www.frividen.dk/lineaer-funktion/

til funksjónir á 2. stigi er ein leinkja.

https://www.frividen.dk/andengradspolynomier/

Alis- og evnafrøði: Sí vikuætlanina (fyri mánadag 30/3) - og annars TEAMS


Lagt út 19/3 (AE)

So er fyrsta vikan av okra heldur øðrvísi skúladøgum við at vera av. Tykur hava onga skúlagongd í morgin (Adventure-breytin er avlýst), so gott vikuskifti :-) 

Í komandi viku eru skrivligu páskaroyndirnar. Tær gera tykur heimanifrá. Havi fingið boð frá onkrum einstøkum um lán av teldu; eg fari í skúlan í morgin fyrrapart, so um onkur er, ið hevur tørv á at lána eina teldu, sigið mær so skjótast gjørligt! Sig mær somuleiðis, um onkur hevur trupulleikar at innrita seg.

Royndirnar verða hildnar í hesi raðfylgju:

Mánadagur: Føroyskur stílur

Týsdagur: Danskur stílur

Ónsdagur: Enskur stílur

Tórsdagur: Støddfrøði

Fríggjadagur: Ongin adventure-breyt!

Sí klokkutíðir og annað her: https://tvoroyrarskuli.fo/savn/varroyndir-2020

- Minnist til at lata inn tað, tykur hava fingið boð um hesa vikuna!


Lagt út 13/3 (AE) (dagført 15/3 og 16/3) 

Góðu næmingar í 10. flokki

Okur virða sjálvandi boðini/ráðini frá landsins myndugleikum, og okur møta tískil ikki í skúlanum næstu tvær vikurnar. Tað merkir kortini ikki, at okur ikki arbeiða. Fyrru vikuna fáa tykur uppgávur at gera í høvuðslærugreinunum, føroyskum, støddfrøði, enskum og donskum. Seinnu vikuna eru páskaroyndirnar á skránni. 

VIKA 1:

Føroyskt:

Tykur skulu, sum avtalað, greina og tulka yrkingina Marita eftir Pól F. Yrkingin og spurningarnir eru í heftinum, sum er lagt undir vikuætlanini. Skal sendast Alexandru í seinasta lagi tórsdagin 19. mars.

Enskt:

Tykur lesa tveir stuttar tekstir í komandi viku. Uppgávur til báðar tekstirnar eru lagdar undir vikuætlanina. Talan er um Never Give Up Your Dream, s. 142 - 145, og Dream Princess, s. 146-149. Báðir tekstir eru úr Straight Forward. Er onkur, ið ikki hevur tekstirnar/bókina, kunnu tykur fáa hendur á henni í skúlanum í morgin, leygardagin millum kl. 10 og 12.

Tykur skulu serliga hugsa um hesar uppgávurnar:

Never Give Up Your Dream, uppg. 1, 4, 6 umframt Extra uppg. 1

(Uppgáva 6 skal sendast mær á annika.eidesgaard@skulin.fo hesa vikuna! - restina síggi eg, tá okur hittast aftur)

Dream Princess, uppg. 1 og 2A

Tykur eru vælkomin at gera fleiri uppgávur :-) 

Danskt: 

1. Lesið stuttsøguna "Verdener" hjá H.M. Bang og svarið spurningunum. 

2. Hyggið væl at myndini og skrivið ein lista yvir alt tað á myndini, ið er danskt, ella tykur seta í samband við Danmark.

Sendið mær hetta á annika.eidesgaard@skulin.fo hesa vikuna. 

(Tilfarið verður sent tykum við telduposti)

Støddfrøði: 

Boð frá Jón: Tykur skulu brúka hesa vikuna til at endurlesa (repetera) funksjónir á 2. stigi (s.71-81) í Skygni 10.

Tað er ikki nóg mikið bert at lesa, tykur skulu gera uppgávurnar so hvørt eisini. umráðandi er, at tykur lesa grønu kassarnar væl og eftirfylgjandi gera uppgávurnar. Okur hava gjørt uppgávurnar fyrr í ár, men tað er gott at fríska tað upp aftur. Hetta verður tað fyrsta okur gjøgnumganga, tá tykur koma í skúla aftur

VIKA 2:

Páskaroyndir. Royndirnar byrja mánadag, og næmingarnir arbeiða heima. Royndirnar eru til ásettu tíðirnar. Tykur fáa nærri kunning um hetta fyrst í komandi viku. Er onkur, ið ikki hevur atgongd til internetið ella ikki hevur teldu, mugu tykur boða mær frá, so finna okur út av hesum. 

Adventure-breytin er eisini avlýst fríggjadagin 27/3!


Lagt út 12. mars (AE)

Adventure-breytin er avlýst í morgin, fríggjadagin 13/3!


Lagt út 10. marts (AE)

Tórsdagin 12. marts klokkan 12.00 til umleið klokkan 13.00: FÆRØFEJRING (Øll møta)

"FÆRØFEJRING er ein tvørlistarlig framførsla, ið bjóðar áskoðarunum at taka lut í framførsluni. Á FÆRØFEJRING verða áskoðarnir presenteraðir fyri vanum og siðum, ið eru kveikt úr føroyskari mentan og síðani tulkað í listarligum framførslum innan tónleik, film, skaldskap, sjónleik o.ø.

Eitt lið av listafólkum og mentafólkum hava latið sín lut í tí listagreinini, sum tey arbeiða við. Soleiðis verður framførslan sett saman av smáum brotum, sum ymisk listafólk hava skapað og harvið latið síni boð upp á føroyska mentan."


Lagt út 27. februar - Boð frá leiðsluni til allar flokkar:

Góðu foreldur

Næmingur í Tvøroyrar skúla hevur fingið staðfest skrubb, og er í viðgerð. Heitt verður á foreldur at kunna seg á heimsíðuni hjá Gigni.fo, har leiðbeining er at finna.

http://gigni.fo/Data/Register/7E9290B1-39C7-4395-9E5F-F222E06F909C/8C230843-B2C8-408B-8A1E-00EBCF089EEB/EB9A2D8F-EE21-47A0-B685-F3D418FA7505.pdf



Lagt út 25. februar 2020 (AE)

Klaksvíkstúrur tórsdagin og fríggjadagin :-) 

Íverksetarabreytin skal luttaka í Skúla-FM í íverksetan. Tiltakið verður í Klaksvík fríggjadagin, og allur flokkurin fer við sum áskoðarar. Tíverri ber ikki til at fara norður fríggjamorgun, so okur fara tórsdag (tað ger nokk heldur ikki tað stóra :-)).

Tórsdagur 27. februar: 

  • Klokkan 08.00 - 10.45: Vanlig skúlagongd
  • Klokkan 10.45: Bussur á Krambatanga 
  • Smyril siglir kl. 11.30; bussur til Klaksvíkar fer kl. 13.50. Eru í Klaksvík kl. 15.20!
  • Hugnakvøld og døgurði (okur gera skrá saman við flokkinum)


Fríggjadagur 28. februar:

  • Morgunmatur
  • Skúla-FM
  • Okkurt til matna
  • Bussur til Havnar (væntandi í Havn um 16.00-tíðina - nærri boð koma)
  • Fríløta í Havn
  • Suður klokkan 18.30


ANNAÐ:

  • Skúlin betalir ferðina úr skúlanum til Klaksvíkar og aftur til Havnar og yvirnáttingina!
  • Skúlin betalir eisini tilfar til døgurða tórskvøld!
  • Okur gera ein lista yvir, hvør tekur hvat við til morgunmat/frokost tórsdag (smør, viðskera...) !!! Okur keypa í Klaksvík!!!
  • Okur sova í skótahúsinum hjá gulu skótum í Klaksvík. Har eru madrassur.
  • Minnist til at taka soviposa við umframt ein góðan matpakka!
  • Okur vilja gjarna hava boð, um onkur ikki kann koma norður við!
  • Somuleiðis vilja okur hava boð, um onkur næmingur ikki skal suður við fríggjakvøldið!


HEILSAN Annika og Alexandra :-) 


Týsdagurin 25. februar er frídagur! 


Lagt út 19. februar 2020 (AE)

GG! Broyting í tímatalvuni tórsdagin 20. februar:

1. og 2. tími: Støddfrøði sum vant

3. og 4. tími: Føroyskt (í staðin fyri í 7. og 8. tíma)

5. og 6. tími: Evnafrøði sum vant / danskt (uttan Anniku; tykur fáa eina novellu at arbeiða við)

7. og 8. tími: Frí

ÍVERKSETANARBREYTIN skrivar uppgávu frá 3. tíma og úteftir!!!


Lagt út 17. februar 2020 (AE)

Verkætlan / Íverksetan (og fráboðan um frídag ónsdagin)

Í morgin verða framløgur fyri 8. og 9. flokkunum. Hesar framløgurnar eru fyrrapart og eitt slag av frumframførslu, tí seinnapart eru tykur vælkomin í skúlan at síggja framløgurnar kl. 16.30. Tað eru fimm framløgur:

Íverksetan: Smátturnar á Hválinum, Ungdómshús, Green Life og Veðbúð

Verkætlan: Ótti

Vænti, framløgurnar eru undir ein tíma, og vónandi kunnu tykur steðga á eina løtu aftaná, so okur kunnu tosa eitt sindur um túrin til Edinburgh. 

Ónsdagin 19. feb. hava næmingarnir frí, tí lærararnir eru upptiknir av læraradegi í Havn!


Lagt út 13. februar 2020 (AE)

Ónsdagin 19. februar skulu allir lærarar á læraradag í Havn. Tískil hava næmingarnir frí hendan dagin. 

Hava tykur annars sæð: https://tvoroyrarskuli.fo/savn/10-flokkur-i-starvsvenjing-1 :-) 


Lagt út 12. februar 2020 (AE)

VERKÆTLAN / ÍVERKSETAN

Hesa vikuna verður arbeitt í íverksetan/verkætlan, og næmingarnir møta hvønn morgun kl. 08.00. Væntandi verða framløgur týsdagin í komandi viku. Tykur frætta nærri. 


Lagt út 23. januar 2020 (AE)

STARVSVENJING :-) 

Komandi tvær vikurnar (27. januar - 7. februar) er starvsvenjing á skránni! Góðan arbeiðshug :-) 


Lagt út 22. januar 2020 (AE)

Broytingar í tímatalvuni tórsdagin 23. januar 2020:

1. og 2. tími: Danskt

3. og 4. tími: Fyrireiking til íverksetan/verkætlan (øll møta)

5. og 6. tími: Støddfrøði

7. og 8. tími: Føroyskt

GG! EVNAFRØÐI ER AVLÝST Í MORGIN!!!

Minnist til, at telefonpolitikkur skúlans er eisini galdandi fyri 10. flokk!

Køkutombola í morgin í FK - frá kl. 15-18 (á leið). Minnist til at lata tveir vinningar hvør!


Lagt út 20. januar 2020 (AE)

Til tey, ið eru áhugað:

Minnist til freistina at melda til listastevnuna Ung í Føroyum

Listastevnan fyri ung listafólk, nevnd Ung í Føroyum, verður aftur í ár, og freistin at melda til er 26. januar 2020. Lesið meira her: http://ungiforoyum.info/


Lagt út 14. januar 2020 (AE)

Broytingar og tiltøk komandi dagarnar/vikurnar (har onki er viðmerkt, er vanlig skúlagongd):

Tórsdagarnar 16. og 23. januar 2020: Í 3. og 4. tíma er fyrireikingararbeiði til íverksetan/verkætlan. Øll møta. Við eru AE og AR.

Mánadagin 27. januar til fríggjadagin 7. februar: Starvsvenjing

Mánadagin 10. februar 2020, kl. 12.00-13.30: Temaløta um Holocaust (Nám skipar fyri)

Mánadagin 10. februar til mánadagin 17. februar 2020: Verkætlan/íverksetan


Lagt út 13. januar 2020 (AE)

Boð frá leiðsluni:

"Veðurvánirnar síggja ikki alt ov gott út fyri í morgin. Tí vilja vit heita á tykkum um at fylgja við inni á heimasíðuni. Verður skúlagongdin avlýst, verður tað gjørt áðrenn kl. 7.00 undir skundboð."


Skrivað 10. januar 2020 (AE)

  • Mánadagin 13. januar er føroyskt avlýst (1. og 2. tími)!
  • Sí boð niðanfyri frá Alexandru til Íverksetanarbreytina!

Skrivað 10. januar 2020 (AR)

Mánadagin 13. januar fer Íverksetanarbreytin til Klaksvíkar á skeið í sølu og framleiðslu. Hildur (222057) fer við teimum. Tey skulu norður við Smyrli kl. 6, og tey sleppa suður aftur kl. 16. Minnist til at møta í góðari tíð 


Skrivað 07. januar 2020 (AE)

Gott nýggjar :-)

Verkætlanarvikan er útsett!

Av ymiskum orsøkum er verkætlanarvikan útsett til viku 7, 10.-14. februar við framløgu mánadagin 17. februar. Ein av bólkunum er settur saman av teimum, ið hava íversetanarbreyt, og tey eru upptikin part av komandi viku. Høvuðsevnið er - sum kunnugt - Ung í Føroyum. 

Ikki besta veðrið!

Um skúlagongdin verður ávirkað av veðrinum í morgin, verða skundboð løgd á heimasíðu skúlans. 


Skrivað 18. desember 2019 (AE)

Broyting: Skúlagongdin í dag, ónsdag, varð, sum kunnugt, avlýst, og tí verður kirkjugongd í morgin, tórsdag. Øll møta í skúlanum kl. 10.30. Jólahaldið er í SALT klokkan 18.00.


Skrivað 14. desember 2019 (AE)

Takk fyri eina góða hugnaløtu tórskvøldið :-) - og somuleiðis takk fyri væl úr hondum greiddar uppgávur fríggjadagin (bæði upprudding, vasking, vitjanir og annað) :-) Komandi vika er hin seinasta áðrenn jólaferiuna, og skráin er hendan:


Mánadagur 16. desember: Øll møta kl. 08.00 - 12.30. Fyrireiking til verkætlan/íverksetan.

Týsdagur 17. desember: Øll møta kl. 08.00 - 12.00 (greytadagur)

Ónsdagur 18. desember: Øll møta kl. 10.00. Hugnaløta, kirkjugongd og jólamet.

Tórsdagur 19. desember: Ongin skúlagongd fyrrapart. Jólahald skúlans í SALT kl. 18.00!

Fríggjadagur 20. desember: Góða jólafrítíð :-) Síggjast aftur í skúla mánadagin 6. januar 2020!


Skrivað 12. desember 2019 (AE)

Í morgin, fríggjadag, eru okur í skúla frá 9.50-12.30! Øll møta!

Skúlagongdin mánadagin 16. desember er 08.00-12.30. Okur brúka nokk meginpartin av degnum at tosa um verkætlan/íverksetan, og tí er týdningarmikið at møta. Tað verður nokk eisini tíð til eitt sindur av jólahugna :-) 


Skrivað 8. desember 2019 (AE)

Mánadagur 9.- tórsdagur 12. desember: Jólaevnisvika (Øll møta frá 08.00 - 12.30 allar dagar)

Tórsdagur 12. desember: Hugnaløta - opið hús í skúlanum frá 16.00 - 19.00 - øll møta

Fríggjadagur 13. desember: Okur rudda og taka samanum - øll møta kl. 09.50 - 12.30


Skrivað 5. desember 2019 (AE)

Bingo væl yvirstaðið, pláturnar avleveraðar, og flokskonto er stovnað! Við nógvari góðari hjálp eydnaðist okra bingo heilt væl týskvøldið. Okur taka samanum mánadagin, tá okur byrja við eini floksløtu klokkan 8. 

Í morgin, fríggjadag, er síðsta royndin á hesum sinni. Í komandi viku er jólaevnisvika, ið partvíst er skipað sum floksløtur og partvíst í bólkum á ymsum verkstøðum. Nærri kunning á veg!


Skrivað 1. desember 2019 (AE)

Jólaroyndirnar byrja týsdagin og halda á til og við fríggjadagin. 10. flokkur fer upp í føroyskum, donskum og enskum stíli umframt í støddfrøði - í nevndu raðfylgju. Týs-, óns- og tórsdag møta tykur klokkan 10.00, og fríggjadagin møta tykur kl. 09.30. Royndirnar byrja 15 minuttir eftir nevndu klokkutíð. Minnist til at boða mær ella skrivstovuni frá, um onkur tykra vil lána teldu frá skúlanum. Tykur, ið hava egna teldu við, minnist til, at eitt skriviforrit má vera á telduni (word, libre office ella open office). 

Annað:

- Nøkur mangla at avlevera pakka til pakkakalendaran!

- Minnist til at boða frá, um næmingur ikki kann møta (fáið foreldrini at boða frá)


Skrivað 28. november 2019 (AE)

Pakkakalendari: Fleiri hava avleverað pakka í dag; hini avlevera skjótast gjørligt (í morgin ella mánadagin)!

eSport: Í morgin fyrrapart hava nakrir av dreingjunum, avgjørt at hittast á posthúsinum til eSport (adventurebreytin er avlýst í morgin).

Bingo: Sum kunnugt verður bingo týskvøldið 3. desember, kl. 19.00, í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla. Næmingarnir hava verið raskir at skaffa vinningar. Okur hava í dag (AE og AR) tikið samanum við næmingunum, og tað sær gott út, halda okur :-) Tykur fáa eitt yvirlit seinni í dag ella í morgin í seinasta lagi.

Jólaroyndirnar eru í komandi viku (týsdag til fríggjadag)! Lærugreinar og klokkutíðir síggja tykur, um tykur hyggja eitt sindur niður her á síðuni. 


Skrivað 26. november 2019 (AE)

Flokkurin vil gjarna hava ein pakkakalendara, og tí hava okur avgjørt, at tey øll taka ein pakka við í skúla í seinasta lagi tórsdagin 28. november (til ber at avlevera fríggjadagin eisini). Pakkin skal ikki kosta meir enn 50 krónur!

Adventure-breytin er avlýst fríggjadagin, tí tey í Vági hava royndir hesa vikuna! 


Skrivað 24. november 2019 (AE)

Í komandi viku (25.-29. november) er vanlig skúlagongd. Tó kunnu onkrar broytingar koma fyri. Sum áður fráboðað, býta køks- og esportbreytirnar um dagar, so e-sport er mánadagin og køk týsdagin. 


Skrivað 14. november 2019 (AE)

Takk fyri góða uppmøting til foreldraviðtalurnar. Minnist til, at tykur altíð eru vælkomin at kontakta okum lærarar ella skúlan, um okkurt er á vási, og vinarliga sigið frá, um næmingur ikki er/kemur í skúla. 

Nú nærkast desember, og tað merkir, at bæði álvari og hugni eru á skránni. Her er skráin komandi tíðina. Um ikki tykur fáa onnur boð, er vanlig skúlagongd dagarnar fram til 21. november 2019:

(GG! Komandi tveir mána- og týsdagarnir býta køks- og esportbreytirnar um dag, so køk er týsdag og e-sport mánadag)

Tórsdagur 21. november: Pynta flokshølið (kl. 08.00 - 12.30 - øll møta)

Fríggjadagur 22. november til mánadag 2. desember: Vanlig skúlagongd (báðir dagar írokn.)

Týsdagur 3. desember: Jólaroynd í føroyskari framseting (Kl. 10.15 - 14.15)

Ónsdagur 4. desember: Jólaroynd í danskari framseting (Kl. 10.15 - 14.15)

Tórsdagur 5. desember: Jólaroynd enskari framseting (Kl. 10.15 - 13.15)

Fríggjadagur 6. desember: Jólaroynd í støddfrøði - Greiðslurokning (Kl. 09.45 - 13.45)

Mánadagur 9.- tórsdagur 12. desember: Jólaevnisvika (Øll møta frá 08.00 - 12.30 allar dagar)

Tórsdagur 12. desember: Hugnaløta - opið hús í skúlanum frá 16.00 - 19.00 - øll møta

Fríggjadagur 13. desember: Okur rudda og taka samanum - øll møta kl. 09.50 - 12.30

Mánadagur 16. desember: Floksdagur - okur møta øll kl. 08.00 - 12.00 í floksstovuni

Týsdagur 17. desember: Greytadagur (øll møta kl. 08.00 - 12.00; 10. dekkar borð)

Ónsdagur 18. desember: Øll møta kl. 10.30 í floksstovuni. Hugnaløta. Kirkjugongd og støðumet.

Tórsdagur 19. desember: Jólahald í SALT klokkan 18.00


Skrivað 8. november 2019 (AE)

Góðu foreldur og næmingar, viðtalur verða týsdagin 12. november. Okur byrja klokkan 15.00! Vinarliga býtið tykra millum, um tykur ynskja annað tíðspunkt - og sigið endiliga til, um tað ikki liggur fyri at koma. 

Kl. 15.00 - 15.30: Rakul, Levi, Adrian

Kl. 15.30 - 16.00: Johanna, Lilja, Marnar

Kl. 16.00 - 16.30: Nancy, Bogi, Rókur

Kl. 16.30 - 17.00: Gilli, Jóna, Rúna, 

Kl. 17.00 - 17.30: Britt, Ári, Hallur

Kl. 17.30 - 18.00: Jannik, Petur, Markus

Kl. 18.00 - 18.30: Eyðun, Martin, Daniel


Skrivað 7. november 2019 (AE)

Okur hava í dag havt vitjan av Teatret Zeppelin, ið høvdu eina verkstovu við flokkinum um normar (serliga kynsnormar). Sí grein á forsíðuni á skúlans heimasíðu. Hon, ið leiddi verkstovuna í 10. flokki, rósti næmingunum. Tey tosaðu gamaní ikki so nógv, øll, men tey vóru við upp á tað, so eg lovaði at bera tykum boðini frá henni um, hvussu fitt og røsk tey eru (men tað vita tykur jú longu) :-) 

E-sport: Jón hevur gjørt avtalu við E-sport Føroyar um, at okur fáa undirvísarar suður tveir dagar í november: 18. og 25. november. Tað er trupult at fáa alt at passa saman, tí er - sum tykur síggja - talan um tveir mánadagar. Hesar dagar býta køksbreytin og e-sport so um dagar (e-sport mánadag og køksbreyt týsdag). 


Skrivað 5. november 2019 (AE) (dagført 7. november)

Foreldraviðtalur verða í komandi viku. Viðtalurnar verða seinnapart/kvøld týsdagin 12. november 2019. 


Skrivað 4. november 2019 (AE)

START UP-CAMP, mánadagin 11. november 2019

Íverksetarahúsið kemur suður at skipa fyri einum START UP-CAMP, sum tey kalla tað. Tey hava valt mánadagin 11. november til tiltakið (tað verður sostatt ikki hesa vikuna). Tíðspunktið er seinnapart (kl. 12.00-18.00), og næmingarnir hava tískil frí fyrrapart tann dagin! Luttakandi flokkarnir eru 9.a, 9. b og 10.a. Nærri kunning verður løgd út skjótast gjørligt. 


Skrivað 30. oktober 2019 (AE)

Í morgin, tórsdagin 31. oktober, eri eg í arbeiðsørindum í Havn, og tað ávirkar tímatalvuna hjá 10. flokki. Alexandra flytur sínar tímar í føroyskum upp til 3. og 4. tíma, so næmingarnir hava frí í 7. og 8. tíma. Eg leggi eina uppgávu á heimasíðuna til næmingarnar í donskum, áðrenn tímin í morgin byrjar (skrivið til mín ella kontaktið Jón, um tykur ivast í onkrum). 

Í komandi viku er START UP-CAMP á skránni. Tað er íverksetarahúsið, ið kemur suður at standa fyri tiltakinum. Tað eru 9. og 10. flokkarnir, ið luttaka. Okur hava avgjørt, at øll í 10. flokki eru við til tiltakið, og so avgera okur í felag aftaná, um okur sum flokkur fara at arbeiða við siðbundnari verkætlan ella íversetan í januar. 


Skrivað 29. oktober 2019 (AE)

Fyrireiking til jólavikuna

Í samband við jólavikuna var í morgun eitt lutakast millum flokkarnar í Tvøroyrar skúla. Allir flokkar fingu tillutað eitt land við lutakasti, og tað landið skal síggjast aftur í jólastákanini í flokkinum. Okur fingu Australia, so onkur jólamaður í shorts kemur nokk at pynta stovuna í næstum :-) 


Skrivað 21. oktober 2019 (Jón)

Góðu næmingar á E-sportsbr.

Eg havi ikki fingið boð aftur um teldurnar, tí noyðast okur at avlýsa E-sport í morgin. Jón


Skrivað 10. oktober 2019 (AE)

RENNIDAGUR

Góðu næmingar!

Um viðrar, verður árligi rennidagurin í morgin 11. okt. Tó er ivaveður, og møguleikin er til staðar, at tiltakið verður útsett. Okur møtast tó øll (10. flokkur) til morgunmat í morgin, fríggjadagin kl. 8 :-) 


Skrivað 9. oktober 2019 (AE)

- Minnist til at lata støddfrøðiuppgávuna inn til Anniku í morgin, tórsdag! 

21.oktober 2019 (Jón)

Góðu næmingar á E-sportsbr.

Eg havi ikki fingið boð aftur um teldurnar, tí noyðast okur at avlýsa E-sport í morgin. Jón

16.03-2020

Góðu næmingar í 10.fl.

STØDDFRØÐI: Tykur skulu brúka hesa vikuna til at endurlesa (repetera) funksjónir á 2. stigi (s.71-81) í Skygni 10.

Tað er ikki nóg mikið bert at lesa, tykur skulu gera uppgávurnar so hvørt eisini. umráðandi er, at tykur lesa grønu kassarnar væl og eftirfylgjandi gera uppgávurnar. Okur hava gjørt uppgávurnar fyrr í ár, men tað er gott at fríska tað upp aftur. Hetta verður tað fyrsta okur gjøgnumganga, tá tykur koma í skúla aftur



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet