18/2-2021
Kunningarbræv til heimini um lesiátakið 2021
Góðu foreldur og avvarðandi
Lesiátakið 2021 verður í Trongisvágs skúla frá mánadegnum 22. februar til og við fríggjadagin 5. mars. Lesiátakið verður skipað soleiðis, at næmingar í 2. flokki og 3. fokki lesa hvønn dag í 20 minuttir, og síðan verða teir settir saman at parlesa tvey og tvey í 15. minuttir. Næmingarnir skulu eisini lesa heima í minsta lagi 15 minuttir hvønn dag, og hvør næmingur fær eitt lesikort heim við, har foreldrini skulu vátta, hvussu nógv er lisið heima.
Í hesum lesiátakinum fáa næmingarnir hvønn morgun tíð at hugsavna seg í eini bók og venja harvið bæði lesiførleikan og førleikan at gerast ein sjálvstøðugur lesari.
Tosað verður eisini um at seta sær mál, hvussu nógvar bøkur ein vil lesa í 2 vikur.
Endamálið við hesum lesiátaki er m.a., at næmingurin skal:
- finna lesigleðina
- læra at seta sær mál fyri lesing
- venja seg at gerast ein sjálvstøðugur lesari
Vit vóna, at øll fáa gleði at hesum lesiátaki, og at tit heima stuðla barni tykkara at lesa hvønn dag.
Við lesikvøðu
Bjørg Hofgaard, deildarleiðari, Trongisvágs skúli.
___________________________________________________________________________________
Tunnusláttur
Mánadagin 15.02
í Trongisvági
Møta sum vanligt kl. 08.00 til morgunsang. Onga skúlatasku, men hava matpakka við.
Farið verður upp á gólv eftir morgunsangin. Siður er, ikki at kvøða í grýluklæðum:
Tey, ið ynskja at verða grýluklødd, kunnu skifta og mála til kl. 09.30 Síðan verður etið og fríkorter.
Klokkan 10.00 byrjar tunnuslátturin. Øll tunnan skal sláast niður.
1a. Skúlahøll vestur SN/SJ/JV
2a. Skúlahøll eystur EJ/LíB/B
3a. Forhøll CP/JL
KATTA DROTNING/KONGUR fáa krúnu og gávu frá flokslæraranum
Øll fáa sunkist og føstulávintsbolla
Skúladagurin endar kl. 12.00.
FRÍDAGUR ER TÝSDAGIN 16.02
28/1-2021
Góðu foreldur.
Foreldraviðtalur eftir avtalu verða komandi tórsdag 4. februar frá kl. 14.00. Tey, ið ynskja viðtalu, kunnu ringja til Elina á til 214058.
______________________________________________________________________________________________
5/1-2021
Góðu foreldur og børn.
Hesa vikuna og komandi tríggjar vikurnar fara børnini í 2. flokki at skriva hvønn dag í heftinum "Skriving 2". Vit leggja dent á, at bókstavurin verður skrivaður rætt (uppifrá og niður, fylgja pílinum - yvirlit yvir bókstavir er í heftinum). Børnini skriva 3-4 síður hvønn dag í skúlanum - verða tey ikki liðug, mugu tey skriva liðugt heima til næsta dag. Heftini liggja í skúlanum , um tey einki hava fyri heima.
Eftir hesa skriving fara vit í holtur við formskrift 1, har vit læra at binda bókstavirnar saman.
Heilsan Elin
______________________________________________________________________________________________
8/12-2020
Jólavikurnar í 2. flokki:
(GG! Broytingar kunnu koma fyri - hyggið inn á vikuætlanina hvønn dag)
Mánadag | 7 | Vanlig skúlagongd |
Týsdag | 8 | Vanlig skúlagong |
Ónsdag | 9 | Vanlig skúlagongd. Kl. 10.00 fara vit at vitja í Tvøroyrar skúla (djórini í lívfrøði) |
Tórsdag | 10 | Vanlig skúlagongd |
Fríggjadag | 11 | Vanlig skúlagongd |
Mánadag 08.00-12.30 | 14 | Lucia dagur & 3. Fl. skipar fyri tiltaki. Onga tasku við. |
Týsdag 08.00-12.30 | 15 | Lummalyktaløta í Plantaguni. Kl. 11.00 framførir 2 fl. leikin um úlvin....... Onga tasku við. |
Ónsdag 08.00-11.20
| 16 | S.A.L.T video upptøka - jólatiltak 2 fl. 10.30 við bussi. Á pallinum kl. 11.00 EJ/ Lív Nissudans. Havið nissuhúgvu við! Onga tasku við. |
Tórsdag | 17 | Kirkjugongd. Møta í fimleikarhøllini úti á Tvøroyri kl. 09.45 við flokslærara. Tá kirkjugongdin er liðug; møta aftur í fimleikarhøllini. Bussur koyrir. |
Fríggjadagur | 18 | 11.00 – 12.30 Jólahald í skúlahøllini. 1fl. – 2fl. – 3fl. Jólafrítíðin byrjar |
Í skúla aftur mánadagin 4. januar kl. 8.00.
_________________________________________________________________________________________________________________
7/12-2020
23/11-2020
Foreldraviðtalur mánadagin 30/11.
Tit eru vælkomin at býta um tíðir tykkara millum.
kl. 13.00 Linda
kl. 13.10 Dávur
kl. 13.20 Marita
kl. 13.30 Óðin
kl. 13.40 Lucka
kl. 13.50 Lukas
kl. 14.00 Adrian
kl. 14.10 Ian
kl. 14.20 Sirið
kl. 14.30 Heidi
kl. 14.40 Mattias
kl. 14.50 Geiri
kl. 15.00 Silas
kl. 15.10 Bjørk
kl. 15.20 Marius
kl. 15.30 Ida
kl. 15.40 Oskar
kl. 15.50 Rókur
________________________________________________________________________________________
19/11-2020
Jólaevnisdagar.
24., 25. og 26. nov. verða jólaevnisdagar. Tit síggja inni á vikuætlanini, hvat børnini skulu hava við hesar dagar.
Kh. Elin
_______________________________________________________________________________
16/11-2020
Góðu tit øll :)
Hesa vikuna arbeiða vit bara við sjónleiki. Børnini skulu hava eitt vælútgjørt penalarhús við í skúla. Ongar bøkur (Svimjing verður tó týsdagin).
Tey hava fingið eitt eintak av søguni heim við, sum tey/tit kunnu lesa.
Í morgin fáa tey søguna sum leik heim við, og ynskja vit, at tit lesa/venja heima við barninum.
Vit fáa brúk fyri ymiskum "tingum" til leikin. Børnini hava fingið at vita, hvat tey kunnu hava við.
Vit eru sera spent. Hetta verður stuttligt.
Kh Elin
_____________________________________________________________________________________
9/11-2020
GG! Um tit ynskja at keypa "Mín jólabók 2020" mugu tit keypa beinleiðis við gjaldskorti á strok.fo. Flokslærararnir taka ikki ímóti peningi. Vit orsaka, at boðini ikki komu út beinanvegin, børnini fingu seðilin við heim.
05.11.2020
Góðu foreldur
Børnini hava fingið haldaraseðlar til Mína jólabók 2020 við heim. Bøkurnar verða sendar út í skúlarnar í viku 48, so haldarar fáa bøkurnar fyri 1. desember. Tó, so stendur á haldaraseðlinum, at skal ein vissa sær bókina fyri 1. desember, skal man hava goldið áðrenn 15. november.
Vh Jonleyg, tlf 264995
___________________________________________________________________________________________
2/11-2020
Góðu foreldur.
Eg fari at minna tykkum á at lesa heima við barni tykkara eina løtu hvønn dag. Hetta hevur stóran týdning fyri lesimenningina hjá barninum. Tey kunnu lesa hvat sum helst. Krabbabøkur og aðrar barnabøkur kunnu tey lána frá skúlanum.
Bókasavnið í Tvøroyrar skúla: Almennu upplatingartíðirnar eru týs- og tórsdag frá klokkan 17.00-20.00.
Heilsan Elin
_________________________________________________________________________________________________
18/10-2020
GG! Myndir verða tiknar inni í Trongisvágs skúla tórsdagin 22/10.
11
febtest boð