Boð og tíðindi

Mánadagur 11.04.2020 

Góðu tit 

Minnist til at hava svimjuklæðir við fríggjadagin 15.04. Tit skulu eisini minnast at hava allar eingangsbøkur og vinkulmátara við í skúla. 

Kh Jonleyg




Fríggjadagur 01.05.2020. 

Góðu foreldur í 4.a. 

Frá mánadegnum 04. maj fer 4. flokkur at ganga í skúla úti í Tvøroyrar skúla. Vit hava fingið dupultstovuna,  ( har nokk er av plássi ) sum vit kunnu nýta í hesum tíðarskeiði. Vit vera Jonleyg og Mariann Mortensen, sum koma at vera um flokkin. 

Gingið verður inn í nýggja skúla, har sum køk er. Skúlin opnar 07.50 og er skúlagongdin til kl. 12.00 hvønn dag. 

Nú skúlagongdin byrjar aftur, er okkum álagt at taka ymisk atlit til reinføri og fjarstøðu, og vilja vit gera alt, sum vit kunnu, fyri at hetta verður gjørt so optimalt sum gjørligt. Um hetta skal eydnast væl, er týdningarmikið, at heim og skúli draga somu línu. 

Sum nevnt í kunningarskrivi skúlans, so ber ikki til at lána blýantar, viskileður og aðra útgerð frá skúlanum ella floksfeløgum, og tí mugu allir næmingar hava alt, sum teimum tørva við heimanífrá. 

Matpakkar skulu vera einfaldir, soleiðis teir kunnu etast uttandura og uttan at lána gafflar o.a. 

Drekkidunk skulu øll børn hava við. 

Næmingarnir skulu hava bókakassan við sær ( við øllum bókunum ) mánadagin 04. maj. Bókakassin kemur at virka sum teirra bókagoymsla, tí bøkurnar skulu ikki berast millum heim og skúla. Sostatt verður einans arbeitt í bókunum í skúlanum. 

Til ber eisini at geva børnunum leikur við í skúla, sum tey kunnu spæla við t.d. hoppiband, krit o.a. 

Greiðið teimum tó frá, at tey ikki kunnu lána ímillum sín. 

Vit gleða okkum at síggja børnini aftur. 

Vinarliga Jonleyg 264995 og Mariann 253130








Mánadagur 27/4-2020

Hey tit øll :)

Tað er ikki altíð so lætt at vita, um børnini hava trupulleikar við rokningini, nú hon fyrigongur umvegis internetið.

Tí vilja vit heita á tykkum foreldur at spyrja tykkara barn, hvussu hevur gingist við rokningini teir dagar, roknað verður. Á vikuætlanini kemur at standa, hvørjar uppgávur verða loystar ávísa dagin.

Er onkur avbjóðing (skilir ikki ordiliga, ikki roknað alt ella okkurt annað) vilja vit fegnar hoyra frá tykkum. Tit kunnu ringja ella skriva.


Heilsan 

Mariann 253130

Elin 214058



_____________________________________________________________________




Tórsdagur 23/4


Hey :)

Møtast aftur inni á Teams í morgin kl 8.30. 

Havið Roknibók og hefti klárt.

Venja eisini tabell á Emat.dk - havið brúkara og loyniorð klárt.


Kh Elin




Týsdagur 21/4-2020


Hey :)

Vit síggjast kl. 10.15 inni á Teams í morgin.
Vit fara at royna at rokna í einum dokumenti á Teams - tað er sera smart. Ikki neyðugt at skriva inn í rokniheftið hjá tykkum, tit skriva direkta inn í dokumentið :) :)

Eg eri spent at hoyra/síggja tykkum í 4.a.

Kærar heilsur Elin.




fríggjadagur 17.04.2020

Góðu børn 

Mánadagin 20.04 fara vit undir fjarundirvísing inni á Teams. Hetta er nakað vit ongantíð hava roynt áður, so vit skulu øll læra okkum at brúka hetta. 

Tað verður sjálvandi eg sum byrji, og so koma tit inn, tá tit síggja eg eri har. Ikki fella í fátt, vit skulu nokk klára tað, minnist til at hetta er spildurnýtt fyri okkum øll. 

Eg komi at práta við tykkum mánadagin, og so taka vit tað harfrá. 

Tá vit eru trygg við at brúka Teams, so verður eisini lættari at arbeiða inni har. 

Sum tit síggja inni á tímatalvuni, so liggja teir í blokkum,  (2 í senn ) men vit byrja ikki fyrr enn kl. 8.30 hvønn morgun til kl. 10.00, síðani er steðgur í 15. min. og byrja verður aftur kl.10.15 - 11.45 

Eg eri sera spent at síggja tykkum øll aftur. 

Kh Jonleyg tlf. 264995


13.03.2020 

Góðu børn 

Eg havi lagt heimaarbeiði fyri teir 14 dagarnar, vit eru í karantenu,inni á vikuætlan. Tit finna Nem-bókina og krabbabøkurnar inni á Ibok.nam.fo, meðan Mandy on Holiday er inni á Snar.fo.

G.G bæði Nem og Mandy hava ljóðfílir.

Tit rita tykkum inn á Ibok.nam.fo við tykkara brúkaranavni og loyniorði.

Eitt gott hugskot er at skriva dagbók yvir hesar 14 dagarnar, tit nú skulu í holtur við.

Góðan arbeiðshug og ansið eftir tykkum. 

Kh Jonleyg tlf. 264995


14.03.2020

Góðu tit

Skúlatingini í rokning eru uppgávur sendar til tykkara á emat.dk. Tit hava brúkaranavn og loyniorð til síðuna. Eg sendi tykkum uppgávur teir dagar, ið tit hava rokning á tímatalvuni; týs-, óns- og tórsdagar.


Eitt sera gott hugskot er at rokna uppgávur á netinum. Henda leinkja er til roknibókina hjá tykkum:

podium.gyldendal.no/multi-nettoppgaver

Veljið 5a, ið svarar til tykkara roknibók 4a.

Gott hevði verið, um tit arbeiða við kap.1 Heil tøl, kap. 2 Hagtøl og kap. 3 Desimaltøl.


Blíðar heilsanir Elin (eru spurningar, vælkomin at ringja 214058)


eggg






Netuppgávur í rokning til 4.a - Eyka venjing í rokning, um tit hava hug:


podium.gyldendal.no/multi-nettoppgaver

Tit skulu velja 5a, ið svarar til okkara 4a roknibók.



Ítróttur 4.a skúlaárið 2019/20

Mánadag, 5. og 6. tíma


Dagfesting

Svimjihøll

Bólkur

Ítróttarhøll

Bólkur

26. aug

1

2

2. sep

2

1

9. sep

1

2

16. sep

2

1

23. sep

1

2

30. sep

2

1

7. okt

Felags ítróttur í Trongisvági

Felags ítróttur í Trongisvági

14. okt

Heystfrítíð

Heystfrítíð

21. okt

1

2

28. okt

2

1

4. nov

1

2

11. nov

2

1

18. nov

1

2

25. nov

2

1

2. des

1

2

9. des

Jólaevnisvika (ongin ítróttur)

Jólaevnisvika (ongin ítróttur)

16. des

Felags ítróttur í Trongisvági

Felags ítróttur í Trongisvági




Bólkur 1

Bólkur 2

Baldrian

Billa

Eyðun

Hans Jacob

Kaleb

Marita

Natalia S.

Natasja

Sissal

Tobias

Óluvá

Bárður

Birita Maria

Brandur

Erla

Eyðbjørg

Harry

Julia

Lias

Natalia H.

Ólavur

Tanja



Reglar:

1)Næmingarnar, ið skulu svimja, møta úti í Tvøroyrar skúla. Næmingarnir skulu bíða í ganginum uttanfyri lærarastovuna.

Havi skiftiklæðir/skógvar til ítrótt í høllini. Sleppa ikki at luttaka uttan skiftiklæðir. Handklæði við til eitt skjótt skol undir brúsuni.

Seta skógvarnar inn ímóti vegginum í ganginum.

Lata telefonirnar í kassan áðrenn skift verður.

Áðrenn svimjing – vaska væl við sápu


Heilsan Cecilia (tlf. 591985) og Estrid (tlf. 254925)


Góðu foreldur                                                                                                       Trongisvágur 28.02.20

Fráboðan er komin til Tvøroyrar skúla um, at skrubb er staðfest. Tó er ongin fráboðan komin til Deildina í Trongisvági. Fyri at binda um heilan fingur, fari eg at heita á tykkum foreldur um at fylgja væl við. Góð ráð um fyribyrging og viðgerð er í hesum faldaranum hjá Gigni

http://gigni.fo/Data/Register/7E9290B1-39C7-4395-9E5F-F222E06F909C/8C230843-B2C8-408B-8A1E-00EBCF089EEB/EB9A2D8F-EE21-47A0-B685-F3D418FA7505.pdf

Vinarliga Bjørg



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet