24.02.: Í viku 9 fara vit fyri fyrstu ferð undir verkætlanararbeiði. Næmingarnir skulu fyrst velja eitt høvuðsevni fyri síðani at velja viðkomandi undirevni. Arbeitt verður síðani við at savna inn vitan, soleiðis at spurdómarnir, ið næm. orða í bólkunum, kunnu lýsast og svarast:-)
Høvuðsevni er:
Fjøran
12.02.: Mánadagin sláa við tunnu. 6. og 7. flokkur byrja at sláa umleið kl 10:00. Vinningar verða latnir til flokkin, ið hevur "vakrastu" grýlurnar. Sunkist og føstulávintsbollar verður at fáa.
Ikki er neyðugt at taka skúlatasku við!
29.01.: Góðu foreldur
Skúlin hevur bílagt geymar, og so skjótt teir eru telduvørðinum í hendi, verða teir útflýggjaðir tykkum við sjónleikinum á.
Vh Flokslærarin
Skrivað 1/10-20 - AT
Árligi rennidagurin verður í morgin fríggjadagin 2. oktober. Næmingar møta sum vanligt kl. 08.00.
Skúladagurin endar kl. 11.30, tá skúlabussurin koyrir.
Um onkur næmingur ikki kann møta vegna sjúka ella annað, má flokslærarin fáa boð áðrenn kl. 08.00.
Um ongi boð koma, telur viðkomandi næmingur við, sum um hann er møttur, men onki hevur runnið, og ger tí miðaltalið fyri flokkin verri. Um fráboðan kemur um sjúku, telur viðkomandi næmingur ikki við.
Verið nú so røsk :o)
Viðvíkjandi SVIMJING:
Nú fara okur at býta næmingarnar í 5. og 6. fl. í svimjing í 3 lið, soleiðis at tey svimja 3. hvørja viku.
Lið 1: Lias, Tobias, Ólavur, Símun, Elian, Brandur O, Dánjal, Erla, Birita, Natalia H, Andrea, Elsa, Nicole og Julia.
Lið 2: Kaleb, Eyðun, Harry, Baldrian, Nathaniel, Markus, Bárður S, Gabriel, Marita, Tanja, Natasja, Natalia S, Óluva.
Lið 3: Bárður O, Hans Jacob, Brandur S, Thorman, Elias, Bergur, Eyðbjørg, Sissal, Billa, Julia, Marjun, Barbara, Amanda.
Vinarlig heilsan
Turið
Eg verið burturstaddur alla viku 40. Dánjal Viðoy lesur tímarnar tlf 265993
Flokslærarin
Góðu foreldur
17.09.:Kunnandi foreldrafundur verður í heimastovuni mánakvøldið 21.09 kl 19:00. Mælt verður til at eitt foreldur møtir fyri hvønn næmingin.
Kæru foreldur
Í vikuni hava øll børn í miðdeild fingið barnablaðið STROK í taskuna. Hyggið í blaðið saman við barninum og gerið av, um tykur ynskja at gerast haldarar av STROK. STROK er m.a. um føroysk børn og ung, á føroyskum, og títt barn kann eisini vera við at skriva og tekna fyri STROK. Tú teknar hald við at fara inn á strok.fo
Vinarlig heilsan
Turið
09.09.2020
Tíðarskeið: | TG | Wi | AT | TE | PO | |
Týsdagar | Smíð | Køk | Handarb. | Sang | Evning | |
8. september - 20. oktober | Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bólkur 3 | Bólkur 4 | Bólkur 5 | |
27. oktober - 1. december | Bólkur 5 | Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bólkur 3 | Bólkur 4 | |
5. januar - 9. februar | Bólkur 4 | Bólkur 5 | Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bólkur 3 | |
23. februar - 6. apríl | Bólkur 3 | Bólkur 4 | Bólkur 5 | Bólkur 1 | Bólkur 2 | |
13. apríl - 25. mai | Bólkur 2 | Bólkur 3 | Bólkur 4 | Bólkur 5 | Bólkur 1 | |
Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bòlkur 3 | Bólkur 4 | Bólkur 5 | ||
7. flokkur: | Bjarma | Eir | Heidi | Ida | Ketty Maria | |
Kristina | Ranja | Sanna | Ritva | Ronja | ||
Silvia | Sólvá | Silja | Joan | Trinemia | ||
Alex | Eli | Erik | Josva | Julius | ||
Rólant | Kristian | Niels Juul | Markus N. | Róar | ||
6. flokkur: | Elsa | Marjun | Julia | Nathaniel | Thormann | |
Amanda | Barbara | Andrea | Símun | Elias | ||
Elian | Brandur | Markus B. | Bárður | Gabriel | ||
Danjal | Bergur |
04.09.2020: Nú verður farið aftur til tað vanligu/upprunaligu tímatalvuna. Næmingarnir fingu eitt eintak av henni við sær í dag. Handverk og list fevnir um: evning, handarbeiði, sang/tónleik, smíð og heimkunnleika/køk.
Skúlabussurin fer eisini at koyra aftur.
?
Læraratoymið skúlaárið 2020/2021:
Poul B. Olsen, lærugreinir: fø, da, n/t og evn. Tlf. 211971
Anna Thomsen, lærugreinir: stødd, sø/sam og handarbeiði. Tlf. 263063
Súsanna Mortensen, lærugreinir: enskt og kristni. Tlf. 223414