Lagt út 10/2-2021
Flokkurin fer at sláa tunnu fríggjadagin 12/2 kl. 14.00. Sligið verður í húsinum hjá Silju og teimum í Kirkjubrekkuni. Tað er hvíta húsið, ið er beint oman av teirra reyða húsi. Tit klæða tykkum í okkurt stuttligt. Eg bjóði bollar, tit hava sjálvi eitt kakaosunkist ella okkurt líknandi við at drekka. Byrjað verður kl 14.00 sharp. :)
________________________________________________________________________________________
Støddfrøðin restina av hesum skúlaárinum: (er lagt út 30. jan.)
Tað, sum eftir er av hesum skúlaárinum, fara vit at arbeiða bæði í "Rokning 6b" og í Skygni 7 (mest í Skygni 7)
Ætlanin er, at bert tann roknibókin, sum vit arbeiða við, skal koma við heim. Hin kemur at liggja í skúlanum.
Vónandi fer hetta ikki at forvirra tey óneyðugt. Vit fara at leggja okkum eftir at gera týðuligt skifti í skúlanum, so rætta bókin kemur við heim og hin kemur á hillina í floksstovuni.
Hendir tað hjá onkrum, at Skygni 7 liggur eftir í skúlanum onkran dagin, tá tey skulu fyrireikað seg heima, so ber til at finna leinkjuna til netútgávuna av bókini herundir:
Leinkjan til roknibókina: "Skygni 7"
Læraralesandi kemur í starvsvenjing
Vit eru so heppin, at Rannvá Berg í Heiðunum, sum er læraralesandi á 4. ári, hevur ynskt at koma í starvsvenjing í Tvøroyrar skúla. Hon skal hava 3 flokkar í støddfrøði. 7. flokkur verður ein teirra.
Hon byrjar 1. feb. og verður í 3 vikur.
Av tí at eg sjálv eri upptikin av verkætlan í 9.fl. 1. feb. byrjar hon ikki rættuliga í 7. fl. fyrr enn tórsdagin 4. feb.
Vit vænta og vóna at Rannvá verður glað fyri at vera saman við okkum í 3 vikur.
Vh Hildur
_________________
Lagt út 27/1-2021
Tit hava fingið eina søgu fyri, ið tit skulu skriva heima. Søgan skal latast inn 8/2. Minnist til at halda tykkum til tey 250- 300 orðini, ið vit samdust um. Ikki bíða til síðstu løtu at skriva, byrjið í góðari tíð og gerið tykkum ómak. Tit senda søguna til tg1812v9@skulin.fo
Hugnaløta í skúlanum tórskvøldið 21/2 Lagt út 13/1-2021
Øll møta í skúlanum (heimastovuni) kl. 17.00. Okur fara í køkin at gera okum okkurt gott at eta, okkurt gott verður eisini omaná. Kvøldið endar millum kl. 21:00-22:00. Tey skulu ikki hava annað við enn tað, ið tey skulu drekka.
vh
TG
Her er leinkjan til ljóðbókina "Samfelagið og eg". Tá tit trýsta á fyri at lurta, tekur tað nøkur sekund, áðrenn tað byrjar :) Gevið tol eina lítla løtu.
https://snar.fo/ljodbokur/samfelagsfroedi-og-eg
Vh Hildur
__________________________________________________
Lagt út 2/12-2020
Skráin sær tí soleiðis út fyri viku 50, ið er frá mánadegnum 7/12 - fríggjadagin 11/12
Kl. 8.00 - 8.30 Flokslæraraløta
Kl. 8.30 - 8.40 Lítil steðgur
Kl. 8.40 - 10.20 Verkstað 1
Kl. 10.20 - 10.40 Matarsteðgur
Kl. 10.40 - 12.20 Verkstað 2
Kl. 12.30 Skúladagurin liðugur
Lagt út 23/11-2020
Jólasøga verður skrivað hesa vikuna, mánadag 2 tímar, ónsdag 2 tímar og fríggjadag 1 tíma. Tey skriva inni á office365, og eru tí ikki bundin at einari teldu. Hetta merkir, at tey kunnu eisini skriva heima. Søgan skal helst liggja millum 300 - 400 orð. Haldið tykkum til tað. Jólasøgan skal sendast til mín gjøgnum office365, mín adr er : tg1812v9@skulin.fo
vh
TDG
______________________________________
Vh Toymið handan 7. fl.
Í samfelagsfrøði í dag, funnu vit útav, at nýstovnaði lesiringurin er "toppskorari" av øllum frítíðarvirkseminum, sum næmingar í 7 fl. eru partar av. Tað gleðast vit um :)
Tann sera spennandi og stuttliga bókin "Teir horvnu kirkjubøstólarnir" skal lesast áðrenn 30. nov. tá tey øll fara at hittast og tosa um bókina.
Góðan lesihug :)
Vh Hildur
________________
Lagt út 5/11-20
Foreldrafundur 11/11 - 12/11
Foreldraviðtala hjá 7. flokki. Við verða Alexandra, Hildur, Súsanna og Thordar.
Ónsdag 11/11-20 møta hesi: | Tórsdag 12/11-20 møta hesi: |
Kl 15.00 møta hesi:
| Kl. 15.00 møta hesi:
|
Kl. 15.40 møta hesi:
| Kl. 15.40 møta hesi:
|
Kl. 16.20 møta hesi:
| Kl. 16.20 møta hesi:
|
__________________________________________________________
Lagt út 4/11-20
Nú verður møguleiki hjá 7. flokki at fara til lektiucafe týsdagar eftir ítrótt.
Lektiucafe verður hvønn týsdag í 7. tíma í Trgv. skúla, Elin J tekur sær av hesum. Hetta er tímin beint eftir ítrótt, so hetta eigur at bera til. Bussurin koyrir tey heim, tá ið tey eru liðug.
Tey, ið svimja kunnu fara á lektiucafe hjá Annu í 7. tíma, og tað eru úti í Tvøroyrar skúla.
Hetta byrjar týsdagin 17/11-20
_____________________________________________________________
Lagt út 26/10-20
Hey góðu foreldur. Okur skulu taka nýggja felagsmynd, tað verður gjørt fríggjadagin 30/10 kl. 9.30
vh
Thordar
____________________________________________
Lagt út 20/10-20
Lektiucafé
Vit hava broytt tíðirnar í lektiucafeini so tær framyvir eru týsdag 13.25 – 14.55 og ónsdag 11.45 – 13.15.
_________________________________________________
Myndatøka verður onsdagin 21/10 kl. 11.45
Lagt út 15.10.2020
Myndatøka, sí linkið
https://tvoroyrarskuli.fo/savn/myndatoka-3
______________________________________________________________
Lagt út 01.10.2020
Rennidagur, sí íkrøkta linkið
https://tvoroyrarskuli.fo/savn/rennidagur-2020
__________________________________________________________________
Lagt út 17.sep
Í samband við landsroyndina, ið byrjar í komandi viku, skulu næmingarnir royna at logga seg inn á roynd.skulin.fo (hetta skulu tey royna heima) Brúkaranavn og loyniorð er tað sama, ið tey brúka til teams.
_________________________________________________________________________________
Kæru foreldur
Í vikuni hava øll børn í miðdeild fingið barnablaðið STROK í taskuna. Hyggið í blaðið saman við barninum og gerið av, um tykur ynskja at gerast haldarar av STROK. STROK er m.a. um føroysk børn og ung, á føroyskum, og títt barn kann eisini vera við at skriva og tekna fyri STROK. Tú teknar hald við at fara inn á strok.fo
Vinarlig heilsan
Turið
Vit byrja aftur við eMat er lagt út 08. sep.
Fyri at fríska upp grundleggjandi roknihættir, fara vit aftur at byrja við eMat uppgávum einaferð um vikuna, í eina tíð.
Talan er um 8 smá stykkir, sum verða løgd klár út á emat.dk hvønn tórsdag. Tey hava so eina viku til at gera uppgávurnar lidnar, tá tað passar inn hjá teimum. Uppgávurnar skulu bara gerast innan eina viku.
Fyrsta innlating (á telduni) er tórsdagin 17. sep. Uppgávurnar verða tøkar á heimsíðuni tórsdagin 10. sep.
Vh Hildur
_________________
Lagt út 3/9 kl. 14.30
- Í dag havi tey fingið nýggja tímatalvu við heim, hon verður galdandi frá mánadegnum 7/9.
- Felags foreldrafundur verður 15.sep. kl. 18.00 í heimastovuni. Bert eitt foreldur/avvarðandi av hvørjum næmingi.
Vit skifta Kr og Støddfr. um (týsdagar og tórsdagar) er lagt út 18. aug
Samb. (korona)tímatalvuni, sum tey hava fingið við heim, hava næmingarnar 3 tímar støddfr. tórsdag, tað meti eg vera óheppi. Eg havi tí valt at gera eitt lítið skifti, soleiðis at kristni týsdag og 3. støddfrøði tímin tórsdag, skifta um.
Nú hava vit støddfrøði í 3 dagar ístaðin fyri tveir dagar í vikuni.
Vh Hildur
_________
https://tvoroyrarskuli.fo/savn/skulin-byrjar-aftur
Lagt út 18/8
Undirvísingin viðv. landalæru og lívfrøði.
Tær komandi 4 vikurnar koma tey at hava lívfrøði, eftir tað blíva 4 vikur við landalæru. Fylgið bara við inni á heimasíðuni.