Boð og tíðindi


Viðv. innlatingarhefti til greiðslurokning  (er lagt út 19.okt.)

At hava við í skúla ónsdagin 21. okt.

Nú, vit skjótt aftur fara at arbeiða við innlatingum av greiðslurokning, skulu allir næmingar hava eitt roknihefti, bert til innlating. 

Gott, um tað er eitt A4 stødd hefti, sum tað á myndini.

Vh Hildur

_______________


Viðv. Støddfrøði  (er lagt út 14. sep.)

Nú er vanlig tímatalva byrjað og vit fara í eina tíð framyvir, við síðuna av vanligu støddfrøðibókini, at arbeiða við emat.dk. Hetta er støddfrøði uppgávur, sum eg gevi tykkum at loysa á telduni. 

Ætlanin er, at tit her rokna teir mest grundleggjandi roknihættirnar og so eitt sindur av venjing av ymiskum, sum vit arbeiða við í bókini.

Ætlanin er, at tit fáa eina viku at gera 10 smáar uppgávur. Uppgávurnar skulu gerast heima TIL hvønn ónsdag. Nýggjar uppgávur verða lagdar út hvønn ónsdag og so kunnu tit velja at gera nakrar uppgávur, tá tað passar tykkum best. Tær skulu bara allar vera lidnar og latnar inn áðrenn hvønn ónsdag.

Ætlanin er sjálvandi, at tit IKKI brúka roknimaskinu, men bert blýant og kladdupappír. Um tit ivast, hava tit møguleika at leita tykkum hjálp, undir hvørjari einstakari uppgávu. Har liggur bæði eitt skrivligt dømu um uppgávuna og eitt ella tvey stutt videobrot, har greitt verður frá.

Tá tit lata inn, síggja tit, hvussu nógv % er rætt. Eg vil hava at tit eru tætt uppá 80%. Eru tit langt undir, so er at royna umaftur :)

Øll hava fingið eitt lætt loyniorð at brúka til síðuna og tit hava lært at brúka tað í skúlanum og nú er bara eitt at siga: Góðan arbeiðshug :)

Vh Hildur





 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet