Boð og tíðindi

Góða summarferiu, verður ynskt tykkum øllum.

(Er lagt út 19.juni 2020)


Vinarliga toymið í 8.b

Alexandra, Winnie, Malla og Hildur

____________________

Lýsing av próvtalsstiganum

(Er lagt út 19.juni 2020)





Flokslæraradagur 17. juni.

(Er lagt út 16.juni 2020)

Flokslæraradagur 17. juni.

Tit møta kl. 08.30 í floksstovuni (tey, sum noyðast at koma við bussi til kl. 08.00 er sjálvandi vælkomin tá).

Tey, sum enn mangla at lata bøkur inn, hava tær seinastu við.

Vit fara at eta ein lættan morgunmat saman (breyð, sjokulátupáleg, juice vm.) og annars práta og hugna okkum saman við a flokkinum.  Aftaná morgunmat rudda vit floksstovuna.

Eisini hava vit fyriskipað okkurt stuttligt, sum fer at fyriganga uttandurða, verið ílatin eftir veðrinum.

Skúladagurin endar kl. 12.00.

Vh Hildur

________________________

14/6-2020

Munnliga royndin í føroyskum verður týsdagin 16. juni. Fyrireiking er 40 min. Møtið øll til tíðina og helst í góðari tíð. Minnist til at taka bøkurnar, ið tykur hava lænt frá skúlanum, við.

Soleiðis er raðfylgjan og tíðirnar, ið tykur skulu møta:

Fyrireiking 40 min.


Kl.  7. 40 Heini

Kl.  7. 40 Oddmar

Kl.  8. 20 Signar

Kl.  8. 20 Birita

Kl.  9. 20 Súsanna

Kl. 10. 00 Fljóða

Kl. 10. 20 Mikal

Kl. 10. 40 Bjørk

Kl. 11. 00 Petur

Kl. 11. 20 Filip

Kl. 11. 40 Annika

Kl. 12. 40 Rakul

Kl. 13. 00 Bartal

Kl. 13. 20 Sandra

Kl. 13. 40 Emil







Ítróttardagur fyri hádeildina 12. juni.

(Er lagt út 09.juni 2020)

Fríggjadagin 12. juni verður ítróttadagur fyri hádeildina.
Leisturin verður tann sami sum undanfarin ár.

  • Møta í skúlanum kl. 8.00
  • Kappingarnar byrja kl. 8.30
  • Úti á Tvøroyri eru 5 kappingar 
  •  - Toga bil,
  •  - koyra mánabil,
  •  - bera viðarbul,
  •  - kasta stivla og
  •  - koyra rullubretti  - ongin svimjing í ár)
  • Bussur koyrir til Trongisvágs uml. kl. 9.45
  • Í ítróttahøllini eru 3 kappingar (hockey, blindaflogbóltur og forðabreyt)
  • Steypahandan er uml. kl. 12.15


Vh leiðslan/ Otto

________________________



Møtitíðir til royndina í samfelagsfrøði 11. juni.

(Er lagt út 08.juni 2020)

Møtt verður í stovu nr. 10 í GAMLA SKÙLA  (har verður meiri friðaligt) Vit brúka stovuna, sum 10. fl. gongur í til roynd og so verður fyrireiking við síðina av. Møtið í góðari tíð.

Havið allar skúlans bøkur við til innlating - krossa av og legg á borðið í ganginum.

Vh Hildur




Tímatalvan vika 22 og framyvir til summar.

(Er lagt út 25. mai 2020 - vit eru nú, d.d. í viku 22)

Sum tit síggja í hesum yvirlitinum, so er ætlanin at hava nakrar "summarroyndir", áðrenn vit fáa summarfrí. Talan er um internar royndir.

  • 4 skrivligar.
  • 2 munnligar.


Vh. Toymið handan 8.b/ Hildur

______________________________



Tímatalvan vika 21 og framyvir til summar.

(til og um nærri boð koma):

(Er lagt út 15. mai 2020)

Vh Toymið handan 8.b / Hildur

__________________


Tímatalvan vika 20:

(Er lagt út 07. mai 2020)

Vh. Toymið handan 8.b/ Hildur

___________________________


Tímatalvan vika 19:

(Er lagt út 01. mai 2020)

Vh. Toymið handan 8.b / Hildur

____________________________


Tímatalvan vika 18:

(Er lagt út 24. apr. 2020)

Vh Toymið handan 8.b /Hildur

____________


Tímatalvan vika 17:

(Er lagt út 17. apr. 2020 - eisini lagt út á foreldrabólkin 16. apr.)

Góðu næmingar og foreldur!

Soleiðis sær vikuætlanin út hjá 8.b í komandi viku. Onkrar broytingar kunnu koma fyri til aðru viku.

Sum áður kunnað, so byrjar beinleiðis undirvísing á netinum (TEAMS) í komandi viku. Byrjað verður hvønn morgun kl. 08.30, tá øll skulu verða klár og online við teldurnar. Hjá sær, skulu tey tá hava tær lærubøkur, heftir og alt neyðugt tilfar, sum fyribils vikuætlanin vísir til.

Sjálvt um tann (gamla) vikuætlanin, sum liggur á heimasíðuni ikki er galdandi fyribils, so fara vit lærarar framvegis at skriva inn í vikuætlanina (í seinasta lagi dagin fyri kl 1600), um og tá næmingarnir skulu lesa ella fyrireika seg til teir tímar, sum verða í komandi viku.

Framhaldandi er galdandi, at um onkur næmingur er sjúkur og tí ikki kann verða við í undirvísingini, so mugu foreldur boða flokslærararin frá. Protokol verður skrivað, sum vanligt.

Næmingarnir hava sum áður nevnt, verið sera raskir og arbeiðssamir fyri páskir og tað vænta og vóna vit sjálvandi, heldur fram.

Vh toymið hjá 8.b

_____________


Kunning um skúlagongdina komandi vikurnar !

(Er eisini lagt út á foreldrabólkin 16. apr. 2020)

Undirvísingarstýrið hevur boðað frá, at skúlagongdin so smátt skal byrja aftur mánadagin 20. apríl.

Í fyrstu atløgu eru tað 1., 2. og 3. flokkur, ið kunnu koma í skúla


4. – 10. flokkur skal ikki møta í skúlanum!

Hinir flokkarnir (4.-10. fl.) fáa framhaldandi fjarundirvísing umvegis telduforrit og samskiftisskipanir, sum lærararnir í einstøku flokkunum nýta. Hendan undirvísing heldur fram til 18. juni 2020, um eingi onnur boð koma frá politisku myndugleikunum.

Flokkarnir fáa eina øðrvísi tímatalvu, og allir næmingar skulu vera klárir at byrja skúladagin klokkan 8.30 allar dagar, um ikki annað er fráboðað frammanundan.

Nú undirvísingin hjá hesum flokkum verður skipað sum fjarundirvísing, er týdningarmikið, at næmingarnir hava so góðar arbeiðsumstøður heima sum gjørligt. Um onkur næmingur ikki hevur eina teldu, ber til at boða flokslæraranum frá, so verður ein fyribils loysn funnin á hesum.

Lærararnir, ið eiga at hava flokkin sambært nýggju tímatalvuni, eru sjálvsagt tøkir ta tíðina, og harumframt ber sjálvsagt til at spyrja um ráð og vegleiðing á TEAMS, við telduposti ella øðrum í arbeiðstíðini.

Sum áður boðað frá, verða ongar próvtøkur í 9. og 10. flokki, men ársmet verða givin í staðin fyri próvtøkuúrslit. 

Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki verða fluttar til í september 2020, men verða fyri somu næmingum, sum skuldu verið farnir til landsroynd í vár.

Annars verður heitt á øll foreldur og allar næmingar um at fylgja væl við inni á heimasíðu skúlans - serliga inni á teimum ymsu flokssíðunum.

Hendan støðan er nýggj og ein avbjóðing fyri okkum øll. Vónandi spyrja tit, um tit ivast í onkrum.

Við vón um framhaldandi gott samstarv.

Vh Leiðslan

Øll kunningin liggur her:

https://tvoroyrarskuli.fo/savn/kunning-um-skulagongdina-komandi-vikurnar?fbclid=IwAR1172hjs-Dz6yJlbJfu50XtjqC4ewJn63ysdBRtQHwj1NVjVVPOq97tR40

_________________


Vit byrja beinleiðis netundirvísing í komandi viku

(Er eisini lagt út á foreldrabólkin 14. apr. 2020)

Hey góðu næmingar og foreldur.

Í komandi viku fara vit at byrja at undirvísa næmingunum online hvønn dag frá kl. 08.30 til kl. 13.45.

Nærri kunning seinni í hesari vikuni.

Tey hava verið so røsk á netinum fyri páskir, vónandi og væntandi fer hetta at halda fram.

Um tað eru næmingar, ið hava trupuleikar við teldini heima (ella bara hava tlf), so kann skúlin møguliga læna teimum teldu.

Sigið mær so vinarliga frá á pb. sum skjótast.

Vh Hildur

___________


Kunning til barnafamiljur um Korona:

(Er lagt út 27. mars. 2020






Góð ráð til barnafamiljur

Kunnu børnini spæla við onnur?

KORONA Góð ráð til barnafamiljur Tað kann vera ein avbjóðing at fáa gerandisdagin at hangsamana  hesar dagarnar. Serliga fyri barnafamiljur. Tí hava vit savnað saman nakrar ofta settar spurningar og svar, ið vónandi kunnu vera til hjálpar.
Samvera
Kunnu børnini spæla við onnur? Ja. Frísk børn kunnu gott spæla við onnur frísk børn. Vit mæla tó til, at í mesta lagi 2-3 børn spæla saman í senn, og at tey somu børnini spæla saman frá ferð til ferð – og børnini skulu helst spæla uttandura.
Kunnu børnini fara á spæliplássið? Tað kunnu tey, men fylg ráðunum omanfyri. Og ver serliga ansin við at børnini vaska sær um hendurnar, tá tey koma heim, og at tey ikki deilast um leikur.
Barnið hevur føðingardag – kunnu vit halda eina lítla veitslu? Nei, vit mæla til, at allar familjuveitslur o.a. verða útsettar.
Vit hava heimaundirvísing við børnunum – er nakar vandi í tí? Somu tilráðingar eru galdandi fyri heimaundirvísing sum fyri at spæla saman – í mesta lagi 1-2 børn á vitjan í senn og helst tey somu børnini frá ferð til ferð. Og minst til, at børnini ikki skulu vera saman við øðrum, um tey hava sjúkueyðkenni. Tá skulu tey vera við hús.
Er tað í lagi, at børnini sova saman við sínum vinum, um bæði eru frísk? Nei, vit mæla frá, at børnini sova saman. Tá tey sova saman, eru tey tætt at hvørjum øðrum innandura og yvir nógvar tímar. Lova børnunum heldur at ringja til hvørt annað fyri at siga góðanátt.
Dóttir mín er tannáringur og arbeiðir í matvøruhandli. Skal eg nokta henni tað? Nei, men eggja henni til møguliga at tosa við handilsleiðaran um leiðreglurnar fyri smittuverju.
Kann eg hava børnini við til handils? Vit mæla til, at bara ein í familjuni keypir inn. Lat børnini vera heima um til ber.
Børn og angist
Hvat skal eg siga við børnini? Tosa við tey í barnahædd um teirra stúranir og greið teimum frá, hví vit noyðast at ansa betur eftir enn vant. Tey allarflestu, ið fáa koronasmittuna, fáa mild sjúkueyðkenni. Hjá einum, sum frammanundan er eldri ella álvarsliga sjúkur, kann sjúkan gerast álvarslig. Men greið teimum eisini frá, at vit hava eitt frálíkt sjúkrahúsverk og dugnaligar læknar til at hjálpa fólki við at gerast frísk aftur. Er talan um størri børn, kunnu tit hyggja at tíðindasendingum fyri børn saman.
Hvat skal eg siga fer at henda, um børnini ikki halda seg til reglarnar? Tosa við tey um hví og hvussu ein skal verja seg.
Hvat kann eg gera, tá barnið saknar ommu og abba og sínar vinir? Ring oftari enn tit plaga og nýt møguleikar við videosamrøðum. Til ber eisini at senda brøv til hvønn annan.
Reinføri
Nær og hvussu ofta skulu børnini vaska sær um hendurnar? Ofta – ein góð regla at hava, er hvørja ferð ein kemur inn ella fer út, og áðrenn hvørja máltíð.
Hvussu nógv skal eg hava at børnunum (til dømis við at pilka nøs, fara í bað og at nerta við hvønn annan)? Halt teg til tey yvirskipaðu ráðini um handreinføri og at njósa og hosta í ermuna.
Hvussu ofta skal eg gera reint í barnakamarinum – og í húsunum sum heild? Oftari enn vant, serliga nú tit eru so nógv heima og eru tættari saman.
Ommur og abbar
Hvar gongur markið fyri, nær børnini skulu gevast við at vitja ommu og abba? Eru ommur og abbar álvarsliga sjúk ella hava tey varandi sjúku, skulu tey hvørki koma á vitjan ella hava vitjan. Jú eldri ommurnar og abbarnir eru, jú størri er kjansurin fyri, at tey hava álvarsliga sjúku. Hóast tey kunnu kenna seg frísk, er teirra mótstøðuføri verri, enn tá tey vóru ung.
Tá foreldur ella børn eru sjúk
Barnið hevur korona eyðkenni – hvussu tosa vit um tað? Tað er umráðandi at tosa um tær stúranir, sum sjúkan kann hava við sær. Tey flestu, ið verða smittað, hava mild sjúkueyðkenni. Men eldri fólk og fólk við varandi sjúkum kunnu fáa álvarsligari sjúkueyðkenni.
Dóttir mín hevur astma – er hon í vandabólki? Ja, um hon er ring av astmu. Fólk við astmu, ið er væl viðgjørd, er ikki í vandabólki.
Kunnu børn smitta, hóast tey ikki tykjast sjúk? Jú fleiri sjúkueyðkenni ein hevur, jú meira smittar ein. Um børnini ikki hava sjúkueyðkenni, skal nógv til, áðrenn tey smitta.
Børn í samanfluttum familjum
Hvørjar leiðreglur eru galdandi fyri foreldur við samanfluttum børnum? Tað er í lagi, at børnini hava vanliga samveru sínamillum. Men um børnini fáa sjúkueyðkenni, skulu tey vera verandi hjá tí eina av foreldrunum.
Mín fyrrverandi maki er júst afturkomin frá feriu uttanlands. Skal hann lata seg kanna, áðrenn hann hevur samveru við børnini? Hann skal halda seg heima í 14 dagar eftir heimkomu, og vit mæla til, at tit útseta samveruna hesar 14 dagarnar.
www.corona.fo

Vh Hildur

______________


Viðv. várroyndunum:

(Er lagt út 18. mars. 2020)

Góðu næmingar og foreldur.

Lesið nærri her:

Tíverri hevur tað ikki eydnast at gera tillagaðar royndir til 8. flokk á hesum sinni.
Hetta merkir, at næmingar í 8. flokki skulu til roynd, ið er á 9. floks støði.
Tá royndirnar verða rættaðar, og næmingar skulu hava próvtøl, verður hetta havt í huga.
Gerið tykkara besta og missið ikki mótið, um royndirnar sýnast torførar.

Vh leiðslan

__________________


Áhugaverdur fyrilestur, sum skúlastýrið skipar fyri:

(Er lagt út 09. mars. 2020)

Vh Hildur

______________

Broytt tímatalva frá 9. mars

(Er lagt út 04. mars. 2020)

Sagt verður frá, at tímatalvan verður broytt frá 9. mars soleiðis: FØ tímin í 7. tíma mánadag, verður fluttur til 7. tíma týsdag. Annars alt sum vanligt.

https://tvoroyrarskuli.fo/flokkar/8b/timatalva

Vh leiðslan og Hildur

__________________

Skrubb er staðfest hjá næmingi í Tvøroyrar skúla

(Er lagt út 27. feb. 2020)

Góðu foreldur

Ein næmingur í Tvøroyrar skúla hevur fingið staðfest skrubb, og er í viðgerð.

Heitt verður á foreldur at kunna seg á heimsíðuni hjá Gigni.fo har leiðbeining er at finna.

http://gigni.fo/Data/Register/7E9290B1-39C7-4395-9E5F-F222E06F909C/8C230843-B2C8-408B-8A1E-00EBCF089EEB/EB9A2D8F-EE21-47A0-B685-F3D418FA7505.pdf

Vinarliga leiðslan

__________________


Føstulávintsmánadagur 24. feb. 2020

(Er lagt út 21. feb. 2020)

Vit møta til vanliga tíð kl. 08.00. Skúladagurin endar kl. 12.00.

Vónandi fara øll at lata seg í okkurt stuttligt :) (klæðir, hár, brillur ella annað)

Vit gleða okkum.

Týsdagin 25. feb. er frídagur skúlans. Vanligur skúladagur aftur ónsdagin 26. feb.



Vh Hildur

__________


SSP foreldrafundur tórskvøldið 27. feb. 2020

(Er lagt út 20. feb. 2020)

Vh Hildur

____________________


Allir næmingar hava frí ónsdagin 19. feb.

(Er lagt út 16. feb. 2020)


Læraradagur verður 19. feb. 2020 - sí leinkju.

https://tvoroyrarskuli.fo/savn/lararadagur-ver-ur-19-februar

Vh Hildur

___________

12/2 -20

https://snar.fo/les/les-undirsidur/ljodfilur/ Søgan liggur undir evninum "Hon stóð á Bakka"


7/2 - 20

Her er leinkjan til søguna "Øðrvísi" https://snar.fo/les1/les-1-undirsidur/ljodfilur-1/  Søgan liggur undir "Hon stóð á Bakka" 

vh

Alexandra

Innbjóðing til Pangea støddfrøði kapping.

(Er lagt út 24. jan. 2020)

Góðu tit.

Aftur í ár hevur Tvøroyrar skúli fingið innbjóðing, til at vera við í Pangea støddfrøðikapping. Tv. skúli hevur verið við í 3-4 ár og hava vit fingið nógv góð úrslit og nógvar góðar upplivingar. Fleiri eru komin heilt í finaluna.

Í ár ætli eg at spyrja allar næmingar í 8.b, um teir ynskja luttaka og teir sum hava hug, verða meldaðir til (freistin er 31. jan.).

Innleiðandi umfar verður í skúlanum 5.-7. feb. ½ finalan verður í Vágs skúla 14. feb. (hon var á Tv. í fjør) og endaliga finalan verður í Norðurlandahúsinum 16. mai.

ØLL kunnu vera við :) - Tað er ikki neyðugt, at duga so sera væl at rokna tað, sum vit vanliga rokna í skúlanum, tí hesar uppgávurnar er væl øðrvísi og heldur meiri stuttligar og  ”problemloysandi” og ein kann koma langt við at útiloka møguleikum, tí vanliga eru 4 svarmøguleikar.

Ein sera spennandi avbjóðing.

Eg fari at tosa við næmingarnar mánadagin um hetta og vónandi fara fleiri at melda seg til.


Innbjóðingin er soljóðandi:

Hervið verða tit boðin við til ársins Pangea - Støddfrøði-kapping

Við okkara slagorði “Rokning sameinir”, er endamálið við Pangea Støddfrøði-kappingini at savna 3.-9. floks næmingar tvørtur um stað, samfelagsbólkar og útbúgvingarstøði, bjóða teimum av, og fáa tey at ásanna, at rokning eisini kann vera stuttligt. Á tann hátt ynskja vit at geva næmingunum møguleika at deila teirra royndir og gleðir við aðrar næmingar við at nýta rokning sum amboð. Við øðrum orðum ynskja vit at eggja og hugkveikja næmingarnar til rokning umframt at heiðra og løna teimum bestu við vinningum fyri teirra avrik - einki kveikir meir enn viðgongd.


Vónandi kunnu tit foreldur eisini eggja teimum at melda seg til :)

Meiri er at lesa her: https://www.facebook.com/PangeaFO/

Her ber eisini VÆL til at venja :)

https://drive.google.com/drive/folders/1ReJK4h9w_n_Q9znf8SDGEZtDf2GB1w1p?fbclid=IwAR2ALoRXhA0itEmeXP7Qqc6FkATuBT7bLdHPZBz6gU01HAJ81C8BhhJhKRQ

Vh Hildur

__________


Møguleiki fyri eyka viðtalu millum foreldur og toymið.

(Er lagt út 22. jan. 2020)

Nú vit skjótt koma út í feb. er tað ein møguleiki hjá tykkum foreldrum, at ynskja enn eina foreldra-viðtalu við okkum í toyminum, um tit halda, at tað er neyðugt.

Dagurin er ásettur til 06. feb. samb. flokssíðuni hjá 8.b.https://tvoroyrarskuli.fo/flokkar/8b-flokkur

Um onkur tykkara ynskir hesa eyka viðtaluna við okkum, skulu tit boða mær frá í seinasta lagi 01. feb. so finna vit eina klokkutíð eftir skúlatíð.

Vinarliga Hildur

______________


Havnatúrurin hjá okkum - RFF týsdagin 21. jan.

(Er lagt út 19. jan. 2020)

Havnatúrurin týsdagin 21. jan.

Sum áður nevnt, gongur leiðin til Havnar týsdagin. Smyril siglir kl. 07.00 og næmingarnir møta á farstøðini í seinasta lagi 06.45. Anna Thomsen stendur uppiá við landgongina og heldur manntal.

Ráðið fyri Ferðslutrygd rindar fyri ferðaseðilin.

Vit fara beina leið í hølir, stutt frá kaini, sum RFF hevur leigað til endamálið.

Tá tiltakið hjá RFF er liðugt, vitja vit stutt eitt áhugavert arbeiðspláss í miðbýnum. Aftaná fáa øll eina góða fríløtu, áðrenn vit fara suðuraftur kl. 19.00.

Øll skulu hava góðan matpakka við til dagin (í hvussu er til at eta á middegi). Um næmingarnir ikki hava matapakka við til allan dagin, mugu tey hava pengar við at keypa sær okkurt etandi, áðrenn vit fara suðuraftur.

Møtiskylda, sum vanligt. Um onkur næmingur ikki kann koma við, mugu foreldur boða mær frá.

Vinarliga Hildur

____________

Kunning um UNG í FØROYUM - kreativ verkstøð í Norðurlandahúsinum.

(Hetta er bert kunning, ikki nakað skúlin skipar fyri)

(Er lagt út 19. jan. 2020)


Ung í Føroyum – stevnan fyri skapandi ung  

Tann 28. og 29. februar og 1. mars verður UíF 2.0 í Norðurlandahúsinum 

Tekningarfreistin er 26. januar 

Hvat er UíF 2.O 

UíF 2.O, aka Ung í Føroyum 2020, er stevna fyri tykkum skapandi ungu millum 13 og 19 ár sum er annaðhvørt ár í størsta mentanarhúsinum í landinum. UíF 2.0 er verkstovur, framførslur og góður felagsskapur. Hesaferð kunnu tey teknað seg sum eru fødd frá 2001 til 2006. 

Her kunnu tit vísa egin avrik fyri javnaldrum, at vera við á listaverkstovum undir leiðslu av dugnaligum listafólkum og skapa nýggja list at sýna fram fyri almenninginum og soleiðis vísa øllum, hvat tit halda at ungdómsmentanin 2020 er. 


Hvør kemur á stevnuna 

Ung í Føroyum er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugaði, bæði 

  • tykkum, sum hava nógvar royndir 
  • tykkum, sum akkurát eru byrjaði  
  • tykkum, sum bara eru forvitin at fara í gongd við nakað nýtt. 

60 pláss eru á stevnuni, 10 luttakarar eru á hvørjari verkstovu.  

Verkstovur: 

Verkstovuleiðararnir eru yrkislistafólk, sum hava drúgvar royndir innan sína listagrein og stóran áhuga í at geva tykkum vegleiðing og innlit í at arbeiða listarliga, at lyfta tykkum víðari á leiðini, tit hava valt og eisini vísa tykkum á alt tað, tit enn ikki hava upplivað. Hóast tit øll ikki verða listafólk í framtíðini, skapar hetta tilvit og vitan um ein týðandi part av okkara mentan og samfelag. 

Verkstovurnar á UíF 2.0 eru: 

Tónleikur við Heðin Ziska Davidsen 

Skriving við Marjun Syderbø Kjelnæs 

Sjónleikur við Búa Dam 

Dansur við Katyu Nielsen 

Myndlist við Jón Sonna Jensen 

Foto við Lydiu Hansen 

Open stage – Fríggjakvøld og leygarkvøld: 

Bæði tey fyrstu kvøldini á stevnuni eru hugnakvøld, har tit kunnu framføra fyri hvørjum øðrum á opnum palli. Ongi mørk eru fyri, hvør listarliga framførslan er, tað kann vera sjónleikur, dansur, tónleikur, myndlistaverk, filmur, standmynd, mótasýning.... bara hugflogið setur markið. 


Livandi Norðurlandahús sunnukvøld: 

Stevnan endar við einum almennum tiltaki, har øll kunnu koma inn at síggja verkini, ið eru skapt á stevnuni. Har fara at vera smærri og størri hendingar runt um í øllum Norðurlandahúsinum. 

Tekna teg! 

Droymir tú um nýggjar upplivingar, um at skapa nakað ongin hevur gjørt undan tær, um at fáa nýggj vinfólk og netverk so tekna teg á www.ungiforoyum.info innan 26. januar! 

Spurningar: 

Vilt tú vita meira, kanst tú vitja heimasíðuna www.ungiforoyum.info, skriva til ungiforoyum@gmail.com ella ringja á 216596. 


Vh Hildur og leiðslan

_________________

Um viðrar, fer 8. fl. til Ferðsludag hjá RFF týsdagin 21. jan. 2020 í Havn. Nærri boð koma seinni.

(Er lagt út 15. jan. 2020)

Góðu tit sum hava 8. flokkar kring landið,

Eins og undanfarin ár bjóðar Ráðið fyri Ferðslutrygd øllum 8. flokkum til Ferðsludag. Ferðsludagurin er samskipaður av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tey, sum hava framløgu eru Sjúkraflutningstænastan, løgreglan, koyrilærari, sjónleikari og avvarðandi sum hevur mist í ferðsluvanlukku.

Næmingarnir skulu hava góðan matpakka við. Nærri boð koma seinni. 

Skráin er niðanfyri.

 Vh Hildur

_________________


Nýggj freist, nær skúlating skulu skrivast út á heimasíðuna.

(Er lagt út 15. jan. 2020)

Á námsfrøðiliga fundi í Tv. skúla í dag varð avgjørt, at freistin at skriva út skúlating til dagin eftir, sum hevur verið galdandi til nú, verður flutt ein tíma: frá kl. 15.00 til kl. 16.00.

Sostatt er freistin nú, at skúlating til dagin eftir, skulu skrivast út á heimasíðu skúlans í seinasta lagi kl. 16.00 dagin fyri.Tá talan er um skúlating til mánadag, skal skrivast út í seinasta lagi fr.dagin kl. 16.00.

Mint verður tó á, at "uppfríska síðuna" hvørja ferð, so nýggjastu tíðindi / boðini koma við. Vit hava skilt, at trupuleiki KANN standast av, at nýggju boðini ikki koma fram, tí síðan ikki er "uppfrískað" :) (hetta kann gerast við at trýsta á "runda pílin", sum er til "opdater")

Vh Hildur 



Ivaveður komandi dagarnar - viðv. skúlagongdini

(Er lagt út 06. jan. 2020)

"Um skúlagongdin verður avlýst fyri veður, verður sagt frá áðrenn kl. 7.00 á morgni.

Boðini verða givin á heimasíðu skúlans inni á "skundboð"

Foreldur og næmingar verða biðin um at hyggja á heimasíðuna og kunna seg um støðuna".


Vh

Leiðslan í Tvøroyrar skúla.



Vegleiðing til próvtalsstigan samb. MMR.

(Er lagt út 19. des.)

Vh Hildur



Kirkjugongdin er avlýst í dag og útsett til í morgin 19. des.

(Er lagt út 18. des.)

Góðan morgun. Vegna hálku er skúlagongdin/krikjugongan avlýst í dag.. Møtt verður kl. 10.30 í Tvøroyrar skúla í morgin. 

Vh Hildur



Jólaevnisvikan 09. - 13. des.:

(Er lagt út 08. des.)

Havið matpakka við sum vanligt.




Vh Hildur



Viðv. keyp av jólapakkum:

(Er lagt út 25. nov.)

Næmingarnir vilja fegnir aftur í ár keypa hvørjum øðrum ein jólapakka. Vit eru blivin samd um, at tey hava ein pakkan við ónsdagin 27. nov. og hann skal kst. MAX 50,- kr.

Øll vita, hvønn tey skulu keypa til, men tey vita ikki, hvør keypir til tey :-)

Vh Hildur


Kunning: Læraraskifti í kristni.

(Er lagt út 25. nov.)

Frá 26. nov. og framyvir verður tað Winnie, sum kemur at hava tykkum í KR. Alexandra kemur at hava aðrar tímar ístaðin.

Vh Hildur


Viðv. sunnudegnum 24. nov. Jólatræið verður tendrað.

(Er lagt út 22. nov.)

Sunnudagin verður so jólatræið tendrað, og skulu tit møta soleiðis.

Kl. 16.00: Tey, sum eru jólamenn, møta á kommunuskrivstovuni. (í 8.b: Rakul, Bartal, Annika, Sandra og Oddmar)

Kl. 16.30: Restin av flokkinum møtir á bygdasavninum. Tey skulu bjóða fólkinum kakao og bollar

Øll fingu 2 litur av kakao við sær heim í gjár. Sunnudagin skulu øll hava hitað hesir pakkarnar og skulu hava teir við til jólahaldið í termokannum. Tvær termokannur í part.

Eisini skulu allir næmingarnir hava eitt kilo av bollum við sær, tá tey møta sunnudagin. (Teir skulu ikki smyrjast)

Um ein ikki kann vera við sunnudagin, verður viðkomandi biðin um at siga flokslærarinum frá sum skjótast. Eisini skal viðkomandi ístaðin fáa ein annan at koma við kakao'num og bollunum og fegin hjálpa við at deila út. (Flokslærarin má fáa boð um, hvør kemur fyri tykkum, um tit fáa forfall.)

Tað verður væntað at øll møta og koma við kakao bollum.

Vh Hildur


Viðv. seturskúlaferðini í vár og jólahaldunum hjá kommununi (er lagt út 16.nov)

Av tí at vit skulu avstað tann 28. apríl, og vit skulu hava goldið ferðina til ferðaskrivstovuna í februar, verður freistin fyri at hava goldið tær kr. 11.000,- á flokskontuna sett til tann 1. februar 2020.

Tá skulu ØLL vera liðug at gjalda

Um tað er onkur næmingur, sum av einari ella aðrari orsøk ikki ætlar sær við, skal viðkomandi boða flokslæraranum frá áðrenn 1. februar, tí annars er ikki møguligt at fáa peningin aftur.

Flokkarnir eiga eisini "tørn" at hjálpa til við jólahaldunum hjá kommununi í ár. Í komandi viku skulu flokkarnir oman á kunningarstovuna, at hjálpa til við at gera slikkpakkarnar, sum verða deildir út til børnini. Vit vita ikki enn, hvønn dag tað verður. (Tað verður helst eftir skúlatíð)

Tann 24. november verða jólatrøini í kommununi tendraði. Tá verður heitt á foreldrini hjá øllum næmingunum um at baka eitt kg av bollum, og at hava 2 termokannur av heitum kakao við sær. Kakaomjólkina fáa vit frá kommununi. Nakrir næmingar ganga runt og bjóða kakao og bollar, meðan aðrir næmingar eru jólamenn.

Til jólahugnan í plantasjuni, sum verður leygardagin 7. desember, skulu næmingarnir bjóða kakao og bollar. Kanska skal onkur vera jólamaður, men tað er ikki sikkurt enn. Tá letur kommunan bæði kakao og bollar, so vit skulu bara hita kakao áðrenn vit møta. Skulu hava tvær termokannur hvør við.

Fyri hetta fáa tey eina góða samsýning frá kommununi. Væntað verður, at øll møta. Um ikki ber til at møta, mugu tit boða frá og fáa onnur at koma við tí, sum tit skulu koma við.

Vh Hildur


Kunning um jólaroyndirnar (er lagt út 14.nov)



Vh Hildur



Kunning um sangundirvísing (er lagt út 13.nov)

Góðu foreldur,

Vit hava saknað tónleik og sang sum part av tímatalvuni í okkara skúla! Tað gleðiliga er, at skúlin hevur fingið eitt tilboð frá musikkskúlanum um at hava sangundirvísing við Guðrun Sólju Jacobsen, og hava vit sagt ja-takk til tilboðið. Hetta er ein royndarverkætlan í 8. og 9. flokki í november og desember, og er sangundirvísingin løgd 7. tíma týsdag.

Tíverri er hetta komið rættiliga seint í lag, og hevur tað sostatt við sær, at tímatalið er økt við einum tíma. Vónandi taka allir partar væl undir við hesum tiltaki.

Vh Leiðslan


Viðv. læraraskifti í lívfrøði (er lagt út 31. okt.)

Góðu næmingar og foreldur

Sum kunnugt, er Otto settur sum varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla.

Hetta kemur at ávirka 8.b., tí hann kemur ikki framhaldandi at hava flokkin í lívfrøði. Tó heldur hann fram við ítróttartímunum og á kost- og rørslubreytini.

Dávið Jacobsen kemur at hava flokkin í lívfrøði frá d.d.

Vónandi taka bæði næmingar og foreldur væl ímóti Dávið, sum flest teirra kenna í forvegin frá AL/E.

Vinarliga Hildur 



Viðv. foreldraviðtalum 6. nov. 2019 (er lagt út 29. okt.)

Góðu foreldur og næmingar.

Sum áður fráboðað, verða foreldraviðtalurnar ónsdagin 06. nov. Vit byrja kl. 1500.

Tíðarkarmarnir eru hesir:

Kl. 15.00: Annika, Mikal, Bjørk og Súsanna P

Kl. 15.40: Filip, Bartal, Fljóða og Petur

Kl. 16.20: Birita, Signar, Sandra og Oddmar

Kl. 17.00: Emil, Heini og Rakul

Um tit hava hug at flyta ásettu tíðina, vinarliga flytið so innanhýsis, tykkara millum.

Til viðtalurnar eru vit at finna her:

Hildur: Heimastovan hjá 8.b

Malla og Winnie: Í stovuni hjá 7. fl. (uttasta stova á miðhæddini)

Alexandra: Fundahølið (ovasta hædd, millum teldustovuna og alis- og evnafrøði stovuna)

Vónandi liggur fyri hjá tykkum øllum at møta.

Vh Hildur og toymið


Viðv. rennidegnum 11. okt. 2019

Góðu foreldur og næmingar.

Um viðrar, verður árligi rennidagurin fr.dagin 11. okt. Tó er ivaveður og møguleikin er til staðar, at tiltakið verður útsett. Tí heitir leiðslan á allar næmingar, um eisini at hava skúlatasku við. Næmingarnir fáa endalig boð til morgunsang - vit vóna tó tað besta.

Altso: Verið fyrireikaði til rennidagin, men havið eisini skúlatasku við.

GG: Um ein næmingur ikki kann møta vegna sjúku ella forfall, mugu foreldur/verja boða frá via tlf./sms til flokslæraran (222057) áðrenn kl. 08.00. 

Støðan er nevnliga tann, aftur í ár, at kapping verður um, hvør flokkur rennur longst Í MEÐAL.  Tá ræður tað um, at seta rætta næmingartal inn, so tað ikki ávirkar støðuna hjá flokkinum tann skeiva vegin.

Vit ynskja tykkum øllum ein góðan rennidag. Eg vóni og vænti at tit vinna :)

Vh Hildur




Góðu næmingar og foreldur 

Viðv. Havnatúrinum 20. sep. - 2019

Eftir ætlan fara Anna Thomsen og eg til Havnar við báðum 8. flokkunum fr.dagin 20. sep.

Fyrrapartin eru vit á Vísindavøku, tiltakið verður á økinum hjá gamla Baccalao.

Seinnapart, kl. 13.50 skulu vit møta úti á Hagstovuni á Argjum. Henda vitjan tekur uml. 1½ tíma. 

Løtuna ímillum Vìsindavøkuna og Hagstovuna verður ikki tíð ella møguleika at leita eftir handli at keypa sær okkurt at eta. Tìskil heita vit staðiliga á tykkum um, at hava ein góðan matpakka við til á middegi. Tá vit hava etið, fara vit við bussi út á Argir. Vit skulu møta stundisliga.

Aftaná verður ein lítil fríløta, har vit ætla at keypa okkum okkurt at eta áðrenn farið verður oman til Smyril og vit koma suðuraftur kl. 18.30 av Havnini.

At minnast til:

Møtið stundisliga umborð - Smyril siglur norður kl. 07.00

At hava við: Ein góðan matpakka og okkurt drekkandi. Pengar at keypa sær mat, áðrenn vit fara suður, ella umborð á Smyrli.

Vit fylgjast: Ikki færri enn 5 í hvørjum bólki (onkur tykkara hevur tlf.)

Vit gleða okkum og vænta okkum ein góðan túr.

Vh

Hildur (222057)

_____________

17/9 - 2019

Góðu næmingar

Í morgin kemur Nita Næs at hava upplegg um at skriva stíl. Tað verður fyri báðum 8. flokkunum. Allir næmingar skulu brúka hvør sína teldu, og tí hevði verið sera gott, um teir næmingar, sum hava møguleika til tess, taka teldu við í skúla í morgin.

vh

Flokslærari: 

Hildur Túná Fjørdal (tlf. 222057)


Hesi eru eisini í flokstoyminum:


Alexandra Ripley

Malla Dam

Winnie Simonsen





Kunning um foreldrafundir (er lagt út 23. aug.):

Felags foreldrafundur verður í floksstovuni 04. sep. kl. 18.00

Foreldraviðtalur verða 06. nov.  - Klokkutíðir koma seinni

Møgulig eyka foreldraviðtala  (Um ynski er um tað frá foreldrum) 04. mars. Hesin fundur skal umbiðast eina viku áðrenn.


?








 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet