Boð og tíðindi


11/6

‼️ Prógvhandanin er flutt til 18/6 kl. 16.00 í Skúlagarðinum í Trongisvági‼️

23/5


Góðu foreldur og næmingar!

Soleiðis sær tíðin út inn til summarferiuna:

Vika 22

 9.a.

Mánadagur 25/5

Vanlig skúlagongd

Týsdagur 26/5

Føroyskt skrivligt (8.00-12.00)

Onsdagur 27/5

Danskt skrivligt (8.00-12.00)

Tórsdagur 28/5

Enskt skrivligt (8.00-12.00)

Fríggjadagur 29/5

Støddfrøði (8.00-12.00)

 

 

Vika 23

 

Mánadagur 1/6

2. Hvítusunnudagur

Týsdagur 2/6

Kanska túr um viðrar – annars lesifrí

Onsdagur 3/6

Kanska túr um viðrar – annars lesifrí

Tórsdagur 4/6

Kanska túr um viðrar – annars lesifrí

Fríggjadagur 5/6

Grundlógardagur

 

 

Vika 24

 

Mánadagur 8/6

Munnlig roynd FØ - WI og MD

Týsdagur 9/6

 Lesifrí

Onsdagur 10/6

 Lesifrí

Tórsdagur 11/6

 Lesifrí

Fríggjadagur 12/6

 Ítróttardagur

 

 

Vika 25

 

Mánadagur 15/6

Munnlig roynd Lív – V og OL

Týsdagur 16/6

Frí

Onsdagur 17/6

Flokslæraradagur

Tórsdagur 18/6

Síðsti skúladagur

Fríggjadagur 19/6

Prógvhandan

13/5

Góðu foreldur!

Komandi mánadag skulu næmingarnir loksins í skúla aftur. Toymið í 9.fl. hevur í dag lagt til rættis komandi vikuna og mánadagin 25/5, sostatt verður tað ikki vanliga tímatalvan, gingið verður eftir. Hvør dagur er 3 blokkar tvs., at skúladagurin byrjar kl. 08.00 og endar kl. 13.15. Tórs- og fríggjadagurin í komandi viku eru frídagar. Soleiðis hava vit lagt til rættis:

Mánadag: 4 tímar í føroyskum og 2 í týskum

Týsdag: 2 tímar í føroyskum, 2 í støddfrøði og 2 í alisfrøði

Onsdag: 2 tímar í enskum, 2 í lívfrøði og 2 í donskum

Mándag: 4 tímar í føroyskum og 2 í týskum.

Fundur verður aftur fríggjadagin, so tá verður nokk nærri kunning um vikurnar, sum eftir eru av hesum skúlaárinum.

30/4

Góðu foreldur og næmingar!

So eru 2 vikur eftir av online undirvísing. Til hesar báðar vikurnar verður ein nýggj tímatalva gjørd. Vikurnar verða somuleiðis ikki heilt eins. Næmingarnir eru í skúla hvønn dag 8.30 - 11.45. Tímatalvan er send teimum.

9.fl. er so heldigur at sleppa aftur í skúlan 18 mai - tað gleða vit okkum til. Tað verður deiligt at síggja fittu andlitini aftur, áðrenn tey fara í summarferiu, og fleiri av teimum koma jú ikki aftur í skúlan heldur. Nærri kunning um skúlagongdina 18 mai og frameftir kemur seinni.

25/3

Góðu foreldur,

Leiðslan hevur heitt á allar flokslærarar at leggja link til kunningartilfar um Korona út.


Fimis- og greiðslurokning
So er tað í morgin, at royndirnar í rokning eru. Til fimisrokningina er ikki loyvi at brúka lummaroknara, annars er alt annað lov. Vísið nú, at tykur duga at leita í gulubók og í gomlum uppgávum eftir hjálp/vegleiðing.

Uppgávurnar liggja sama stað sum allar hinar hava ligið alla vikuna. Havið nokk av kladdupappíri klárt, og eisini gott puntapappír at skriva greiðslurokning í. Gerið sum vanligt til roynd, og sendi mær eisini myndir av kladduni, tá tykur lata inn. Skannið endaligu uppgávuna og kladduna inn, og sendi mær tað gjøgnum Office365.
Havi alt klárt, tá tíðin byrjar, so tykur ikki nýtast at renna runt húsið at leita, tá tykur skulu brúka okkurt :-)
Góðan arbeiðshug :-)
Vinarliga, Mariann



4/3

Felags foreldrafundur

Í einum áhugaverdum og spennandi fyrilestri fer Jóhanna
Andreasen at tosa um, hvussu vit sum foreldur kunnu styrkja
mótstøðuførið hjá okkara børnum og ungum. 

Hvussu kunnu skúlin og vit sum foreldur menna vakstrarlyndi hjá okkara
børnum/ungum, á tann hátt, at brynja tey til lívið.
HVAR: Í SKÚLAGARÐINUM Í TRONGISVÁGI
NÆR: Mánakvøldið 09.03.20 KL. 19.00
KAFFI/THE OG SMÁKØKUR VERÐUR AT FÁA Í STEÐGINUM
VERIÐ HJARTALIGA VÆLKOMIN!

-Leiðslan

27/2

Góðu foreldur,

Ein næmingur í Tvøroyrar skúla hevur fingið staðfest skrubb  og er í viðgerð. Heitt verður á foreldur at kunna seg á heimasíðuni hjá Gigni.fo, har leiðbeining er at finna.

2/2

Góðu foreldur,

Framløgur av verkætlanunum verða onskvøldið kl. 18.00 í dupultstovuni. Tað eru 9 bólkar, og tey hava um 8 min. hvør.

Vit gleða okkum at hoyra um góðu hugskotini hjá teimum øllum.

13/1

Veðurvánirnar síggja ikki alt ov gott út fyri í morgin. Tí vilja vita heita á tykkum um at fylgja við inni á heimasíðuni. Verður skúlagongdin avlýst, verður tað gjørt áðrenn kl. 7.00 undir skundboð.


6/1

Góðu foreldur og næmingar,

Gott nýggjár! Hesi boðini eru komi frá leiðsluni:

"Um skúlagongdin verður avlýst fyri veður, verður sagt frá áðrenn kl. 7.00 á morgni.
Boðini verða givin á heimasíðu skúlans inni á "skundboð".

Foreldur og næmingar verða biðin um at hyggja á heimasíðuna og kunna seg um støðuna". 

21/11

Soleiðis sær desember mánaðin út:

2 des: vanlig skúlagongd

3-6 des: jólaroyndir

9-13 des: evnisvika

16 des: vit gera greyt møta kl. 8.00

17 des: greytadagur møta kl. 8.00

18 des: kirkjugongd - møta í skúlanum 10.30

19 des: jólahald í Salt møta  kl. 18.00


13/11

Góðu foreldur,

Vit hava saknað tónleik og sang sum part av tímatalvuni í okkara skúla! Tað gleðiliga er, at skúlin hevur fingið eitt tilboð frá musikkskúlanum um at hava sangundirvísing við Guðrun Sólju Jacobsen. Og hava vit takka ja til tilboðið. Hetta er ein royndarverkætlan í 8. og 9. flokki, og er sangundirvísingin løgd 7. tíma týsdag. Tíverri er hetta komið rættiliga seint í lag, og hevur tað sostatt við sær, at tímatalvan er broytt soleiðis, at danskt er flutt til 8. tíma.. Vónandi taka allir partar væl undir við hesum tiltaki.


3/11

Góðu foreldur,

Sum tit vita, er Otto Gram vorðin varaskúlastjóri, og hevur hetta við sær, at flokkurin fær ein nýggjan lívfrøðilærara. Otto heldur fram í flokkinum sum dansktlærari, eins og hann enn hevur ítrótt og kost&rørslu. Nýggi lívfrøðilærarin verður Turið í Dali.

20/10

Góðu foreldur,

Viðtalur verða 4/11, og næmingarnir skulu við. Um tíðirnar ikki rigga, kunnu tit býta um innanhýsis.

16.00: Bergur, Poul, Trugvi og Eir

16.40: Bára, Rakul, Anja og Naina

17.20: Ann, Beinta og Shanice


Næmingarnir fáa helst skjal/brævbjálva við heim tann dagin, at fylla út, um tit ynskja at keypa myndirnar.

21/8

Góðu foreldur!

So eru vit klár til eitt spennandi skúlaár við m.a. starvsvenjing, verkætlan og ymiskum vitjanum. Vit hava fingið eina nýggju stovu, sum er deiliga rúmlig og ljós - stova 6 í gamla skúla. Somuleiðis er toymið broytt eitt sindur í ár. Otto L. Gram er vorðin dansktlærari í flokkinum, og Wivika Strøm er ensktlærari. Tó hevur Jean Dimon tímarnir hjá Wiviku, til hon kemur aftur úr farloyvi eftir jól. Annars hava eg og Mariann somu lærugreinir í flokkinum sum í fjør.


Toymið:

Winnie Simonsen - flokslærari, føroyskt, søga og kristni.

Mariann Mikkjalsdóttir - støddfrøði, landafrøði og samfelagsfrøði.

Otto L. Gram - danskt.

Wivika Strøm - enskt

Vit hava avgjørt at hava kunnandi foreldrafund 2/9 kl. 18.00 í stovu 6.

Fyrra foreldraviðtalan verður 4/11, og ein listi yvir tíðir kemur seinni.

Seinna viðtalan er sett at verða 4/2, og har frætti eg fegin frá tykkum eina viku áðrenn, um tit taka av hesum tilboði.  



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet