Boð og tíðindi


Góðu foreldur,

Vit hava saknað tónleik og sang sum part av tímatalvuni í okkaraskúlaTað gleðiliga er, at skúlin hevur fingið eitt tilboð frá musikkskúlanum um at hava sangundirvísing við Guðrun SóljuJacobsen, og hava vit sagt ja-takk til tilboðiðHetta er ein royndarverkætlan í 8. og 9. flokki í november og desember, og er sangundirvísingin løgd 7. tíma týsdag

Tíverri er hetta komið rættiliga seint í lag, og hevur tað sostatt við sær, at tímatalvan er broytt soleiðis, at danskt er flutt til 8. tímaVónandi taka allir partar væl undir við hesum tiltaki.

 

Hey góðu foreldur!

Vit vilja boða frá at foreldravidtalur vera ónsdagin tann 13. nov.

Tíðirnar eru hesar: 

Kl 15:Ingrid, Julia, Olivur, Bjarta S

Kl 15:45 Vár, Elisa, Bartal, Ronja

Kl 16:30 Niels Petur, Martin, Hjørdis,

Kl 17:15 Bjarta H, Petra, Rannvá, John







Góðu foreldur!

Her kemur eitt sindur av kunning:

  • Foreldrafundur verður í skúlastovuni hjá 9.b tórsdagin tann 12. sep. kl 18:00 til uml. 19:30. Teirra stova er í ár nr 8, ið er í "gamla skúla"- tá ið man gongur upp trappurnar, er tað fyrsta hurð til høgru.
  • Mánadagin tann 9. sep. byrjar 9.flokkur í starvsvenjing. Hesum taka Martin S. Eidesgaard og Annika Eidesgaard sær av.
  • Tann fyrra foreldraviðtalan verður tann 13. nov, tit frætta nærri um tíðirnar.

Vh Malla 

Uppgáva í kristni

Greið eitt sindur frá evninum frá øllum trimum átrúnaðunum. Finn síðan líkleika og frávik. Flestu upplýsingar kunnu finnast í bókini 'kristni 7' sum er tøk á snar.fo. Annars brúka alnótina. 

Tit skulu skriva 1 síðu á teldu. Skrift: Times new roman. Stødd: 11. Linjubrot: 1,5.

Sendast til mín á mm2302n4@skulin.fo innan 7. okt. (so eg nái at lesa tað til 9. okt).

Framløga er 9. okt í tímanum. Tit hava 5 min. Teir skulu allir brúkast og øll skulu siga okkurt. Tit skulu sjálvandi leggja tað fram, sum tit hava skriva, men tað ber eisini til, og er ofta neyðugt, at hava annað enn tað sum er skriva við í framløguni.

Ein stórur og týdningarmikil partur av eini framløgu er at tosa hart og týðuligt. Brúki eitt sindur av tíð at venja hetta. 

Vinarliga Mariann



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet