18.may 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Mínar fyrimyndir
Mínar fyrimyndir í fótbólti eru: Óli Johannessen, Gilli Rólantsson Sørensen og Messi.
Frá eg var 7 ára gamal, havi eg sæð upp til Óla. Eg hugdi ofta eftir honum, meðan hann spældi dyst og skoraði mál. Eg helt, at hann var góður til at skjóta fríspark og sovorði. Eg haldi, at hann er tann besti verjuspælari her í Føroyum nakrantíð.
Óli hevur spælt næstflestar dystir fyri landsliðið, heili 83 kampar og 1 mál
Eg haldi, at Óli steðgaði at spæla í 2012.
Tá Óli helt uppat at spæla, bleiv Gilli mín fyrimynd. Gilli spælir við SK Brann í dag og hevur spælt fyri TB.
Gilli er nú í Føroyum og trenar við TB vegna korona. Eg haldi, at tað er sera stuttligt at sleppa at venja við fyrimyndini hjá sær. Eg havi vant nógv við besta liðnum hjá TB, nú tá ungdómsdeildin stoppaði.
Fyrstu venjing saman við Gilla spældu vit dyst. Tað var stuttligt at sleppa at spæla á sama liði sum Gilli og á somu síðu. Gilli spælir nógv fyri føroyska landsliðið. Hann hevur spælt 36 dystir og hevur skotið 1 mál.
Eg haldi við TB, Liverpool og Barcelona. Í Barcelona er mín fyrimynd Messi.
Messi er klárt tann besti spælari nakrantíð. Tað er ongin, sum er so kvikur við einum bólti sum hann. Messi er nú 32 ár, og enn er hann kvikur og skorar enn nógv mál.
Messi hevur vunnið Ballon d´or 6 ferðir Tað er ein øgilig kapping millum Ronaldo og Messi um, hvør skal hava fingið flest steyp og hava skotið flest mál, tá teir steðga at sparka.
Messi fekk sín fysta dyst fyri Barcelona 2004, bert 17 ára gamal. Síðan tá hevur hann skotið yvir 500 mál og er tann, sum hevur skotið flest mál fyri Barcelona.
mar. 2024