20.may 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Mítt yndisnátturustað í Suðuroynni
Suðuroyggin er ein flott oyggj við nógvum vøkrum umhvørvum. Eitt av tí, okkum dámar væl í Suðuroynni, er Botnskarð, sum er staðstett beint áðrenn Hvalbiartunnilin. Tá mann gongur heilt vestur á somu leið, eru tað bara hav og fjøll at síggja, har stendur ein kikari. Mann skal ganga umleið fimtan minuttur fyri at koma til kikaran. Nógvum ferðafólkum dámar væl at fara til kikaran, tí mann sær út á opið hav, og har er so sera vakurt. Tað er eisini ein lættur túrur at ganga, so flest øll hava møguleika at síggja hesa náttúruperluna.
Mann kann hyggja yvir til Fámjins og út á vatnið. Tá ið mann gongur tann vegin, sær mann eitt stórt vatn, ið eitur Botnsvatn. Tað er eitt vakurt stað, ið er sera vælegnað at fara við familjuni ein túr, um mann vil stuttleika sær. Har kann man eisini grilla, fara í gummibát og hugna sær óført.
Okkum dámar væl at ganga til Kikaran, tí har er sera vakurt, tá sólin fer niður. Eisini er har sera hugnaligt at vera við vinum og familju. Vit vóru har nú ein dagin og hugdu eftir sólsetri, vit høvdu teppi og mat við, so tað var hugnaligt, og so prátaðu vit bara og nutu tað flotta útsýnið.
Hvannhagi er eisini ein perla í Suðuroynni - eitt tað vakrasta staðið í Føroyum! Tað eru fleiri hættir at koma til Hvannhaga, ein háttur er at fara fram við skótahúsinum og so longur inneftir, til mann kemur til eitt portur. So skal mann ganga umleið ein hálvan tíma til mann kemur til eitt stórt vatn. Hvannhagi er eisini eitt sera hugnaligt stað hjá vinum at fara at grilla og svimja.
Í Hvannhaga reka nógvir seyðamenn eisini, tí seyðurin trívist so væl har. Okkum dámar væl Hvannhaga, tí har upplivur mann nógv, men tað kann vera torført at koma hartil, tí har er so bratt. Tá mann gongur, sær mann nógvar aðrar oyggjar m.a. Lítla Dímun, Stóra Dímun og Sandoynna, tá ið mann kemur longur oman sær man eisini Koltur og Vágar.
mar. 2024