16.may 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Samrøða við ein vaksnan um, hvussu koronatíðin hevur ávirkað gerandis- og starvsdagin
Eg havi valt at gera eina samrøðu við pápa mín, Andrass Thomsen, sum er yvirstýrimaður á Maersk Inventor.
Hann fór avstað til Nigeria í Afrika 8. februar og skuldi vera burtur í fýra vikur. Á veg til Nigeria millumlendi hann í Qatar, tá var korona bert ein sjúka, ið var í Kina, so hann hugsaði ikki meira um tað, enn at tað vóru nøkur fólk, sum gingu á flogvøllinum í maskum.
Tá hann kom umborð á skipið, gekk alt sum vanligt tær fyrstu fýra vikurnar. Tá ið projektið, sum teir arbeiddu við, var liðugt, var ætlanin, at øll manningin skuldi avmynstrað í Nigeria, men avloysararnir, sum skuldu koma umborð, fingu onki visum í passið, tí at tað vóru eingi klisturmerki eftir at koyra í passini, so tíverri slapp hann ikki heim úr Nigeria.
Samstundis fingu tey fyrstu fólkini í Nigeria corona.
Maersk Inventor hevdi nú fingið eina kontrakt í Norðsjónum og skuldi fyrst sigla til Ghana fyri at bunkra olju og at avloysa manningina. 17 mans lendu tá í Ghana klokkan 13.00 henda dagin, avloysingin skuldi fara fram. Tìverri var hetta um somu tíð, sum landið fór í “korona lockdown”. Teir blivu allir settir í fongsil, tí teir vóru ov seinir at koma út úr terminalinum á flogvøllinum.
Aftaná 2 dagar sloppu teir umborð, men eingin slapp av skipinum. Eingin avloysari var til Andrass, og manningin umborð bleiv nú dupult, heili 45 mans.
Manningin skuldi nú fylgja ávísum mannagongdum fyri at ansa eftir, at korona spjaðing ikki varð á skipinum. Hetta bleiv gjørt við at deila manningina í tvey, á hvørt sítt dekk. Umráðandi var at upplýsa teimum um reinførið, halda frástøðu, taka temperatur, og at teir skulu siga frá, um teir føldu til nakra sjúku.
Í 14 dagar hildu teir frástøðu frá hvørjum øðrum, og tíbetur vísti tað seg, at eingin hevði nøkur sjúkueyðkenni. Skipið var nú ávegis til Las Palmas, sum eisini var í “lockdown”, so har slapp heldur eingin heim. Í Las Palmas skuldi ymiskt arbeiði gerast á skipium, og tað var ikki lætt, tí at eingin reperationsfólk sluppu til Las Palmas.
Teir 45 mennirnir, sum vóru umborð, høvdu nú verið í karantenu og vistu nú, at eingin var sjúkur umborð, men teir vistu, at fólk vóru sjúk á Las Palmas, og tad var fyrstu ferð, at skipið kom til eitt land, har tað vóru so nógv smittað, og nú noyddust teir at ansa eftir, at teir ikki blivu smittaðir av teimum lokalu. Summir vóru so bangnir, at teir máttu brúka maskur, handskar, verndarbrillur og eingangsdraktir fyri at kunna arbeiða. Onkur helt seg langt burtur og goymdi seg í kamarinum. Reiðaríið gav fólkunum eyka internet, so tey kundu hava samband við síni kæru
Skipið fór nú víðari til Rotterdam, har hann endiliga slapp at avmynstra aftaná 11 vikur, hann fleyg heim gjøgnum Amsterdam og Keypmannahavn. Á flogvøllinum vóru næstan eingin fólk, og alt var stongt, so hetta var sera løgið.
Tá hann var komin heim, fór hann í heimakarantenu í fjúrtan dagar.
apr. 2024