10. flokkur 2019/2020 eitt spennandi skúlatilboð

Lagt út hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 23.04.2019   
Nú eftirskúlin byrjar á Tvøroyri í august 2019, gevur hetta møguleika fyri  spennandi og fjølbroyttum breytatilboðum til næmingarnar í 10.flokki í Tvøroyrar skúla og Vágs skúla.


Eftirskúlin, Tvøroyrar skúli og Vágs skúli eru farnir at samstarva um breytirnar soleiðis, at næmingar frítt kunnu velja seg á breytir hjá hvørjum øðrum.

Breytirnar, sum næmingarnir í 10.flokkunum kunnu velja seg inn á eru:

  1. Films- og sjónleikarabreyt
  2. Køksbreyt
  3. Íverksetanar- og miðlabreyt
  4. Sjóvinnubreyt
  5. E-sportsbreyt
  6. Adventurebreyt.

Umframt breytirnar, so kunnu næmingarnir eisini velja lærugreinirnar føroyskt, støddfrøði, enskt, danskt og alisfrøði/evnafrøði.

Næmingarnir í 10.flokkunum skulu velja soleiðis, at samlaða vikutímatalið verður í minsta lagi 28. Tey skulu velja 2-4 breytir og 2-4 lærugreinir.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet