21.okt 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Bakikapping
Næmingarnir í køksbreytini í 10. flokki kappaðust í gjár um at baka bestu køkuna. Teir arbeiddu í bólkum og høvdu sjálvir funnið uppskriftina.
Lærarar sótu í dómarapanelinum, og dømt varð eftir útsjónd, dufti, smakki, konsistensi og eftirsmakki.
Næmingarnir ganga við lív og sál upp í bakikappingina, og tað er sera stuttligt at síggja, hvussu væl teir duga at fáast við bakstur.
Her síggjast myndir av køkunum, hepnu lærarunum, ið sluppu at smakka allar, og at enda av vinnarabólkinum. Til lukku :-)
apr. 2024