05.apr 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
3 føst lærarstørv í Tvøroyrar skúla lýst leys frá 1. august 2017.
Søkt verður eftir lærarum, sum
– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
– duga at samstarva og eru fyrikomandi
– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum
Førleikakrøv: Læraraútbúgving. Umsøkjarar, sum hava royndir innan serundirvísing, byrjunarundirvísing í føroyskum, flokslærararoyndir í m.a.innskúlingini og sum hava førleikar at undirvísa í náttúru&tøkni hava fyrimun.
Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og framhaldsdeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Ynskir umsøkjari fleiri upplýsingar um starvið, kann viðkomandi seta seg í samband við skúlastjóran á tlf 371582 í skrivstovutíðini. (Sí heimasíðu skúlans)
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 08.mai 2017 kl. 24.00.
Umsóknin verður stílað til:
Finn Thomsen, skúlastjóra
Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3
Postboks 23
FO-800 Tvøroyri
Men kann eisini sendast sum teldupostur til:
finn.thomsen@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Finn Thomsen, skúlastjóra á tlf. 371582 í skrivstovutíð skúlans.(Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo
Størvini verða eisini lýst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
mar. 2024