12.nov 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
6.flokkur á SSP degi.
Fríggjadagin var SSP-dagur í Norðurlandahúsinum í Havn.
Hetta er 9.ferðin, at skipað verður fyri SSP-degi fyri teimum, sum arbeiða fyri, at børn í Føroyum skulu trívast og mennast.
Nógv áhugavert var á skránni, og m.a. hevði 6.flokkur í Tvøroyrar skúla eina framløgu um, hvussu tey arbeiða við evninum trivnaður og menning í skúlanum.
SSP-lærari í Tvøroyrar skúla er Mariann Mikkjalsdóttir.
SSP er eitt samstarv millum skúla, sosialar mynduleikar og politiið.
apr. 2024