8. flokkur á seturskúlaferð

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 21.06.2017   

Mánamorgun 29. juni fóru 8.flokkur, Hallur, Jón og Wivika á seturskúlaferð í Íslandi.

Okur búðu mitt í Reykjavík, so tað lá væl fyri at fara túr eftir gongugøtuni.
Okur hava upplivað eina rúgvu upp á so stutta tíð, m.a. hava okur verið og hugt eftir bygnaðinum í Harpu og í Hallgrímskirkjuni. Hóast tað regnaði nakað, var onkur og svam í heitari á í Hveragerði. Okur vitjaðu eisini The Golden Circle, ið eru Tingvellir, - Gamli tingstaður Íslands, Gullfossur og Geysir – Geysir goysur ikki longur, men er tað nú lítli beiggi Strokkur, ið ger um seg.
 
Í hjálmi, píkum undir fótunum og eini ísøks í hond, so fóru okur ein gongutúr á Sólheimajøkulinum. Hetta var ein serstøk uppliving, tí mett verður, at um nøkur ár er Sólheimajøkul bránaður burtur.
Okur stóðu í tveimum ymiskum heimspørtum í senn - á brúnni um tektonisku plátunum ímillum Norðamerika og Eurasia. Eisini krupu okur á øllum fýra í eini lava holu, og har okur sungu fyri Bárði, ið hevði føðingardag, - tað eru neyvan mong, ið hava fingið føðingardagssang á tílíkum stað.
Síðani gekk leiðin til Bláu Lón, og vóru øll samd um, at hetta var ein deiligur avslutningur upp á allar gongutúrarnar.
Friggjadagurin var skjótur, og tíðin kom at venda nøsina heimaftur.

Okur takka fyri túrin og kunnu viðmæla øðrum at fara ein tííkan upplivingar túr J

 Fleiri myndir síggjast her.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet