05.feb 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Hesi skilagóðu og djørvu ungu hava seinastu tveir dagarnar umboða sínar floksfelagar og Tvøroyrar skúla í Ungdómstinginum
Hesi skilagóðu og djørvu ungu hava seinastu tveir dagarnar umboða sínar floksfelagar og Tvøroyrar skúla í Ungdómstinginum. Tey høvdu trý uppskot við sær, og megnaðu at fáa tvey av teimum samtykt. Eitt um fleiri handaligar tímar í framhaldsdeildini, og eitt um at banna óneyðugum einnýtisplasti. Eisini hava tey sett góðar spurningar m.a. um ójavna millum ítróttarfeløg í sambandi við ferðaútreiðslur o.a., integratión, Fámjinstunnilin, makrelkvotur og Suðuroyartunnil. Heilt sikkurt tveir læruríkir dagar.
Tey, ið umboðaðu flokkin á tingi vóru Trygvi S. Nielsen, Ronja Hentze, Rannvá Tausen, Beinta Dalfoss Joensen, Bára Guttesen, Bjarta B. Hammer og Naina Mortensen.
apr. 2024