Á vitjan hjá okra eldru samborgarum

Skrivað hevur: Páll Michelsen   tann: 14.12.2018   

Á vitjan hjá okra eldru samborgarum

Næmingarnir úr 1.-4. flokki í Trongisvágs skúla umframt nakrir av yngru næmingunum úti á Tvøroyri hava teknað jólakort til allar okra samborgarar í kommununi, ið eru 80 ár og eldri. Næmingar úr skúlahúsinum og 10. flokki í Tvøroyrar skúla hava bakað og pakkað smákøkur, og nakrir næmingar úr 8. flokkunum hava pyntað nakrar jólakúlur.

Í dag hava so allir næmingar úr 5.-8. flokki verið á vitjan hjá øllum, ið eru 80 ár ella eldri í kommununi og givið teimum eitt jólakort umframt ein posa við smákøkum. Næmingarnir vóru sera fegnir fyri góðu móttøkuna, tey fingu, og komu glaðir aftur í skúla og fortaldu, at fleiri høvdu glett seg og vónað, at tey aftur í ár fóru at fáa vitjan úr skúlanum. Fleiri samrøður vóru, um hvør átti hvønn, og annars vóru fleiri hugnaligar løtur við práti.

Tíverri vóru nøkur fá, ið ikki vóru heima, men har tað bar til, hava næmingarnir lagt pakkan innum ella í postkassan. Búfólkini á Suðuroyar ellis- og røktarheimi fingu sjálvandi eisini eina heilsan við smákøkum umframt eina jólakúlu hvør.

Eins og undanfarnu tvey árini eydnaðist tiltakið í dag sera væl. Takk til tykum, ið hava tikið so væl ímóti okra næmingum í dag.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet