08.mar 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Ikki allir skúladagar eru eins, og allir flokkar hava onkrar dagar, ið á einhvønn hátt eru øðrvísi og ikki fylgja vanligu tímatalvunum. Týsdagin 5. mars var ein av hesum døgum í 9.b.
Í bólkum, valdir við lutakasti, skuldu næmingarnir velja sær eitt land, sum tey kundu hugsað sær at arbeitt við í ein dag. Lærararnir ynsktu at síggja eina framløgu av onkrum slag umframt, at fleiri lærugreinir skuldu vera umboðaðar. Bólkarnir valdu sær londini Mexico, England, Italia og USA, og týsdagurin 5. mars varð valdur til arbeiðs- og framløgudag. Tað var ymiskt, hvat bólkarnir valdu at leggja dent á.
Bólkurin, ið hevði valt sær England, gjørdi sera nógv burturúr at borðreiða við enskum morgunmati og høvdu harumframt eina framløgu um England við denti á m.a. London og fótbóltin.
Okur sóu ein maskudans úr Venezia, Italia, hoyrdu um landið og ikki minst matin. Tey høvdu gjørt bæði pizza og ein pastarætt.
Úr Mexico kom søgan um Día de los Muertos (dagin hjá teim deyðu). Í stuttum er hetta dagurin, tá familja og onnur minnast tey, ið undan eru farin. Bólkurin bjóðaði Nachos við høsnarunga og osti og sjálvandi jalapenos (til tey, ið tordu) umframt guacomole og salsa.
Bólkurin, ið hevði valt USA, bjóðaði burgarar og kips. Tey greiddu m.a. frá, hví valið var fallið á júst hetta slag av mati. Harumframt framførdu tey ein traditionellan dans hjá indiánarunum.
Framløgurnar vóru allar ymiskar, og lagt varð fram á bæði føroyskum, donskum og enskum - umframt at aðrar lærugreinir eisini vóru umboðaðar, so hetta var ein væleydnaður tvørgreinaligur dagur. Vónandi dámdu næmingunum dagin eins væl og okum lærarum.
Øll - bæði ung og vaksin - lærdu nakað - og fingu mettað svongdina. Mangatakk :-)
apr. 2024