11.des 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Í gjár var seinasti dagur í starvsvenjing í Tvøroyrar skúla hjá Annu og Louise, ið lesa til lærara á læraraskúlanum í Aarhus. Tær hava verið her í góðar seks vikur og roynt seg í nøkrum av lærugreinunum, tær vóna at koma at undirvísa í, tá tær um gott hálvt ár væntandi eru lidnar við útbúgvingina.
Lærugreinarnar, tær í mestan mun hava hugsavnað seg um, eru søga/samtíð og samfelagsfrøði, danskt, landafrøði og ítrótt. Teir lærarar, ið tær hava verið knýttar at, eru Thordar, Winnie, Wivika, Poul, Annu, Birgir og Otto.
Fyrsta vikan hjá teimum báðum her í starvsvenjing var evnisvikan um Samfelagið, so tað var avgjørt ikki eina "vanliga tímatalvu", tær sóu sum tað fyrsta. Tær hava harumframt verið við til alt møguligt, ið eisini er partur av gerandisdegnum í skúlanum; millum annað vóru tær eisini við, tá allir lærarar í Føroyum luttóku á læraradegi í Norðurlandahúsinum.
Í gjár segði Otto nøkur orð vegna lærararnar og takkaði teimum báðum, at tær valdu at koma í Tvøroyrar skúla í starvsvenjing. Hóast høvuðsendamálið við starvsvenjing hjá læraralesandi sjálvandi er at geva teimum innlit og førleikar at undirvísa í fólkaskúlanum, er tað eisini eitt kærkomið høvi hjá skúlanum at fáa nýggj hugskot, íblástur og nýggja vitan inn við teimum lesandi.
Anna og Louise takkaðu somuleiðis fyri tíðina, og at tær eru slopnar at royna seg sjálvar - við vegleiðing sjálvandi, og ikki minst, at tær hava kent seg væl móttiknar báði av næmingum og starvsfólki. Tær takkaðu eisini fyri, at tær eru tiknar við í alt møguligt annað í skúlanum, ið ikki beinleiðis er at finna á tímatalvuni.
Takk fyri, Anna og Louise, og gangist tykum væl síðstu tíðina á Læraraskúlanum og ikki minst í framtíðaryrki tykra :-)
Fyrra myndin er av Annu saman við 8. flokki, og seinna er av Annu og Louise saman við 7. flokki:
apr. 2024