Í morgun kl.09.00 fara næmingar í Tvøroyrar skúla at rudda á Tvøroyri. Hetta er ein partur av ruddingarátakinum hjá Tvøroyrar kommunu, sum Tvøroyrar kommuna og Tvøroyrar skúli hava gjørt avtalu um. Tey, sum fara út at rudda í dag, eru næmingar úr 5., 6. og 7.flokki og lærarar teirra. Næmingarnir fara at rudda økið frá FK og út til Tvøroyrar kirkju, og í hesum sambandi verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.