30.okt 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Nakað fyri heystfrítíðina var næmingaráðsval í Tvøroyrar skúla
Nakað fyri heystfrítíðina var næmingaráðsval í Tvøroyrar skúla. Hvør flokkur skuldi velja eitt umboð og eitt varaumboð í næmingaráðið. Í dag varð so endiliga fyrsti fundur hildin.
Á skránni í dag var fyrst ein innleiðing í tað at arbeiða í einum næmingaráði. Næmingarnir tosaðu eitt sindur um, hvat teir halda, at næmingaráðið kann/skal arbeiða við hetta komandi árið.
Ætlanin er, at fundarskrá skal vera klár umleið eina viku undan hvørjum fundi, so allir flokkar hava møguleika at viðgera málini, ið eru á skrá. Næmingaráðsumboðini greiða síðani sínum flokkum frá niðurstøðum hjá næmingaráðnum.
Á næsta fundi skipar nevndin seg, og so fer veruliga arbeiðið í gongd. Arbeiðið í einum næmingaráði er fjølbroytt, og tað eru umboðini í ráðnum, ið mynda arbeiðið. Tað vil siga, at tað er næmingaráðið sjálvt, ið avger, hvussu sjónligt og virkið tað er.
apr. 2024