16.des 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Hvørt ár hava okur í Tvøroyrar skúla eina jólaevnisviku.
Ársins jólavika
Hvørt ár hava okur í Tvøroyrar skúla eina jólaevnisviku. Stutt eftir skúlaársbyrjan byrja fyrireikingarnar vanliga til vikuna, ið – hóast nøkur tiltøk eru tey somu ár undan ári – eru ymiskar.
Umframt at hvør flokkur hevur arbeitt við jólunum í einum ávísum landi, valdu okur í ár eina jólaevnisviku, har næmingarnir í 5.-10. flokki vórðu býttir í 8 bólkar og luttóku á tveimum verkstøðum hvønn dag. Verkstøðini vóru átta í tali, og umframt handaligu verkstøðini handarbeiði, evning og smíð høvdu okur eisini verkstøð í jólasøguskriving, køk, tónleiki, dansi og spølum.
Handarbeiði: Í handarbeiðsstovuni varð arbeitt við filt og decoupage, og bólkarnir gjørdu vimplar, ið prýddu skúlan, tá okur bjóðaðu til jólahugnaløtu tórskvøldið. Vimplarnir høvdu eitt flagg á aðrari síðuni, og á hinari var okkurt, ið hevur samband við landið og jólini í viðkomandi landinum.
Evning: Í evning varð jólaprýði á skránni. Næmingarnir gjørdu jólakúlur og –hjørtu í ymiskum støddum úr flamingo og endurnýtslutoyi. Eisini kundu næmingarnir velja at skera ella klippa út jólaprýði úr pappíri.
Smíð: Í smíðstovuni gjørdu tey kransar og hjørtu úr greinum og pappi. Eisini her var tilfarið í stóran mun endurnýtsla.
Køk: Høvuðsuppgávan í køkini var at at baka ymisk sløg av smákøkum, ið eisini skuldu býtast upp og pakkast, so tær vóru klárar hjá næmingunum at bera út til øll í kommununi, ið eru 80 ár og eldri. Hetta er ein av afturvendandi táttunum í okra jólaviku, ið bæði næmingar og tey, ið fáa køkurnar, eru sera glað fyri.
Jólasøguskriving: Á jólasøguverkstaðnum vórðu bólkarnir býttir í smærri bólkar eftir floksstigi. Smærru bólkarnir fingu so uppgávuna at skriva eina jólasøgu. Allar søgurnar vórðu samlaðar inn og hongdar upp, so gestirnir til jólahugnaløtuna kundu lesa tær, høvdu tey hug til tess. Kanska onkur søga verður at síggja ella hoyra seinni.
Tónleikur: Á tónleikaverkstaðnum sluppu næmingarnir at royna ymisk ljóðføri, og endamálið var, at hvør bólkur skuldi framføra ein sang, tá verkstaðið var av.
Dansur: Á dansiverkstaðnum varð serligur dentur lagdur á linedance, men flestu bólkar sluppu eisini at royna seg í grundstevunum í Rock ’n Roll, fólkadansunum Yogo og Pattycake Polka (ella Hæl og tá, ið fleiri kanska kenna) og øðrum styttri dansum eisini.
Spøl: Navnaspøl, tvætlispøl, sangspøl og samskiftisspøl. Hetta verkstaðið hevði ymisk spøl á skránni. Endamálið var at samansjóða bólkarnar og sjálvandi at hava tað stuttligt samstundis.
Myndir koma í myndasavnið.
mar. 2024