02.des 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Við jøvnum millumbili verður skipað fyri bakikapping í skúlakøkini
Við jøvnum millumbili verður skipað fyri bakikapping í skúlakøkini. Kappast verður í bólkum, og endamálið er sjálvandi at fáa heiðurin sum tey, ið hava bakað dagsins bestu køku.
Næmingarnir sleppa í bólkum sjálvir at avgera, hvat tey hava hug at baka og skulu so sjálvi eisini gera fyrireikingararbeiðið. Tá kappingin fer í gongd, arbeiða tey sjálvstøðugt, og tað er sera hugaligt at síggja, hvussu eldhugað tey fara undir uppgávuna.
Tá køkurnar eru lidnar, verður dómarapenelið, ið vanliga er sett saman av trimum lærarum, boðsent. At vera dómari er vanliga als ikki nøkur løtt uppgáva, tí køkurnar eru fjølbroyttar, og tær allarflestu eru sera vakrar og vælsmakkandi. Dómararnir geva stig frá 1 til 5 fyri útsjónd, duft, smakk, konsistens og eftirsmakk. Hesi úrslitini verða so løgd saman, og køkan við hægsta stigatalinum, vinnur bakikappingina og heiðurin sum dagsins køka.
Fríggjadagin 29. november var aftur ein bakikapping, tá køksnæmingar úr 8. og 9. flokkunum kappaðust. Fimm lekrar køkur vórðu borðreiddar, og stig vóru givin. Vinnarakøkan var ein lekkur sjokulátakøka við sjokulátakremi. Kakan var pyntað við sjokulátajólatrøum, sum næmingarnir sjálvir høvdu gjørt úr myrkari og hvítari sjokulátu, toffifee, bláberjum, granatepli og kokus.
Á vinnandi bakiliðnum vóru Filip, Bjarta, Katrin og Rakul.
Mangatakk – Winnie, og næmingarnir – okur gleða okum til næstu bakikapping
mar. 2024