Barnarættindadagur

Lagt út hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 12.03.2019   


Árligu barnarættindadagarnir verða í hesum døgum hildnir í Norðurlandahúsinum. Skipað verður fyri tveimum døgum, allir 7. flokkarnir í landinum eru bodnir við. Okra 7. flokkur luttók í gjár, og tískil vóru næmingar og lærararnir, Karin Maria og Anna, tíðliga á fótum og klár, Smyril loysti klokkan 6.  

Fyriskipararnir av tiltakinum siga, at endamálið er at varpa ljós á barnarættindi, og hvat ST-Barnarættindasáttmálin merkir í okra gerandisdegi. Heitið á ársins tiltaki er: “BARNARÆTTINDI - eisini ert 13 ár”.  



Á skránni var bæði álvara og gaman. Allan Tausen greiddi frá sínum truplu ungdómsárum og framførdi nøkur løg. Laura Kathrine Apol fortaldi um bókaútgávu sína og lívið saman við mammuni, var sinnissjúk. Sinnisbati, Barnabati, Familjufyrisitingin og Øll hava rætt til góð barnaár høvdu upplegg og greiddu frá sínum virksemi og tilboðum.  



Jassarnir er ein tónleikabólkur, er mannaður við 11-12-ára gomlum dreingjum. Breið semja um, at teir høvdu eina sera góða framførslu. Teir framførdu eitt okkurt hjá AC/DC og okkurt, teir sjálvir hava skrivað. Gundur Johansen, er kendur bæði sum sjónleikari úr Suðuroyar Sjónleikafelagi og fyri skemtiinnsløgini við Grillbúðini hjá Símuni, stóð fyri einum innslagi um tannáringin Jákup, hevur tað trupult. Innslagið var álvarsamt og skemtiligt alt í einum. Dagurin endaði við  barnarættindaquiz, áðrenn okra næmingar aftur gjørdu klárt at fara umborð á Smyril og suðuraftur eftir ein væleydnaðan dag í Havn.  



Meira um tiltakið sjálvt her: https://www.nlh.fo/#/4015/barnaraettindadagar-2019 

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet