21.aug 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fríggjadagin 24.august 2018 verður skipað fyri tiltakinum “Betri heilsa” 2018.
Tað er Hvistan, ið skipar fyri.
Tiltakið verður í Vági, og allir næmingar í Suðuroynni eru bodnir við.
Næmingarnir skulu møta í Vági kl.9.00, og kl. 9.30 verða næmingarnir bodnir vælkomnir og fáa kunning.
Kl.11.30 verður matarsteðgur til kl.12.00, og kl. 12.15 verður góður tónleikur og okkurt “surprise”.
Tiltakið endar kl.13.00.
Næmingarnir fáa vatn og frukt, men neyðugt er at hava matpakka við og lata seg í klæði, ið hóska seg til rørslu.
Hvistan boðar frá, at endaliga skráin ikki er klár enn, men at nærri kunning um skránna kemur skjótt.
Tvøroyrar skúli kunnar um skránna og annað á heimasíðu skúlans, so skjótt vit vita meira.
apr. 2024