01.okt 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Á leið klokkan 9 í morgun fór brandalarmurin í gongd í Tvøroyrar skúla. Allir næmingar og lærarar samlaðust úti í uttara skúlagarði, og skjótt var greitt, at her var okkurt áfatt. Eftir eina uppteljing av næmingum og starvsfólki, var greitt, at tveir næmingar manglaðu.
Roykur floymdi út gjøgnum vindeyguni í lívfrøðistovuni, og skjótt var sløkkiliðið á staðnum. Teir gjørdu skjótt av, og teir báðir næmingarnir vórðu funnir og komu út í øllum góðum.
Tíbetur var hetta bert ein venjing, og hóast venjingin sjálvsagt verður eftirmett, verður vónandi ikki neyðugt at brúka hesa vitan.
Takk til øll, ið vóru við til venjingina.
apr. 2024