Brandvenjing í Tvøroyrar skúla

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 30.01.2018   


 

Í trygdarætlanini hjá Tvøroyrar skúla stendur at lesa: 

 

Venjingar:

 

​Í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla verður skipað fyri innanhýsis brandvenjingum um mánaðarskiftið august/september.

 

​Í Tvøroyrar skúla verður í januar skipað fyri brandvenjing saman við sløkkiliðnum, meðan brandvenjingin í Trongisvágs skúla saman við sløkkiliðnum verður í november.

 

Stóra brandvenjingin varð fyriskipað mánadagin 29. januar kl.8.15, og var tað sløkkiliðið á Tvøroyri, sum fyriskipaði venjingina.

 

Eldur kyknaði í einari skúlastovu beint við køkin á lærarastovuni, og roykurin var so nógvur, at næmingar og lærari ikki ikki funnu veg út úr skúlastovuni og út í skúlagarðin.

 

Tað upptalt var úti í skúlagarðinum, fóru roykkavarar inn eftir teimum næmingunum og tí læraranum, sum vóru fangaði í roykinum inni í skúlastovuni, og eftir lítlari løtu vóru øll fingin út og kannaði av manningini í sjúkrabilinum.

 

Sum heild kann sigast, at venjingin eydnaðist væl. 

 

Nakrar dagføringar í trygdarskipan skúlans máttu gerast beinanvegin, og á eftirmetingarfundi, sum verður seinni í vikuni, verður gjørt av, um annað viðvíkjandi brandtrygdini krevur ábøtur

​Sí annars grein á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu um m.a infrareyða kammeraið, sum Varðin Pelagic lat Tvøroyrar Sløkkiliði  í fjør, og sum varð  roynt á fyrsta sinni í samband við brandvenjingina.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet