21.jun 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Ger so væl, ein posi til hvørt húski í kommununi
Í morgun eru næmingarnir í 5., 6. og 7. flokkunum farnir hús úr húsi at lata hvørjum húski í Tvøroyrar kommunu eitt berinet.
Berinet við búmerkinum hjá Tvøroyrar kommunu vórðu bíløgd, og hesa vikuna hava næmingarnir málað posarnar.
Um onkur av misgávum ikki hevur fingið ein posa (ein posi til hvørt húski), vinarliga boða okum frá, so okur fáa rættað hetta mistakið.
Heilsan næmingarnir í 6. flokki við sera góðari hjálp frá næmingunum í 5. og 7. flokkunum
apr. 2024