27.nov 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Heimasíðan hevur fingið fatur í eldri skúlamyndum av næmingum og øðrum, sum hevur samband við Tvøroyrar skúla.
Vit fara at leggja 2-3 myndir um vikuna út á heimasíðuna. Á nøkrum myndum eru nøvn og árstøl skrivaði á baksíðuna, men fleiri nøvn mangla, so vit hava gjørt av, ikki at skriva nøvnini.
Um onkur kennir øll á onkrari mynd, eru tit vælkomin at senda nøvnini til Tvøroyrar skúla.
Um onkur liggur inni við gomlum skúlamyndum av skúlanæmingum o.ø. í Tvøroyrar skúla, eru tit vælkomin at senda hesar til Tvøroyrar skúla.
Fyrsta myndin hesa vikuna er frá 1951.
mar. 2024