12.jun 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Á hvørjum ári hava okur evnisdagar í skúlanum, og í ár fall valið á “nærumhvørvið
Mánadagur 8/6
Á hvørjum ári hava okur evnisdagar í skúlanum, og í ár fall valið á “nærumhvørvið”. Hetta tí, at okur halda næmingarnar hava gott av at kenna fólkið, ymsu økini og søguna knýtta at teimum, her á staðnum.
Mánamorgunin fór miðdeildin (4., 5., 6., og 7.fl) í Tvøroyrar skúla rundtúr í Froðba. Farið var til gongu úr skúlanum og út í Kulagjógv, har tíðindafrói Jákup Jensen tók ímóti okum. Meðan okur vóru á Rættartanga og sóu sermerktu “viftuna”, sum verður kallað Kulagjógv, greiddi hann okum frá, hví landslagið sær út sum tað ger. Eisini greiddi hann okum frá ymsu staðarnøvnunum úti í Bø.
Víðari varð farið niðan gjøgnum trappurnar á Rókini, ella sum onnur kalla hana “20-trins trappan”, tá komið var niðaná, fóru okur í fýra bólkar og út á fýra “søgustøð”, har roterað bleiv ímillum, so øll fingu allar frágreiðingarnar.
Jóannes Joensen, ella kendur millum fólk sum Jóannes hjá Poul F, hann er ein fryntligur maður, ið hevði nógv at greiða okum frá. Jóannes segði, at okur Hann vísti okum inn í gamla handilin, hjallin, seyðahúsið og tarvafjósið hjá pápa sínum.
Frá Jóannesi fóru okur í tarvafjósið, sum Lions Club í Suðuroy eigur, var Páll Tummasarson til reiðar at vísa okum inn í snotiliga tarvafjósið. Hann fortaldi okum um tarvsskipanina sum var fyrr í tíðini, og um at fólk, sum áttu kúgv, máttu lata hoyggj til tarvin. Ein tarvur var til byrgdina Froðba og ein til Trongisvág, og flenti við, at okkurt hevði gamli tarvurin hugsað at staðið her.
Pól Arni Holm kom framvið og greiddi frá, hvussu tað er at verða rokkstjørna í Føroyum. Hann segði, hvussu torført tað var røkka út um landoddarnar, tá ein syngur á føroyskum, men tað sum var mest umráðandi hjá honum var at verja málið, heldur enn at selja tónleikin uttanlands.
Síðsti støðgur var hjá fyrrverandi skúlastjóranum Johan Joensen, og søgufróur sum hann er, var hann til reiðar at siga frá ongilsmannaleivdunum frá 2. Heimsbardaga. Hann visti at siga okum, at nærum hvør maður í oynni var til arbeiðis í Froðba. Ongilsmennininir høvdu stuttar skóvlir við, sum suðuroyingarnir fingu ilt í ryggin av, og tí høvdu teir egnar spaka við hvønn morgun. Hóast arbeitt var hvønn dag, blivu teir ikki lidnir við vegin niðan á Nakk, tí kríggið var av áðrenn.
Týsdagin 9.juni var miðdeildin á vitjan í Kirkjuni og á Fornminnissavninum.
Í kirkjuni tók Jónsvein Bech, prestur, ímóti okum. Hann visti eina rúgva at siga frá, og tóktist tað, sum sótu øll mest sum rúnarbundin av honum. Jónsvein greiddi okum frá ljósukrúnum og skipunum, sum hanga undir loftinum, og hevur alt sína serligu søgu. Søgan um eina skipið var nakað soleiðis, at tað var ein maður, ið fekk tuberklar. Og tá hann ikki fekk arbeitt, tí hann sat í sóttarhaldið norðanfyri, gjørdi hann eitt skip, ið skuldi latast sum vinningur í einum lottaríið, og tað stutta av tí langa er, at skipið endaði sum gáva til kirkjuna. Eisini visti hann at fortelja okum, at staðarnavnið “Valurin” kom frá enska staðnum “Church Wall”, sum bleiv forbronglað til “Kirkeval”, sum síðani bleiv til Valurin.
Úr kirkjuni gekk leiðin oman á Fornminnissavnið, har Jens Arni Leo Hammerfoss vísti okum ymsar lutir og greiddi frá søguni um húsini og virksemið har gjøgnum árini. Næmingarnir vóru hugtiknir av hesum, og dámdu sera væl at síggja hesir forvitnisligu lutirnar, eitt nú eina gamla apple-teldu, gamla politibúnan og floytuna hjá Stóra Martini, sum eisini áttu skógvarnar á stødd uml. 55, har vóru grammofonir, sum enn spæla løg, og ein gomul maskinbyrsa, ið skuldi brúkast at verja seg við undir krígnum.
Ónsdagin 10. Juni var rundtúrur í Trongisvági. Okur møttu í Trongisvágs skúla, og var fyrsta vitjanin í El-verkinum. Otto West var fegin at greiða okum frá um SEV bygningin. Allur streymurin, sum okur brúka her á plássinum, kemur úr Vági, og eru tað uml. 20.000 Mw, sum so verða transformerað til 10.000 Mw, sum síðani fólk kunnu brúka. Hann vísti eisini á vandan við stikkkontaktunum og telefonløðarum, og hvønn skaða tað kann gera børnum.
Frá El-verkinum gingu okur niðan í Syðrutoft til standmyndina hjá Klappjaktini. Jens Rói Sørensen fortaldi okum um áhugafelagið “Klappjaktin”, sum bleiv stovnað í 1892, og er tí elsta harufelag í landinum. Tað serstaka við hesum her, at hetta er einasta haruskjóting av sínum slag. Eisini legði hann dent á, at tað er alneyðugt við ymsum trygdartillagingum, eitt nú eru teir altíð í appelsingulum húgvum og vestum.
Úr Syðrutoft oman til minnisteinin av Rasmusi Effersøe, har Jákup Jensen aftur var til reiðar at deila sína vitan við okum. Hann fortaldi, at forfedrarnir hjá Effersøe vóru ættaðir úr Íslandi. Og sjálvur var Rasmus var partur av tjóðskaparrørsluni, og sást hetta aftur í hansara skrivliga avrikið. Rasmus var mest kendur fyri yrkingar og ymsar sjónleikir.
Frá Effersøe til gomlu bedingina har tóku Knútur Nygaard og Jens Eli Johansen ímóti okum. Teir fortaldu um ymsu rúmini, og hvat slag av arbeiði var mest á smiðjuni. Fyrsta skipasmiðja í Føroyum var tann í Trongisvági, og kom hetta helst av, at her á fjørðinum vóru nógv skip og bátar. Eisini sloppu okur inn at síggja stóra spælið og tannhjulið á bedingini, tað ið bleiv brúkt at hála skipini upp og inn við.
Leiðin gekk nú út á Naddodd, har Viberg Sørensen visti ymiskt at fortelja okum. Hann fortaldi eitt sindur um rúnasteinin vestanfyri húsini, at hann var tikin úr Froðba, sendur til Havnar har danskur myndahøggari høgdi nakrar rúnir í. Hesin steinur skuldi standa í havanum hjá borgarstjóranum í Havn, men endaði so her suðuri, her hann hoyrdi heima. Eisini helt Viberg tað vera umráðandi at vísa á kvinnuleiklutin undir krígnum, serliga um fiskaplássið og arbeiði har umkring.
Síðani løgdu okur leiðina út á Hvítanes til Thorshavn. Eir Norðberg, og pápi hennara Jógvan, segði okum frá ríku søguni um bátin. Upprunaliga lótu danskarar Thorshavn byggja sum bjargingarbát, tí tað var ikki nóg mikið við Tjaldrinum. Men uppgávurnar blivu ymsar hjá hesum báti, eitt nú til sjúkraflutning, flyta amtmenn, politistar og onnur fornem fólk. Eisini vistu tey at siga, at ein genta er fødd umborð, og hevur henda sama genta vitja umborð.
Okur vilja samstundis eisini nýta høvið at takka teimum mongu frásøgufólkunum, ið góvu sær stundir at greiða næmingum og lærarum frá spennandi og áhugaverdum søgum og upplýsingum um okra nærumhvørvið.
Samanumtikið kann sigast, at hetta vóru tríggir spennandi dagar við fryntligum frásøgufólki og nógvari lokalari søgu.
apr. 2024