10.jan 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Børn og ung á netinum:
Tann 22. januar kl 19:00 verður felags foreldrafundur í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla
Sum vant bjóðar skúlastýrið til felags foreldrafund, sum í ár fer at snúgva seg um okkara kæru børn, og hvussu vit kunnu hjálpa teimum at fáa góðar vanar á netinum.
Fyrilestrahaldarar vera:
Jógvan Poulsen, sum tosar um Fortnite og
Elin Michelsen sum tosar um at vera tryggur á netinum
Sera spennandi, áhugaverdir og viðkomandi fyrilestrar.
Vit síggjast!
apr. 2024