09.nov 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Ikki vardi tað okum at fáa hesi boð, at Finn so brádliga var farin.
Tvøroyrar skúli bleiv hansara lívsstarv, og tænti hann fyri seg í samfull 37 ár. Finn bleiv settur í starv í Tvøroyrar skúla í ’82. Hann var deildarleiðari í Trongisvági ‘98-09, var varaskúlastjóri ’09-16, og at enda skúlastjóri, og sat hann í tí starvinum til hann fór frá 31. septembur 2019. Hóast Finn fór frá í ‘19, vitjaði hann aftur á gamlar gøtur og var vikarur av og á.
Tað, ið okur minnast aftur á, eru góðu dygdirnar hjá Finn, sum eisini hjálptu honum í sínum dagliga starvi sum lærari og stjóri. Altíð jaligur og skemtingarsamur. Men eisini hábærsligur og tignarligur var hann - bæði á skrift og í talu. Finn legði stóran dent á trivnaðin hjá starvsfólki og næmingum. Hann var nærlagdur og gav nógv góð ráð um eitthvørt, og hevði hann altíð fingurin á pulsinum. Ein kendi seg ikki heilt sleptan kortini, tí hann spurdi altíð inn aftur. Tú visti altíð, hvar ið tú kundi leita tær hjálp, tí hann var bæði fyrikomandi og hjálpsamur. Hann vísti okum ans, og var generelt áhugaður í, hvat ið gekk fyri seg. Ein so menniskjaligur eginleiki, ið gjørdi, at Finn var sera væl dámdur av starvsfólkum og næmingum skúlans.
Oftani verður tikið til, at lærarar hava nógvar ymiskar hattar, og var hetta eisini galdandi fyri Finn. Sum flest vita, so var Finn sera áhugaður í samfelagsviðurskiftum, og hevur hann tí eisini verið virkin við eitt nú ítrótti, tónleiki, sjúkrahúsverki, vinnulívi, útvarpsendingum og nógvum øðrum.
Familjumaður var hann burturav, og gleddi seg at njóta sítt otium, sum tíverri bleiv alt ov stutt. Mangan fall prátið á børnini, Kára og Senitu, og abbasonin, Helga. Sást tú Finn í býnum, í bili, til fótbóltsdyst, so var Kári við. Eisini var hann nógv um abbasonin, Helga. Tankarnir leita tí til tykum, ið eftir sita, góðu Jórun, Kári, Senita, Tommy og lítli Helgi.
Ærað verður minnið um Finn Thomsen.
apr. 2024