24.nov 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Mánadagin 27.novembur 2017 frá kl.19.00-21.00 verður foreldrafundur fyri foreldrum í 4. og 5.flokki.
Evnið á fundinum verður um at ferðast á netinum, og tað er SSP, ið skipar fyri fundinum.
Tað verður Elin Michelsen, sum er serkøn í miðlum, sum leggur fyri á fundinum.
At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og vaksnum. Hetta setur tí krøv um skilagóðan atburð, soleiðis at tú kanst tryggja m.a. privatlívið hjá fólki.
Næmingarnir hava brúk fyri, at foreldur í flokkunum fáa innlit og tosa saman, og tí er tað umráðandi, at næmingarnir verða umboðaðir av báðum foreldrunum, siga fyrireikararnir.
apr. 2024