08.jan 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Felags foreldrafundur og SPENNANDI fyrilestur verður í skúladeplinum í Hovi 16. januar kl. 19.00.
Forkvinnan í skúlastýrinum á Tvøroyri, Annika Jónsveinsdóttir, skrivar :
So er tíðin komin til at bjóða tykkum øllum til tann árliga felags foreldrafundin, sum skúlastýrið skipar fyri. Í ár verður fundurin og fyrilestur á Skúladeplinum í Hovi.
Byrjað verður við einum spennandi fyrilestri við Jens Andersen sálarfrøðingi úr DK.
Jens Andersen er ein kendur fyrilestrahaldari, og hevur hann fyrr verið í Føroyum og hildið fyrilestur. Hann dugir sera væl at greiða frá, og ger hetta uppá ein sera innlivandi og skemtiligan hátt.Sí viðheftu veggmynd/planchu, har fyrilesturin er nærri lýstur.
Hesin fyrilestur er eitt samstarv millum øll skúlastýrini í oynni, og eru øll foreldur at skúlabørnum í Suðuroynni boðin við.
Aftaná fyrilesturin verður ein lítil steðgur, og síðani fer forkvinnan í skúlastýrinum at leggja ársfrágreiðingina fram fyri foreldrunum her á staðnum.
Vónandi fáa vit eitt hugnaligt, skemtiligt og læruríkt kvøld saman!
Vegna skúlastýrið
Annika Jónsveinsdóttir, forkvinna
apr. 2024