04.okt 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Fyrr í vikuni varð avgerð tikin um, at árligi rennidagurin hjá Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla skuldi vera fríggjadagin 2. oktober 2020. Veðrið sá eitt sindur svikaligt út, men tíbetur hildu okur fast í avgerðini, tí dagurin eydnast sera væl.
Í Trongisvági varð byrjað við upphiting, ið 1. flokkur stóð fyri. Tey sungu Høvd, akslar, knø og tær fleiri ferð, skjótari og skjótari, og tað var sjálvandi við rørslunum, ið hoyra til, so øll vóru heit, áðrenn renningin fór í gongd.
Runnið varð runt Lambabyrg, ið er ein teinur upp á 2,5 kilometrar. Flestu næmingar runnu ella gingu teinin fleiri ferð, og eins og undanfarin ár varð flokkurin funnin, har næmingarnir í miðal høvdu runnið longst. Vinnarin var 3.a, har hvør næmingur í miðal rann 7,5 kilometrar. Tey fingu sodavatn, og sum sæst á myndini niðanfyri, var rómurin stórur.
Úti á Tvøroyri var tað 10. flokkur, ið stóð fyri upphitingini í uttara skúlagarði. Runnið varð út til Tarvafjósið á Hamri og heim aftur í skúlan. Ein túrur er 5 kilometrar, og summir næmingar valdu at steðga eftir ein túr. Flestu næmingar valdu tó at renna ella ganga 10 kilometrar, og fleiri runnu 15 kilometrar. Tríggir næmingar runnu 20 kilometrar: Ólavur í 5.a, Andrea í 6.a og Jósva í 7.a. Ótrúliga flott!
Eisini í Tvøroyrar skúla hava okur hugt at, hvør flokkur í miðal hevur runnið longst. Her var tað 8.b, har næmingarnir í miðal runnu 11,4 kilometrar. Okur hava tíverri onga vinnaramynd av 8.b, tí tey vita tað ikki, fyrr enn nú, hendan greinin verður almenn :-)
Rennidagurin er ein kærkomin dagur fyri flestar næmingar, tí hendan dagin sleppa teir úr vanligu skúlastovuni og út at røra seg. Fyri ein av okra næmingum var hesin dagurin tó heilt serstakur. Benita í 1. flokki var eisini við til skúlarenningina, og tað var týðiligt, hvussu glað hon var fyri at kunna vera ein partur av hesum.
Tá næmingarnir høvdu runnið, fingu teir skreyblað, frukt og sunkist.
Enn ein góður rennidagur farin aftur um bak, og okur gleða okum til næstu ferð!
Fleiri myndir frá rennidegnum síggjast her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14033
apr. 2024