09.des 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Mánadagin 12.desembur og til tórsdagin 15.desembur fara næmingarnir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla undir at fyrireika jólamarknaðin, sum verður í Tvøroyrar skúla tórsdagin frá kl.16.00-19.00. Nógv verður at fáa til keyps, og øll eru hjartaliga vælkomin at leggja leiðina framvið.
Ágóðin til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim.
Tá jólamarknaðurin var í 2015, varð ágóðin, kr.25.000, latin Í menniskjum góður tokki. Í ár hava næmingar og lærarar gjørt av at lata Suðuroyar Ellis-og Røktarheimi ágóðan av tiltakinum. Umboð fyri næmingaráðið handar einum búfólki á Ellisheiminum peningagávuna á jólahaldinum, sum verður í Trongisvágs skúla mánakvøldið 19.desembur kl.18.30. Peningurin verður oyramerktur, og hvat peningurin skal brúkast til, verður kunngjørt tað kvøldið.
Vitja +80 á Tvøroyri.
Ta vikuna, fyrireikað verður til jólamarknaðin,helst tórsdagin 15.desembur, fara eldru næmingar í Tvøroyrar skúla eisini út at vitja øll tey á Tvøroyri, sum eru 80 ár og eldri. Við sær hava tey okkurt søtt til góman, og eisini ætla tey at fáa eitt prát við tey eldru um leyst og fast.
apr. 2024