13.feb 2017
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Leiðslan í Tvøroyrar skúla er av álvara farin undir at fyrireika skúlaárið 2017/2018.
Tað verða 14 flokkar í skúlanum næsta skúlaár, og er hetta sama tal av flokkum, sum er hetta skúlaárið.
Næmingatalið, sum varð uppgivið 1.septembur 2016 var 237, meðan fyribilsnæmingatalið, sum er givið upp 1.februar 2017, er 243, so her er talan um ein lítlan vøkstur.
Tað koma tveir 1.flokkar inn næsta skúlaár. Næmingatalið í einum árgangi er farið niður um 27, og tí verður tann flokkurin samanlagdur næsta skúlaár.
Ætlanin er at gera nakrar broytingar næsta skúlaár, soleiðis at lærarar skúlans verða knýttir sum mest at grunddeild, miðdeild ella hádeild, men fyrireikingarnar hesum viðvíkjandi eru ikki komnar á mál enn.
Skriva tekst her...
mar. 2024