27.nov 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Garving á handarbeiðsbreytini
Næmingarnir í 10. flokki hava møguleika at velja sær nakrar breytir, ið eru fleiri samanhangandi tímar. Ein av hesum breytum er handarbeiðsbreytin.
Farnu tríggjar ónsdagarnar hava næmingarnir á handarbeiðsbreytini roynt seg sum garvarar. Lærarar teirra, Anna og Alexandra, høvdu fingið til vega seyðaskinn úr Sumba og Porkeri, og nú sluppu tær so veruliga at royna seg. Sum kunnugt krevur tað nógv arbeiði at garva skinn, men sambært Alexandru og Annu hava næmingarnir verið sera raskir og hugagóðir.
Tann fyrsta dagin vórðu skinnini vaskað úti í skúlagarðinum. Hetta varð gjørt við grønsápu og vatni. Gomlu dreingjavesini, ið ikki hava verið í brúk í mong ár, vórðu gjørd klár, so genturnar kundu skava skinnini inni, tá ullin var vaskað. Tá skinnini vóru rein, varð alún gníggjað á, og tá tað arbeiðið var liðugt, vórðu skinnini løgd á turkistativ í einari skúlastovu. Skinnini skuldu hanga í eina viku.
Vikuna eftir var tíðin komin, at skinnini skuldu mýkjast. Borðendar og ymiskt annað varð tikið í brúk til hetta arbeiðið. Strævið, men kortini spennandi at síggja úrslitið.
Triðju vikuna skuldu skinnini snøggast til, og til tað arbeiðið vórðu brúktir grovir kambar og ymiskar hárbustir.
Skinnini eru nú liðug, og næmingarnir hava fingið tey við sær heim. Bæði næmingar og lærarar eru væl nøgd við úrslitið!
apr. 2024