11.okt 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Skúlarenningin avgreidd í dag
Í dag er árligi rennidagurin í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla. Hóast veðrið í gjár og tíðliga í morgun var eitt sindur ivasamt, er nú gott renniveður.
Næmingarnir í Trongisvágs skúla runnu runt Lambabyrg, og næmingarnir í Tvøroyrar skúla runnu til Froðbiar og aftur. Skilti, ið boða frá renningini, vórðu sett upp í báðum støðum.
Í Trongisvági vóru tað tveir flokkar, ið runnu longst. Tað vóru næmingarnir í 3.a og 4.a, sum í miðjal runnu 7,5 kilometur hvør. Tey, ið runnu longsta teinin, runnu 12,5 kilometrar. Hóast onkur kanska hevði hug at renna sær ein túr afturat, bar hetta ikki til, um tíðarætlanin skuldi halda.
Á Tvøroyri var tað 7.a, ið vann kappingina um at renna flestu kilometrarnar. Næmingarnir í 7.a runnu í miðjal 12,9 kilometrar.
Tað eru tríggir næmingar, ið runnu heili 20 kilometrar: Andrea úr 5. flokki og Jósva og Eir úr 6. flokki.
Eftir heystfrítíðina fáa flokkarnir, ið runnu flest kilometrar, og tey trý, ið runnu longst, ein lítlan vinning. Hjartaliga til lukku ?
Góða heystferiu øll somul – okur síggjast aftur mánadagin 21. oktober 2019!
mar. 2024