Góðar umstøður til motorlæru

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 30.01.2018   


 

Motorlæra hevur verið ein av vallærugreinunum, sum hava verið royndar í 8. og 9. flokki hetta skúlaárið. 

 

Undirvíst hevur verið í einari gamlari skúlastovu í Gamla skúla, men skjótt gjørdist greitt, at hølið ikki var egnað til endamálið.

 

Skúlin setti seg í samband við Tvøroyrar Kommunu um møguleikan at finna egnaði høli til endamálið, og skjótt gjørdist greitt, at møguleiki var at leiga gamla bilverkstaðin hjá Klements Hofgaard á Hvítanesi frá Suðuroyar Sparikassa.

 

Umboð fyri MMR hevur verið á staðnum og hugt eftir hølunum, og roknað verður við vissu við, at MMR fer at góðkenna hølini til undirvísing.

 

Tvøroyrar Kommuna hevur samtykt at gera leigusáttmála við Suðuroyar Sparikassa um hølini á Hvítanesi.

 

Umleið 18 næmingar í 8. og 9. flokki hava valt motorlæru hetta skúlaárið.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet