07.nov 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Tvøroyri eigur enn ein nýggjan sjómann.....
Soleiðis skriva teir á Jupiter, sum í morgun hava sent okkum nakrar myndir.
Myndirnar eru av Janus Hovgaard og manning umborð á Jupiter, sum roynir eftir sild.
Jupiter loysti frá landi mánamorgunin, og fór beina leið í norskan sjógv at royna eftir sild.
Janus er bert ein av mongum næmingum í Tvøroyrar skúla, sum eru í starvsvenjing í løtuni.
Vit vóna at fáa myndir sendandi frá fleiri næmingum í starvsvenjing, sum vit so fara at leggja á heimasíðuna.
Myndir frá starvsvenjing 2018 síggjast í myndasavninum ella her.
mar. 2024