Gullfræið í SALT

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 20.02.2018   


 

Fríggjamorgunin verður rimmar tiltak á Drelnesi. Saltsiloin, ið var eitt frambrot innan íverksetan í sínari tíð, verður nú aftur karmur um nakað, ið kanska seinni kann verða byrjunarskotið til nakað stórt.

 

Fríggjadagin hin 23. februar fara skúlanæmingar at kappast í íverksetan. Tað er Íverksetarahúsið, ið skipar fyri, og Bjartur Nolsøe, stjóri, sigur,at tey eru sera spent uppá at koma suður.

 

Bjartur sigur, at tá tað vísti seg at Norðurlandahúsið ikki var tøkt, kom nýggja saltsiloin skjótt upp at venda sum eitt gott alternativ. Nú Suðuroyggin eisini eru umboðað, so var upplagt at fara suður. Í Íverksetarahúsinum var breið semja um, at hetta var eitt gott hugskot og seinni hevur tað víst seg, at eisini næmingar og lærarar norðanfjørðs taka sera væl undir við hesum.

 

Nevnast kann, at Kunningarstovan hevur útvegað innivist til 80 næmingar og lærarar, náttina til fríggjadag.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet