11.feb 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
27. januar er altjóða Holocaust-dagur.
Holocaust – Ongantíð aftur!
27. januar er altjóða Holocaust-dagur. Júst hendan dag fyri 75 árum síðan kom herurin hjá táverandi Sovjettsamveldinum til týningarleguna Auschwitz. Jødar og aðrir fangar, ið flestu vóru sera illa fyri, vórðu fríaðir, og í árunum eftir fekk heimurin innlit í ræðuleikarnar, ið jødar og onnur, ið ikki passaðu til ímyndina hjá Hitler og nazistunum um, hvør var normal, og hvør var gagnligur fyri triðja ríkið, máttu ígjøgnum. Eisini í Føroyum verður dagurin hildin, og í fjør samtykti Løgtingið at gera dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.
Nám og Amnesty International hava seinastu tíðina skipað fyri tiltøkum fyri skúlanæmingar. Á leið 1.800 næmingar hava teknað seg, og í gjár, mánadagin 10. februar, varð tiltakið hildið fyri næmingar í Suðuroynni. Okra 7.-10. flokkar vóru við til tiltakið í VB-húsinum.
Tiltakið byrjaði við, at Dennis Holm beyð øllum vælkomnum og greiddi frá skránni. Síðan fekk Elsa í Skorini orðið. Hon greiddi frá lívinum hjá ungari jødiskari gentu úr Ungarn og tí, hon upplivdi undir krígnum. Sambært hesi gentuni, ið yvirlivdi kríggið, var tað ringasta, hon hoyrdi, eftir kríggið, tá fólk søgdu, at ræðusøgurnar frá krígnum vóru íspunnar ella gjørdar verri, enn tær í veruleikanum vóru.
Næstur á pallinum var Rólant í Skorini, ið tosaði um, tá orð verða til morð. Heini í Skorini fekk síðan orðið. Millum annað bað hann øll hugsa um, hvat tey høvdu lært í dag, og tosa við síðumannin um hetta. Hann tók samanum og tosaði eitt sindur um, hvat hendi eftir 1945. Hvussu roynt varð at tryggja, at søgan ikki skuldi endurtaka seg. Kortini síggja okur í dag framvegis við jøvnum millum bilum fólkamorð ymsastaðni í heiminum.
Áðrenn og ímillum fyrilestrarnar sóu okur eisini teir tríggjar stuttfilmarnar, ið Nám lat gera til altjóða Holocaust-dagin.
Í fyrsta filminum sóu okur Tóru við Keldu siga frá um støðuna hjá teimum, ið bóru brek undir krígnum. Í dag kundi tað verið eg, segði Tóra. Síðan hoyrdu okur Petur Rouch greiða frá ferðini, tá hann og konan vóru og vitjaðu sonin Búa í München. Har vitjaðu tey millum annað týningarleguna Dachau. Sonurin er samkyndur, og Petur greiddi millum annað frá, at undir krígnum vóru eisini samkynd send í týningarlegur. Í triðja filminum hoyrdu okur søgu um føroying, ið hjálpti jødum í Danmark undir krígnum.
mar. 2024