Hvør kann velja til skúlastýrið?

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 26.10.2016   

Hvør kann velja til skúlastýrið?

Reglur eru fyri, hvør kann velja til skúlastýrið á valinum 8.novembur 2017.

Reglurnar siga, at valrætt og valbæri hava:

Foreldur, sum hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan.

1. Tá ið foreldur eru gift við hvørjum øðrum, hava bæði foreldrini foreldramyndugleika yvir felags børnum

2. Tá ið foreldur ikki eru gift, eru tveir møguleikar fyri foreldramyndugleika

a) Mamman hevur sum høvuðsreglu foreldramyndugleikan, tó kann pápin í serligum føri hava fingið foreldramyndugleikan

b) Foreldur, sum ikki eru gift, kunnu hava avtalað felags foreldramyndugleika við fráboðan til Ríkisumboðið, sambært § 6 í Anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær.

3. Felags foreldramyndugleiki, ið myndugleiki uttanlands hevur ásett, verður varðveittur í Føroyum.

4. Tey, sum hava børn til fosturs, kunnu sambært § 65, stk. 2 í fólkaskúlalógini fáa rættindi sum foreldramyndugleiki í sambandi við skúlaviðurskifti

Vallistin til skúlastýrisvalið á Tvøroyri varð lagdur fram á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri 18.oktober, og verður hann liggjandi frammi til týsdagin 1.novembur 2016.

Í hesum sambandi ber enn til at fara á kommunuskrivstovuna at kanna, um ein er komin á vallistan ella ikki. Um ein ikki stendur á vallistanum, ber til at fáa hetta broytt, men skal hetta verða gjørt í seinasta lagi týsdagin 1.novembur 2016.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet