16.jan 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Í gjár vórðu 21 næmingar innskrivaðir í 1.flokk í Trongisvágs skúla skúlaárið 2018/2019.
At tað vórðu 21 næmingar innskrivaðir til næsta skúlaár ger, at tað skúlaárið 2018/2019 verður ein 1.flokkur. Skúlaárið 2017/2018 vórðu fleiri enn 26 næmingar innskrivaðir, og tá næmingatalið í einum flokki fer upp á 27, verða tímar játtaðir til 2 flokkar.
Tvøroyrar skúli hevur enn innskrivingina soleiðis, at foreldur og børn møta í skúlanum til endamálið.
Hetta verður helst eisini soleiðis í enn nøkur ár.
Stuttligt er at síggja, hvussu spent børn og foreldur eru hendan dagin, og tí verður hildið fast um hetta.
apr. 2024